týsdagur 27. oktober 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 205 - 27. oktober 2009
Danir vænta meiri skatt
70 prosent av teimum donsku skattgjaldarunum vænta, at tey
sleppa at rinda meiri skatt tey næstu árini fyri at endurrinda tað,
sum kreppan kostar. Tað vísir ein kanning, sum stovnurin Copos
hevur gjørt, og sum Børsen endurgevur. Síðani tann borgarliga
stjórnin kom, hevur skattasteðgur verið í Danmark, og tann
politikkurin fer at standa við, so leingi stjórnin hevur valdið, sigur
skattapolitiski framsøgumaðurin hjá Vinstra, Torsten Schack
Petersen við Børsen. Næsta ár verður hallið í danska
ríkiskassanum næstan 100 milliardir krónur.
Einki avgjald kortini
Í Grønlandi hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Palle
Christiansen, tikið aftur eitt uppskot um at leggja avgjald á fisk, sum
ikki verður avreiddur til virking uppi á landi. Eftir uppskotinum skuldi
tað almenna hava eina krónu fyri kilo av toski og tvær krónur fyri kilo
av svartkalva, og tað skuldi geva landskassanum 22 milliónir krónur
næsta ár. Men nú hevur landsstýrismaðurin tikið uppskotið aftur. Við
KNR sigur Palle Christiansen, at høvdu avgjøldini komið í gildi, høvdu
fleiri reiðarí, sum fiska tosk og svartkalva, farið á heysin. Tí er
uppskotið tikið aftur, sigur hann.
Leygardagin var
seyðasýning hildin
fyri allar brundseyðir
á Borðoynni.
Úrslitið gjørdist, at
Strandahagi vann
bæði fyri vakrasta
lambið og vakrasta
veðrin umframt at
verða besti hagin
samanlagt
SEYÐASÝNING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Líka síðani 1993 hevur
seyðasýning verið annað
hvørt ár á Borðoynni. Fyri
skiparar øll árini hava verið
Andras Joensen, Krismar
Andreasen og Heini Mohr.
Seyðasýningin í ár var
hildin í seyðahúsinum hjá
Strandahaga,
og
nógvir
spentir áskoðarar fylgdu
við gjøgnum dagin. Áleið
110 seyðir vóru við á sýn
ingini, so sigast má, at áhug
in er stórur á Borðoynni.
Til slíka sýning eru teir
flestu brundseyðirnir lomb,
men eisini nakrir veðrar
verða settir við á hvørjum
ári. Hesir verða dømdir hvør
sær, soleiðis at steyp verður
latið til vakrasta lambið og
eisini verður steyp latið til
vakrasta veðrin.
Nummar eitt fyri lombini
var Strandahagi. Eigari av
lambinum var Heini Ósá.
Hesin seyður hevði málini
20 cm um mjóðryggin og
85 cm um bringuna. Numm
ar tvey gjørdist Miðhagin
við seyði hjá Jákupi Skora
dal. Hesin seyður hevði
málini 18,5 cm um mjóð
ryggin og 84 cm um bring
una. Nummar trý gjørdist
Depil fyri norðan. Eigari av
tí lambinum var Leon Sól
heyg. Hesin seyðurin hevði
málini 17,5 cm um mjóð
ryggin og 81 cm um bring
una.
Vakrasti veðrurin var úr
Strandahaga og eigarin av
honum var Hemming Syder
bø. Veðrurin hevði málini
21,5 cm um mjóðryggin og
101 cm um bringuna.
Ræst kjøt
Um kvøldið var hugnalig
veitsla á skránni og eini 80
100 seyðaáhugað fólk vóru
samlað til ræst kjøt.
Á hesi veitslu bleiv eisini
eitt ferðasteyp latið til vakr
asta seyðin og heiðursbræv
latið til vinnandi hagan. Tað
var Petur Andreasen, røkt
ingarmaður í Strandahaga,
sum tók ímóti steypinum
og heiðursbrævinum fyri
bæði vinnandi seyðin og
vinnandi hagan samanlagt.
Hetta er 5. ferð, at Stranda
hagi vinnur ferðasteypið.
Sýnsmenn
vóru
Poul
Samuelsen úr Vík og Eddie
Joensen úr Kollafirði. Eftir
ætlan verður seyðasýning
aftur um tvey ár fyri brund
seyðirnar á Borðoynni.
Vakrir seyðir á Borðoynni
Á myndini síggja vit vinnararnar: Standandi frá vinstru: Hemming Syderbø(vakrasta veðrin), Petur Andreasen(ferðasteyp og
heiðursbræv) og Heini Ósá (vakrasta lambið) Sitandi frá frá vinstru: Leon Sólheyg(nr 2) og Jákup Skoradal(nr 3). Dreingirnir á
myndini eru frá vinstru: Hergeir Dávur Skoradal og Heri Ósá
Føroyska
mál-
nevndin
vald av
nýggjum
Landsstýriskvinnan
í mentamálum,
Helena Dam á
Neystabø, hevur
tilnevnt limir fyri
næsta skeiðið hjá
Føroysku mál
nevndini
TÍÐINDASKRIV
Skeiðið er frá 1. okt. 2009
30. sept. 2013.
Limirnir eru: Jógvan í
Lon Jacobsen, dr. philos,
lektari – eftir tilmæli frá
Føroyamálsdeildini,
Erling Isholm, studenta
skúlalærari eftir tilmæli
frá Móðurmálsfelagnum,
Heðin M. Klein, lærari
– eftir tilmæli frá Rit
høvundafelagnum, Anna
V. Ellingsgaard, blað
kvinna – eftir tilmæli frá
Føroyskum
Miðlafólk
um, Sólvá Jónsdóttir,
studentaskúlalærari
eftir tilmæli frá Menta
málaráðnum.
Føroyska málnevndin
varð stovnað í 1985 sam
bært reglugerð fyri Før
oysku málnevndina.
Málnevndin er ráðgev
andi málrøktar og mál
verndarstovnur. Hon gev
ur
einstaklingum
og
stovnum ráð og upplýs
ingar um føroyskt mál.
Hon hjálpir fólki við at
velja og smíða nýggj
orð. Hon svarar eisini
spurningum um fólka
nøvn,
staðarnøvn
og
onnur nøvn.Helena Dam
á Neystabø ætlar í næst
um at seta eina nevnd at
endurskoða grundarlagið
undir virkseminum hjá
málnevndini og í hesum
sambandi at fáa smíðað
eina lóg til málnevndina
at virka eftir.
Ráðgeving & tænastuR
til virkisleiðslur innan:
Fíggjarstýring
Rakstrarætlan
Bókhald og MVG-uppgerð
Prosjektleiðslu
Marknaðarkanningar
Kundakanningar
Dali Consulting sp/f
Tel. 21 73 66 & 50 82 34
steinbjorn@dali.fo
Vit hava meira enn 30 ára royndir innan
tær tænastur vit bjóða, bæði frá privata
vinnulívinum og tí almenna sektorinum