Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. oktober 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 204 - 26. oktober 2009 Aftur í ár vísir nøgd­ semiskanningin í politinum, at trivn­ aðarin í Føroyum er lægri enn í flestu øðrum politiøkjum í ríkinum. Karen Marie Olesen, fúti, heldur misnøgdina koma av bygnaðar­ broyt ingunum, sum politiið er mitt í. Politist ar siga nakað annað Misnøgd Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Síðan 2005 er nøgdsemis­ kanningin hjá danska poli­ tinum eisini verið gjørd í Føroyum. Í fjør vísti kanningin, at illa stóð til við trivnaðinum í politinum í Føroyum. Ein tann ringasti í ríkinum. Og tað er einki petti fræg­ ari í ár, vísa úrslitini, sum ríkispolitiið júst hevur kunn gjørt. Samanlagt hava starvs­ fólkini í politinum í Før­ oyum svarað, at misnøgd teirra er verri enn í nøkrum øðrum politiøki í ríkinum. Úrslitið er verri enn í fjør, og misnøgd er við alt, starvs fólkapolitikk, strategi og mál, uppgávur og ar ­ beiðsgongdir, samstarv og samskifti og ikki minst við leiðsluna. Sosialurin bað Karen Marie Olsen, fúta, gera við­ merkingar til úrslitini, og tá ið vit komu á fundin, møtti fútin sjálv fjórða, sjálvt um viðmerkingarnar vóru fáar. Aftrat sær hevði hon Jón Klein Olsen, politi kommi­ ser, skrivstovustjóran Hal­ dis Poulsen og Absalon Áar garð, sum hevur sam­ skipað føroyska partin av nøgdsemiskanningini. Hesa ferð hevði hon ikki for­ mannin í politistafelagnum við sær, sum hon hevði í fjør, tá ið hon fekk líknandi spurningar. Bara gitingar Karen Marie Olesen og hini í leiðsluni halda tað ikki bera til at koma við út grein­ aðari lýsing av, hví tølini fyri Føroyar eru so lág. So leingi sum ríkis politiið hev­ ur gjørt eina nærri útgrein­ ing. Siga tey nakað, verða tað bara git ingar, eru tey samd um. Og tey kunnu gita skeivt, siga tey. Karen Marie Olesen sigur nú, at tað man hava nakað at gera við tær bygn ing­ arbroytingar, sum politiið í Føroyum er mitt í. Tølini í Danmark fóru niður av politi reforminum, og vit eru eitt sindur aftaná við broyt ingunum, sigur hon. Tey halda tað vera gott við slíkum afturvendandi kanningum, tí tær kunnu brúk ast til at bøta um viður­ skiftini. – Vit taka svarini í fullum álvara, eru Karen Marie Olesen og Jón Klein Olsen samd um. Misnøgdin millum starvs­ fólkini í politinum hevur í hvussu er nakað at gera við tær bygningarbroytingar, sum gerast skulu í næstum. Landið skal býtast upp í trý øki, norðurøki, vesturøki og suðurøki. Tað merkir, at Eysturoyggin og Norð­ oyggj ar verða eitt øki, Streym oyggin, Vágar og Sandoyggin verða eitt øki, og Suðuroyggin eitt øki. Ein leiðari verður fyri hvørt øki, men leiðarar skulu eisini setast fyri hvørt av verandi økjunum, sambært fútanum. Øðrvísi uppgávur Størvini verða umdoypt, og leiðarastørvini verða lýst leys í næstum. Hesar ætlanir hava ikki minst skapt mistrivnað í Norð oyggjum, Eysturoynni og í Vágum. Hvørjir persónar verða til avlops – Eingin fólk verða upp­ søgd, og eingin fer niður í løn. Men tað kann vera, at nøkur fólk verða sett at røkja aðrar uppgávur, sigur Karen Marie Olesen. Tað er tó ikki bara í út ­ jaðaranum, at mistrivnaður valdar. Í miðøkinum gremja politistar seg eisini um illa skipað arbeiði og annað. Starvsfólk í politinum, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at misnøgdin hev­ ur einki við hølisviðurskifti at gera, soleiðis sum fútin onkuntíð hevur sagt. Tað snýr seg nógv meira um arbeiðsgongdir og við, hvussu leiðslan førir seg fram. ­ Alt hetta hevur við sær líkasælu og minkandi virð­ ing fyri leiðsluni, sigur ein politistur. Misnøgdin sæst tó ikki aft ur á tann hátt, at fleiri fólk hava sagt upp. Bara hendinga fólk í politinum hava sagt seg sjálv úr starvi. Onkur eru farin niður í hálva tíð, og í góðum tíðum eru summi farin í farloyvi, men so skjótt sum minni arbeiði er í landinum, venda flestu teirra aftur í politiið, sigur Jón Klein Olsen. Eingin teirra, sum Sosial­ urin hevur tosað við, torir at vera navngivin, tí tey ætla at halda fram í arbeið­ inum. Í trivnaðarkanningini sluppu tey at vera ónevnd, og tí tordu tey har at siga sína hugsan. Eftirlit Ikki minst tvær hendingar hava skakað politistar og onnur starvsfólk í politinum. Hesir tilburðir hevur Sosal­ urin fingið váttaðar: Ein morgun klokkan 7.05 møttu fútin og politikommi­ serurin upp á politistøðini í Runavík. Ørindini vóru at kanna, um fólk vóru møtt rættstundis. Tað vóru tey. Eitt fríggjakvøld í summ­ ar kom fútin saman við vin­ fólkum at vitja á politi støð­ ini. Ørindini vóru at síggja støðina. Farið varð runt á støðini, og tá ið komið var í bilhúsið, kom fútin og spurdi, hvar ein av bilunum var. Hon vildi vita, um bil­ urin var brúktur privat. Tað vísti seg, at sýslumað­ urin var farin í friðingar­ ørindum við bilinum, og tá ið hann kom aftur, noyddist hann at svara fyri seg. Stór misnøgd í politinum ST kunnað um sjálvstýri ST hevur nú fingið kunning um, at Grønland hevur fingið sína sjálvstýrislóg, sum millum annað staðfestir rætt grønlendinga til sjálvavgerðarrætt, rætt til sjálvstýri, at tað grønlendska málið er tað almenna málið í landinum. Í fráboðanini, sum Ban Ki­Moon, aðalskrivari, fekk frá danska ST­sendiharanum um vikuskiftið, fekk aðalskrivarin eina áheitan um at kunna øll limalondini um broyttu støðu Grønlands. KNR sigur, at Kuupik Kleist og Lars Løkke Rasmussen skulu hava eitt felags tiltak í sambandi við sjálvstýrið eina ferð seinni. 101 bankar á húsagang Um vikuskiftið noyddust nakrir smáir bankar í amerikonsku statunum Florida og Georgia at lata aftur, og við teimum eru 101 amerikanskir bankar farnir av knóranum, síðani fíggjarkreppan byrjaði seinasta heyst. Tann almenni bankatryggingargrunnurin FDIC sigur, at nógv teir flestu av teimum bankunum, sum hava latið aftur, eru smáir bankar, og at vanliga yvirtaka sterkari bankar viðskiftafólkini. Harafturat tryggjar innskjótaragrunnurin tað, sum fólk hava standandi í bankunum, tó í mesta lagi upp til 250.000 krónur, skrivar AP. Hóast Karen Marie Olesen, fúti, sigur, at misnøgdir millum løgreglufólkini kemur av bygnaðarbroytingunum, sum tey eru í ferð við, so halda løgreglufólk nakað annað Mynd: Jens Kristian Vang