týsdagur 27. oktober 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 205 - 27. oktober 2009
Búgv sum ein forseti
Vinn vikuskifti í CLINTON SVITUNI
Mikudagin byrjar nýggj spurnarkapping á Rás2. Tú kanst bjóða teg fram at
taka lut, og ert tú tann hepni, sum sleppur við í kappingina, kanst tú vinna
eitt vikuskifti í stórslignu Clinton Svituni á Hotel Føroyum. Skriva »SoS« í eini
sms-boð og send til nr. 1940 (prísurin er 30 kr. fyri hvørt sms).
Síðani verður lutakast millum øll tey, sum hava sent sms-boð, og tey,
sum sleppa við í sendingina, skulu svara 10 spurningum í almennari
vitan. Tvær ferðir kanst tú fáa hjálp at svara. klárar tú ígjøgnum
spurnarkappingina, er vinningurin tín.
Ver við í spurnar
kappingini á Rás2 og
vinn eitt vikuskifti í
Clinton Svituni á
Hotel Føroyum.
Mikudag kl. 15.10
Stóri sambandsmaðurin
Helgi Abrahamsen er altíð til reiðar at taka eitt tak fyri
ríkisfelagsskapin og blokkstuðlin. Men hvat er tað, sum drívur
verkið hjá tí stóra sambandsmanninum, og hví er sambandið
við Danmark so umráðandi. Vit fáa vitjan av løgtingsmanninum
og seta naskar spurningar.
HAMBURGARI13,-
Bert galdandi í august mánaði
Galdandi allan oktober mánaða
Týsdagur 27. okt.
15:00 Tíðindi
15:05 Tónleikur
16:00 Tíðindi
16:10 Tónleikur
17:00 Tíðindi
17:15 Tónleikur
18:30 Tíðindi (e)
19:00 Tónleikur
21:00 Á Torginum – Gestur verður
Óli á Grømma Sent verður
úr Klaksvík. Ólavur Jøkladal
leggur til rættis
22:35 Tónleikur
00:00 Liðugt
Mikudagur 28. okt.
07:00 Tónleikur
09:00 Morgunsendingin – Eyðun
Klakstein og Mirjam
Pætursdóttir eru vertir
11:00 Tíðindi
11:05 Morgunsendingin
12:00 Tíðindi
12:15 Hitt-tónleikur
13:00 Ynskiløtan
14:00 Lýsingar
14:05 Ynskiløtan
15:00 Tíðindi
15:10 S&S
16:00 Tíðindi
16:10 ShopTop
17:00 Tíðindi
17:20 Tónleikur
21:00 Úr skjáttuni
22:00 Tónleikur
00:00 Liðugt
Skráin hjá Rás2
Skalt tú gerast ein av teimum bestu
í heiminum, so snýr tað seg fyrst
og fremst um endaleysa venjing.
Nýggj bók hjá Rasmus Ankersen,
sum áður hevur skrivað nógv
umtalaða bók um vinnarar, vísir, at
børn skulu uppalast til at verða tey
bestu – sonevnda natúrtalentið er
nógv yvirmett. Tey bestu í heimi-
num hava ikki havt serligt talent á
sínum øki, tey hava hinvegin havt
foreldur, sum hava skundað undir
tey og hava gjørt alt fyri tey. Vit
tosa við Rasmus Ankersen um at
skunda undir síni børn, og um tey
ikki kunnu fáa skaða av tí.
Talent er yvirmett
Morgunsendingin
Mikudagin 9-12
Hósdagur 29. okt.
07:00 Tónleikur
09:00 Morgunsending
10:00 Lýsingar
10:05 Morgunsending
11:00 Tíðindi
11:05 Morgunsending
12:00 Tíðindi
12:15 Hitttónleikur
13:00 Ynskiløtan
14:00 Lýsingar
14:05 Ynskiløtan
15:00 Tíðindi
15:10 Kærleiksballadur
16:00 Tíðindi
16:05 Bilradio
17:00 Tíðindi
17:15 Tónleikur
18:30 Tíðindi (e)
18:50 Tónleikur
00:00 Liðugt
Morgunsendingin
Mikudagin 9-12
Bilradio
Í sendingini royndarkoyra vit m.a. eina
nýggja føroyska GPS-skipan saman við
Boga Jacobsen og John Zachariassen
frá Munin. Eisini er prát við
Jákup á Borg frá Bilrøkt.
Bilradio
Hósdagin 16.05
Send heilsanir til Ynskiløtuna á www.ras2.fo ella SMSa á 52 00 00
Úr Skjáttuni – mikukvøldið kl. 21
Ejvind Mouritsen tosar við Tom Skaale. Í sendingini fara vit í
dýpdina við hvussu vit skulu skilja ”Himmalin”, við útgangsstøði í
tí sum stendur skrivað í Bíbliuni. Nomið verður við evnir s.s. nýggj
jørð og nýggjur himmal, likamlig uppreisn, tíðarrokning, ferðingar
møguleikar, vitanarstøði og verða vit øll eins í himlinum.