Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. oktober 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 16 nr. 206 • 28. oktober 2009 Samdroymdur Einar var samdroymdur. Eina ferð hann var við Hanusi úr Rituvík, tók hann, komin úr koygguni, klædnasekkin við upp á dekkið og setti hann hjá sær, har hann stóð og fílaði. Spurdur hví, svaraði hann aftur, at ”í dag verða vit yvirsigldir av einum trolara.” Rætt var. Tá ið hann sá trolaran, segði Einar: ”Hatta er hann.” Hann var fyrsti maður við pjøkanum upp á dekkið á enska trolaranum aftaná samanstoytin. Einar bleiv sjúkur, meðan hann legði ”handara gerði” inn. Hann lá heima í nakrar dagar, fór á sjúkrahúsið í Havn, men doyr av bruna í búkhindini longu í 1935. Ingimund Ingimundur Jóhann Pétursson (1901-1969) fór aftur til Reykja- víkar í 1947. Har fann hann sær konu og fekk børnini Láru og Jón, sum búgva í Reykjavík. Ingimund var væl kendur á Skálafjørðinum. Eisini var hann onkrar vetrar í Lorvík hjá Lorvíks Jóannes sum hjálparmaður við fyrifallandi arbeiði. Lorvíkingar hevur hann allerhelst hitt á Vattanesi, har nógvir teirra vóru til lands. Mong minnast hann fyri stuttligu íslendsku/føroysku dialektina. Ingimund var eisini húskallur úti í Nólsoy. Hann tók eisini fyrifallandi arbeiði, sum tá helst var í fiski. Ingimundur fekk eisini tuberklar sum ungur. Hann misti hálvan fótin, so hann haltaði, og hann hevði mist nakrar fingrar. Ingimund var kanska ikki heilt arbeiðsførur aftaná hetta, men hann var kortini til skips við Magnus Olsen, og hann var aftur í Íslandi og róði út. Hann var eisini við Irex hjá Absalon á Skála, sum Hanus hjá Peri førdi. Hann skuldi snúsa ella skráa nokk so illa. Ingimund legði inn ”handara gerð” saman við Einar, uppi á Brekku, sum Laura nevndi tað. Nú verður tað kalla uppi á Lotinum. Hetta var gerðið sum Ingvard, sonur Einar yvirtók. Ingimund keypti lastbil eftir kríggið, sum Ingvard kom at koyra. Hesin bilur sigst at vera annar bilurin í bygdini tá. Ingimund gjørdist ein góð hjálp í húsinum eftir at Einar doyði. Her varð hann til børnini vóru vaksin og flutt heimanífrá. Laurusa blómur Laura hevði ein lítlan urtagarð niðanfyri húsini, nakað sum nógv ikki høvdu tá á døgum. Hetta gekk hon høgt uppí. Táið tey komu aftur úr Íslandi í 1926, hevði Laura blómur heim við sær, sum blivu kallaðar Laurusa blómur og komu tær so við og við runt allar Føroyar. Fyrst helt hon, at tær vóru útdeyðar, tí reisan heim hevði veri so long, og tí bað hon Einar taka meira heim við sær næstu ferð. Hetta er eitt vakurt minni um hana. Samanhaldið í bygdini var so serliga gott, og Laura segði ofta, at tað var sum, at øll vóru ein familia. Hetta var henni ein stór troyst og hjálp, tá ið hon sat eftir við seks børnum og uttan egna familju um seg. Har vóru mong, sum í tí stilla settu ein posa uttanfyri húsini. Ikki var nógv at taka av, tí øll høvdu fult hús av børnum. Eitt dømi var teir fimm Olsenbrøðurnur við 55 børnum. Onkur av teimum doyði eisini í góðum aldri. Einaferð kom ein bindimaskina í húsið, og bant Laura so fyri onnur. Hvussu hon kom bleiv ongantíð tosað um. Sum fleiri onnur fekk Laura arbeiði hjá Símun á Høgabóli, eisini áðrenn Einar doyð. Hon var eitt av teimum síðstu arbeiðsfólkunum á Høgbóli, áðrenn virksemið steðgaði. At arbeiða dugdi og orkaði hon væl, tað fall henni lætt. Tað er sagt, at ofta var sangur og nógvur látur runt um hana. Hon dugdi eisini væl at siga frá søgum. Tá arbeiðsdagurin endaði sungu arbeiðskvinnurnar altíð ”Bred dine nådes vinger.....” Eingin vegur var fyrstu tíðina, so farið var til gongu til arbeiðis. Laura gekk enntá heim til Rituvíkar til døgurða, táið børnini vóru smá. Onkuntíð var Laura í Havn