mánadagur 26. oktober 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 204 - 26. oktober 2009
Ongin eyka komm
unu stýris fundur
var á Sandi hóast
biðið var um tað, og
kommunu stýrislógin
tilskilar greitt, at eyka
kommunu stýris
fundur skal verða,
um ein triðingur av
kommunustýrinum
ynskir tað, so metir
Bjørn á Heygum,
advokatur, at tað er í
lagið at lata vera við
at hava fund
Lóg
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Í kvøld verður regluligur
kommunustýrisfundur
á
Sandi, men fyri sløkum
mán aði síðan bað ein meiri
luti í kommunustýrinum
um eyka kommunu stýris
fund, har nevndarval skuldi
vera á skrá. Hesin hevur
enn ikki verið, men í á
reglu liga
fundinum
er
nevnd arval á skrá.
Kommunustýrislógin sig
ur
annars
soleiðis
um
eykafundir:
»Kommunustýrið hevur
eykafund, tá ið borgarstjórin
heldur tað vera neyðugt,
ella um 1/3 av komm unu
stýrislimunum krevja tað.
Borgarstjórin ger av, nær og
hvar
eykafundir
verða
hildn ir.«
Í hesum serstaka føri á
Sandi, vóru tað fýra av sjey
kommunustýrislimum, sum
bóðu um eykafundin.
– Vit vilja hava eyka
komm unustýrisfund, helst í
hesi vikuni, har val av
nevnd um verður á skrá,
stóð í brævinum, sum hesir
fýra kommunustýrislimirnir
handaðu borgarstjóranum
beint eftir seinasta regluliga
kommunustýrisfund
28.
septembur.
Ivi um mál
Sosialurin hevur verið í
sam band við fleiri advokatar
um talan er um brot á
kommunustýrislógina ella
ikki. Fyrsti advokaturin var
vildi ikki úttala seg um
málið, tí hann er partur av
málum í umhvørvinum.
Hinir báðir greiða frá, at
tað er líkt til, at okkurt er í,
at Páll á Reynatúgvi hevur
skúgvað lógina til vikst.
Men Bjørn á Heygum,
advokatur, sum eisini skal
greiða frá gegninum hjá
Pálli
á
Reynatúgvu
á
komm unustýrisfundinum í
kvøld, tulkar lógina soleið
is, at tað er í lagið, at ongin
eykafundur hevur verið, tí
nevndarvalið, sum biðið
var um, er á skrá í kvøld.
– Einasta kritikkpunktið
kundi verið, at tað kanska
hevur drigið út at taka mál
ini upp, sigur Bjørn á Heyg
um.
Hilmar Høgenni, deild
arstjóri í Innlendis mála ráð
num, vil ikki gera nakra
niðurstøðu um hetta mál,
men sigur, at tað kundi
ljóðað, at mann ikki hevur
gingið ynskinum á møti.
– Vit kunnu taka mál upp
av okkara eintingum, men
eg kann ikki gera nakra
endaliga niðurstøðu, tí vit
hava ikki viðgjørt málið,
leggur
Hilmar
Høgenni
dent á.
Ivast í kæru
Brandur Sandoy, ein av
teimum fýra kommunu
stýrislimunum, sum bóðu
um eykafund, sigur, at teir
fýra ivast, um teir skulu lata
Innlendismálaráðnum eina
klagu um hendan eyka
fundin, sum ikki bleiv.
– Tað verður fundurin í
kvøld, sum avger, hvat vit
gera víðari, sigur Brandur
Sandoy.
Bæði sakførari og
grannskoðari verða til
staðar á kommunu
stýris fundinum á
Sandi í kvøld, har
Páll á Reynatúgvu fer
at gera av, um hann
vil halda fram sum
borgarstjóri ella ikki
KommunaL
poLitiKKur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Í kvøld avger Páll á Reyna
túgvu, um hann heldur fram
sum borgarstjóri á Sandi
ella ikki. Men áðrenn henda
avgerð verður tikin, verður
ymiskt annað til viðgerðar.
