Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. oktober 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 203 · 23 oktober 2009 23 VIKUSKIFTI Tað hendir ... dylan syngur jólasangir ummælarar vita ikki rættiliga, hvat teir skulu halda, nú Bob dylan er farin at syngja jólasangir á sínum gomlu døgum. Í vikuni kom hansara fyrsta jólafløga »Christmas in the heart« á marknaðin, har eyðkenda røddin roynir seg við bæði gomlum og nýggjari jólasangum. Fleiri halda santa Bob ljóða heldur forkølaðan á fløguni, men dylanska sjarman feilar onki. BoB Dylan Christmas in the heart edward Í FoCus listamálarin edward Fuglø telist millum teir meira nýskapandi føroysku málararnar. Málningarnir hjá edwardi Fuglø hava surrealistskt sniðeykenni, og tað er innihaldsliga ein vend í føroyskari list. surrealisman lýsir veruleikan klæddan í ein annan ham, sum er meira líkur eini dreymaverð. EDwarD Fuglø galeri Focus Frá fríggjadegnum 23/10 Nær verða olju- KeldurNar Turrar? Føroyar teljast millum tey londini í heiminum, sum eru mest tengd at olju, men hvussu nógv olja er eftir á jørðini? Tosað verður við rúna M. hansen frá statoil hydro og við Magna laksáfoss, búskaparfrøðing, sum hevur granskað í oljunýtsluni. Vitan ÚF hósdagin 29/10 kl 17.05 helgason Í essinuM Íslendski hallgrimur helgason er í essinum í síni nýggju skaldsøgu um kroatiska leigumordaran Toxic, sum av misgáum endar í reykjavík sum amerikanski prædikumaðurin Father Friendly, haðani hann eygleiðir íslendska samfelagið við einum gløggum og sera speiskum gestsins eyga. Hallgrimur HElgason En lejemorders guide til et smukt hjem lindhardt & ringhof lagT TIl ræTTIs: eyðun Klakstein sTórdysTur MilluM Teir sTóru Tá ið Manchester united og liverpool bresta saman í ensku Premier league, má tað roknast sum tann størsti fótbóltsdysturin, sum spælast kann í onglandi. siðvendu og vinnandi liðini eru arvafíggindar og grannar í útnyrðingsonglandi. liverpool hevur nú tapt fýra dystir á rað og skal royna at reisa seg í dysti ímóti meistarunum og oddaliðnum. liVErpool-mancHEstEr unitED Canal+ sport1 sunnudagin 24/10 kl 14.00 PoPPur við kanTi songkvinnan katrina Petersen hevur útgávukonsert í sjónleikarahúsinum í sambandi við, at hon júst hevur givið út fløguna »Colourless day«. hetta er hennara fyrsta fløga, og tónleikin lýsir hon sum eitt slag av indiepoppi við kanti. sjónlEikaraHúsið í HaVn fríggjakvøldið 23/10 kl. 21.00 undir á Palli eitt undur kallar Tjóðpallurin tað, tá leikarar fara á pall við stórfingnari uppseting av nýskrivaða leikinum hjá jóanes nielsen leygardagin. leikurin er um ein álvarsliga sjúkan drong, sum droymir at hann er Pinocciho í eini søgu, ið snarar kring spurningin, hvat tað vil siga at vera menniskja. Búi dam hevur skrivað tónleikkin til leikin. tjóðpallurin leygarkvøldið 24/19 kl. 19.00 uPPgerð við heiMsins BesTu MaMMu kend donsk sjónvarpskvinna line Baun danielsen tekur nú eina uppgerð við tankan hjá kvinnum um, at tær skulu verða heimsins bestu mammur. - kvinnur skulu ikki halda, at tær skulu verða heimsins bestu mammur. Tær skulu verða góðar mammur, sigur line Baun danielsen. Bókin byggir á samtalur við tríggjar kendar danskar mammur – anne dorthe Tanderup, Pernille aalund og anne Mette rasmussen. linE Baun DaniElsEn verdens Bedste Mor Forlaget Turbulenz FranskT/ FøroyskT Í Perluni Í kvøld verður dupultkonsert í nýggju Perluni í Tórsgøtu. edvard nyholm debes og uni debes fara á pallin at spæla saman, og harumframt spælir Claude Chichon kendar franskar klassikarar og egið tilfar. pErlan í HaVn fríggjakvøldið 23/10 kl. 22.00