á Bacalao. Hon búði tá hjá dóttrini Solveig. Hon fór eisini til Vestmannaoyggjarnar onkra vertíð. Tá vóru tey í ættini rættuliga bangin fyri, at hon ikki kom heim aftur, tí Oddbjørg og Ingimund búðu jú í Íslandi. Men heim aftur kom hon. Tá D.P.Højgaard byrjaði var hon har serliga í saltfiski, og tá Lynfrost kom, var hon við í flakaarbeiði til tann týsdagin, sum hon doyði hósmorgun, 69 ára gomul, í 1969. Ommubørnini halda ikki, at nakar annar í Rituvík tá átti ommu, sum var av bygdini til arbeiðis næstan hvønn dag. Einar og Laura høvdu kanska ikki altíð somu meiningar sum bygdafólkið. Viderø skrivar um fyrstu sjálvsstýrisatkvøðuna úr Rituvík, sum teir vóru vísir í, at Einar átti. Hann var kanska skyldmaður konu Jóannes bónda. Tey fingu seks børn Fyrsta barn teirra var Sigurjón Einar Einarsson f. 25.12.1918 á Høfn á Bakkafirði og doyptur á Skeggjastaðar kirkju tann 30.03.1919. Hann doyði 25.05.1981 í Rituvík. Hann giftist við Katrinu f. Hansen av Toftum. Børn teirra eru Eiler, Hensia, Hanna, Símun Leo, (6.04.1955-2007) og Laura. Oddbjørg Petrina Sonja f. 18.12.1920. Búði í Reykjavík frá 1946. Hon var fyrst gift við Edvard Mortensen úr Havn, og hon eigur Annu f. 21.08.1940, sum vaks upp hjá ommu síni Lauru í Rituvík. Oddbjørg og Gunnlaugur fingu Einar og Inga (Ingvinn Valdimar) Ingvard Elias, (1924-2006) Búði í Rituvík til um 1992, síðani í Saltangará. Giftur við Elinu f. Hansen úr Klaksvík. Tey eiga Elsu, Einar, Maiken, Kristian, Ingálvur, Leif (1962-1995) giftur í Hetlandi, og Ann Britt. Jenny Elsa f.11.06.25 gift Ova Eklund úr Tórshavn, búgva í Dragør í Danmark. Tey eiga Georg, Gunnlaug og Unu. Hon er tað einasta av systkjunum, sum er á lívi. Aimiee (1928-1983). Var sjúkrasystir, giftist til Noreg, búsetti seg ì Oslo. Solveig (1929-2004). Giftist við Karl Olsen, Tórshavn. Tey áttu trý børn, Frans, Eilen og Maria Andaliga virkin Laura byrjaði við sunnudagsskúla í missiónshúsinum, men bleiv seinni tann einasti í bygdini, sum gjørdist adventist. Av og á fekk hon vitjan av prestum frá meinigheitini. Laura tók ofta ommubørnini við í Havnardal á summarlegu. Mamma Honnu og Eiler var missiónsfólk og Lina, kona Ingvard, helt seg til brøðrunar. Aldrin hoyrdist um nakra tvístøðu um tað. Fólk í bygdini vóru kedd um, at Laura var farin til eina aðra samkomu, tí hon dugdi so væl at fortelja søgur. Hon skipaði eisini fyri útferðum fyri sunnudagsskúlabørnini. Hon tók sær ta tíðina, sum kravdist, og hetta dámdi børnunum so væl. Vit takka Honnu og Eiler fyri hesa áhugaverdu ættarsøguna. Tað er sjálvsagt nógvir íslendingar, sum eru giftir til Føroya. Men tað man hava verið sjáldsamt tá á døgum, at hjún, sum bæði er íslendsk flyta higar. Hjá teimum báðum var hesin túrin til Bakkafjørðin eitt serligt uppivilsi. Hetta er nevniliga fyrstu ferð, at tey hava verið í bygdini, haðani foreldrini fluttu til Føroyar. Tey vóru eisini inni í húsinum, har omman og abbin hittust, og har pápi teirra var føddur. Tað var stuttligt hjá fyrireikar- unum av ferðini at hava verið við til at gera hetta møguligt. Øssur Nielsen, kona hansara Hanna f. Einarsson, Eiler og kona hansara Karla Einarsson vóru inni í húsinum á Bakkafirði, har pápin og verpápin varð føddur Hetta eru húsini, har omman og abbin hittust, og har sonurin Sigurjón Einar var føddur. Her búðu eisini føroyskir útróðrarmenn Í kirkjugarðinum á Bakkafirði var henda grøvin, sum kundi eftir navninum Jón Nicolaisson Højgaard havt við Føroyar at gera. Hann var føddur 6.1.1869 og doyði 1.8.1934. Er nakar sum kennist við hetta? Eydna og Atli Gregersen skipaði fyri føroyskum sangi í kirkjuni á Seyðisfjørðinum og eisini í kirkjuni á Bakkafirði, har henda myndin er tikin ➘