Fyrst verða fíggjarviður
skiftini
hjá
kommununi
verða løgd fram, síðan
kem ur Bjørn á Heygum,
advokatur, at greiða frá
gegn inum
hjá
Pálli
á
Reynatúgvu
í
ymiskum
málum, ivi hevur verið
sáddur um, og eftir hetta,
sigur Páll á Reynatúgvu seg
kunna siga, um hann fer at
halda fram sum borgarstjóri
ella ikki.
Tveir gegnis
spurningar
Páll á Reynatúgvu hevur
spurt
innlendismálaráðið
um gegni hjá sær í tveimum
ymiskum málum. Seinna
málið eru um ógegni í sam
band við løn til borgarstjóra,
og har staðfestir ráðið, at
alt er farið rætt fram.
Viðvíkjandi hinum spurn
inginum, sum er soljóð
andi:
»Er kommunustýrislimur
gegnigur ella ei, tá játtanir
til kommunalar stovnar, har
teirra avvarandi arbeiða,
verða viðgjørdar í komm
unu stýrinum?«
Er torførari at staðfesta,
hvat svarið hjá Innlendis
málaráðnum er. Men ein
partur av svarinum er so
ljóð andi.
»Persónur, sum virkar
innan almennu fyrisitingina
(í hesum føri kommunu
stýrislimur) ógegningur um
so er, at hjúnarfelagin hjá
viðkomandi,
skyld
ella
svágd í stígandi ella fallandi
linju ella síðulinjuni so nær
sum børn hjá systkjum, ella
onnur nærskyld hava ein
serstakan persónligan ella
fíggjarligan áhuga í úrslit
inum av málinum ella
umboðar onkran, ið hevur
ein slíkan áhuga.«
Eftir at millum annað
hetta er viðgjørt á fundinum,
verður møguliga val av
borgarstjóra.
Nevndarval
Síðan kemur málið á skrá,
sum fýra kommunu stýris
limir bóðu eykafund um
fyri einum mánaði síðan.
Nevndarval.
Og at enda verður talan
um vanligari mál úr vinnu
tøkninevndini og trivnaðar
og mentanarnevndini.
So í kvøld verður greitt,
um borgarstjórin á Sandi
framvegis
eitur
Páll
á
Reyna túgvu í morgin.
Borgarstjórin slept eykafundi
Endurskoða landamarkið
Noreg og Russland hava mannað eina nevnd, sum skal
endurskoða markið landanna millum og koma við uppskoti um
broytingar. Markið millum Noreg og Russland er 196 kilometrar
langt. Tað bleiv upprunaliga sett í 1826 og bleiv seinast
endurskoðað í 1947. Áirnar Pasvikelva og GrenseJakobselv
mynda umleið tveir triðingar av markinum, men av tí at áirnar
hava broytt leið, kann tað gerast neyðugt at broyta markið, sigur
norski uttanríkisráðharrin, Jonas Gahr Støre, við NTB. Arbeiðið
at endurskoða markið byrjar næsta ár.
Teir ringastu bankamenninir
Íslendski handilsmálaráðharrin, Gylfi Magnússon, heldur lítið um teir,
sum stóðu á odda fyri teimum íslendsku bankunum undan skrædlinum í
fjør. Í samrøðu við bretska blaðið Times sigur hann, at teir íslendsku
bankamenninir vóru heilt einfalt teir ringastu í heiminum. Gylfi
Magnússon sigur, at eftir seks árum eydnaðist tað oddamonnunum at
taka ræðið á bankunum og at trífalda stødd teirra, áðrenn alt rapaði.
Íslendski handilsmálaráðharrin sigur, at síðani kreppan byrjaði, hava
bankamenn um allan heimin skammað seg, men at eingin teirra kann
sammetast við teir íslendsku.
Stríðsfundur á Sandi
Bjørn á Heygum, advokatur, heldur ikki, at Páll á Reynatúgvu
er farin út um lógarheimildir, tá hann ikki hevði nakran
eykafund um nevndarval, sum varð umbiðin fyri mánaði
síðan. Men Bjørn á Heygum skal eisini greiða frá um gegni hjá
Pálli á Reynatúgvu í kvøld. Millum annað um borgarstjórin var
gegnigur, tá hann var við til at seta sína egnu konu í starv
Á Sandi hevur verið nógv
stríð í kommunustýrinum.
Men í kvøld verður ein
fundur, sum skal fáa greiðu á
nøkrum av stríðsmálunum