fríggjadagur 23. oktober 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 203 · 23 oktober 2009
8
VIKUSKIFTI
Tónleikur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Eyðkendu tónarnir røkka heilt út í
gongina á Tjóðpallinum og avdúka
skjótt, at her kann talan næstan bara
vera um ein av okkara mest sermerktu
tónleikarum. Og rætt er. Í einum heldur
skýmligum horni situr Búi Dam, eisini
kendur sum Budam, og boksar við
klaverið. Hesuferð heldur hann seg
í bakgrundini, meðan ein meldur av
leikarum dansa og syngja á pallinum
í besta cabaret stíli til spildurnýggja
tónleikin, sum Búi Dam hevur skrivað
til leikin »Aftan á Undrið« eftir Jóanes
Nielsen.
Hjálpir hetta?
Onkur tónleikabrot eru so fesk, at tey
enn verða broytt saman við sjónleik
arnum og gittarleikaranum Rógva á
Rógvu, nú seinasta hond verður løgd á
venjingarnar, áðrenn frum fram førsluna
leygardagin. Sjálvur er tóna smiðurin í
essinum hesa løtuna, meðan cabaret
tónleikurin røkkur einum budam'skum
hæddarpunkti í bak grundini.
– Tað passar mær perfekt at sleppa
at gera tónleikin til hendan leikin, tí her
er alt eitt sindur skeivt og dreymakent
við eini rúgvu av løgnum karakterum,
sigur Búi Dam.
Júst hvat slag at tónleiki, talan er
um, heldur hann vera eitt sindur ringt
at siga, tí tað hendir so nógv ymiskt í
leikinum, og tað endurspeglar tón leik
urin. So her er eitt sindur av hvørjum,
eitt sindur av rock, cabaret, stillum ball
adum, popp og so víðari.
– Tað veldst um, hvat eitt ávíst brot
ella ein leiklutur hevur brúk fyri. Tí
royni eg eisini at spyrja leikararnar
„Hjálpir hetta tón leikastykki tær?,
Gevur tað tær nakað? o.s.fr“. Ger tað
ikki tað, kann tað vera fullkomiliga
líka mikið, hvussu feitan eg sjálvur
haldi tón leikin vera, sigur Búi Dam.
Júst hetta at seta seg sjálvan til viks
sum tónleikari, var eisini nakað av tí
fyrsta, Búi Dam lærdi á sjónleikaraskúla
í London, har hann hevur gingið seinast
árið. Tónleikurin í sjónleiki hevur nevn
iliga bara eina uppgávu, og tað er at
styrkja søguna og fáa hana betri fram,
minnir hann á.
– Tí noyddist eg eisini, sum eitt tað
fyrsta, at sleppa mínum tónlistarliga
ego, og tað var eitt sindur av eini av
bjóð ing, sigur Búi Dam og sipar til, at
hann sum singer/songwriter er vanur at
stýra tónleikinum, har hann vil.
Deiliga befríandi
Kortini hevur hann á ongan hátt kent
seg bundnan av, at onnur nú sita við
kreativa róðrið.
– Avgjørt ikki. Tað er deiliga befrí
andi og sera inspirerandi at arbeiða
saman við so nógvum øðrum lista
fólkum og listagreinum. Tað verði
eg bara meir kreativur av, sigur Búi
Dam.
Tónleikur kemur jú ikki ongastaðni
frá, minnir hann á. Tí kann man eisini
ofta blíva læstur inni í síni egnu musisku
verð, um onki nýtt kemur útifrá.
– Til dømis sigur Neil Young, at hann
plagar at fáa sær ein nýggjan gittara, tá
hann hevur brúk fyri nýggjum íblástri.
Tað ljóðar jú ikki serliga kollveltandi,
men ofta skal tað heldur ikki so nógv
til, fyri á fáa tankarnar at glíða onkran
annan veg.
Fyri Búa Dam hevur íslendski leik
stjórin, Guðjon Pedersen, hesuferð
verið veg vísari, tá glið skuldi fáast á.
– Eg byrjaði sjálvandi við at lesa
handritið, men á tí stiginum í prosessini
vóru tað bara orð á pappíri. Tað var ikki
fyrr ein leikstjórin kom og dirigeraði
hugflogið í eina ávísa kós, at eg visti,
hvønn veg orðini skuldu fara.
Undirmettur tónleikur
Tí setur Búi Dam eisini stóran prís
uppá, at hava verið við í arbeiðinum
líka frá byrjan.
Ofta koma tónleikararnir nevniliga
ikki inn í myndina, fyrr enn arbeiðið við
einum sjónleiki er komið væl ávegis, og
tá má man bara royna at fóta sær sum
frægast, greiðir hann frá.
– Tað er sjálvandi ikki serliga nøkt
andi, og úrslitið verður ofta hareftir.
Her havi eg fingið alla ta tíð, eg havi
havt brúk fyri, so tað hevur verið eitt
satt fornøjilsi.
Eftir hansara tykki hava fólk ofta
lyndi til at undirmeta týdningin, sum
tónleikur hevur í sjónleiki.
Kanska hongur tað saman við, at tá
hann veruliga riggar, so gevur tú tær
ikki far um tónleikin í einum sjónleiki.
Hugsa bara um filmar. Har leggur tú
heldur ikki merki til tónleikin, fyrr
enn hann ikki er har ella er beinleiðis
vánaligur.
Í leikinum »Aftan á undrið« verður
tað gittarleikarin Rógvi á Rógvu, sum
spælir liveinnsløgini á palli. Restin av
tónleikinum er spælt inn á fløgu, sum
Búi Dam hevur ætlanir um at geva út
seinni.
Budam sleppur
sínum ego
Hesuferð er tað søguna, og ikki meg ella mín fEitA tónlEik, tað
snýr seg um, sigur Búi DAm, sum Hevur skrivað tónleikin til
stórslignu uppsetingina av leikinum »AftAn á UnDrið«
Um mín tónleikur ikki hjálpir
leikararnum ella styrkir
søguna, kann tað vera fullkomiliga
líka mikið, hvussu feitan eg sjálvur
haldi tónleikin vera
mynDir: hilmar jan hansen
Søgan í sjónleikinum »Aftan á Undrið» fær enn eitt
skump frá nýskrivaða tónleikinum hjá Búa Dam