mikudagur 28. oktober 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 206 • 28. oktober 2009
MIÐvIkaN
17
T
ó kann ikki sigast, at Seyðis
fjørður er nakar heimsbýur.
Har búgva bert eini 800 fólk.
Býurin er merktur av útlendskari
ávirkan. Her vóru nógvir danskir
og norskir handilsmenn frá
miðjuni av 19. øld. Hetta hevur
eisini merkt byggiháttin í býnum,
tá menn fóru at innflyta liðug
norsk hús.
Serliga var tað sildavinnan
árini 18701900, sum kom at seta
sína ávirkan á býin. Tá fór býurin
rættuliga at vaksa, og hann fekk
býarheitið í 1895.
Tað koma nógv ferðafólk til
Seyðisfjarðar, og er hetta fyrst
og fremt takkað verið Norrønu.
Fólkið hjá Smyril Line gjørdi eisini
sítt til at gera hendan túrin so
væleydnaðan. Her var fyrst og
fremst talan um Jónas Hallgrims
son, sum sera væl dugdi at leggja
skránna. Hann var eisini við
ein part av ferðini. Hetta eigur
hann tøkk fyri. Jónas er væl
kendur í Føroyum sum fyrrverandi
nevndarlimur í Smyril Line.
Móttøkan var eisini góð. Borg
meistarin á Seyðisfirði Ólafur
Sigurðsson bjóðaði ferðalagnum
vælkomið, har hann legði dent
á sambandið millum Føroyar og
Ísland og ikki minst Seyðisfjørðin.
Føroyingar eru nevniliga allar
tíðir komnir til Seyðisfjarðar. Skip
ini sum fiskaðu á Eysturlandinum
komu inn higar. Ofta var tað fyri
at halda sunnudag. Aðrar tíðir var
tað fyri at kroka.
Men so var tað eisini útróðurin
til lands. Summir útróðrarmenn
høvdu støð inni í Seyðisfjørðinum.
Aðrir vóru úti við munnan. Á norð
ara armi vóru teir á Brimnesi, sum
nú er avtoftað, men har tað eru
toftir, sum minna um gamla tíð.
Her er vist nakað ringt at koma
til, men tað er kortini møguligt.
Hetta var stóra útróðrarplássið
hjá føroyingum.
Á sunnari armi á Seyðisfjørð
inum, sum er 10 fjórðingar djúpur,
er tað Skálanes, har tað enn er
ein garður, og har vit vitjaðu.
Her kundi eisini síggjast, hvar
føroyingar høvdu búleikast. Her
var ringt at koma til, men tað er
tó koyrandi.
Millum Seyðisfjørðin og
Skálanes er Hánefsstaðir, har
eisini varð róð út. Millum teir
sum róðu út her var í hvussu
er Andrass í Pállstovu av Eiði.
Hann varð umrøddur í Miðvikuni
í frásøgn hjá abbasoni hansara
Tórhalli Andreassen.
Ein annar abbasonur Tummas
Andreassen var eisini við á hesum
túrinum. Andrass hevur so eisini
verið á Skálanesi og Brimnesi.
Eisini áhugi fyri
søguni í Íslandi
Alt hetta er felags søga hjá íslend
ingum og føroyingum. Áhugin fyri
henni er stórur í Føroyum. Millum
annað kom hetta til sjóndar í
hesi ferðini. Sjálvur havi eg gjørt
rættuliga nógv fyri at fáa hesa
søgu á prent fyrst í FFblaðnum
og seinni í Sosialinum. Hetta
hevur víst seg at hava stóran
áhuga millum fólk.
Men áhugin er eisini stórur í
Íslandi. Hetta sást eisini á hesi
ferðini. Komið varð á Seyðisfirði
í samband við Rannveig Thór
hallsdóttir, sum er við í eini
verkætlan at kanna søguna hjá
norðmonnum og íslendingum í
samband við útróður til lands á
eysturlandinum.
Vit hava avtalað samstarv. Hon
fekk tað tilfar, eg hevði við til
Íslands og eg havi frá henni fingið
samrøðu, sum hon í Íslandi hevur
havt við føroyska konu um lívið
hjá pápanum, sum var væl kendur
á hesum leiðum.
Á Seyðisfirði er eisini Fjarðar
sel, sum er millum tey elstu
vatnravmagnsverk í Norðan
londum. Tað er bygt í 1913 og
er enn virkið. Har er eisini eitt
museum, sum tað ber til at vitja.
Sagt varð á Seyðisfirði, at hetta
verk fyri ein stóran part varð
fíggjað av peningi, sum føroyskir
útróðrarmenn løgdu til býin.
Ferð verður aftur
Tað eru nógv, sum hava sagt frá,
at tey fegin høvdu viljað verið á
hesum túrinum til Íslands. Men
hetta kom so mikið seint í lag,
at fólk høvdu lagt aðrar ætlanir.
Kortini var fullsett.
Men møguleiki verður aftur
komandi ár. Smyril Line hevur
longu lagt ætlan um ein líknandi
túr og um ein vikutúr, har tað
verður betri tíð, og møguleiki
verður at síggja meira av slóðun
um hjá føroyskum fiskimonnum.
Hetta verður lýst nærri
Ódnin 20. september
1900
Føroyingar eru komnir til Seyðis
fjarðar í meira enn 100 ár. Ein av
teimum, sum fekk niðurskrivað
heilt væl av føroyskari fiskimanna
søgu var Erling Poulsen, lærari
í Vági, sum doyði fyri nøkrum
árum síðani. Erling var ein dyggur
stuðul hjá FFblaðnum, og fekk
blaðið eina ferð frásøgn frá
honum um eitt tiltikið ódnarveður
20. september 1900.
Hetta hevur verið um javn
døgurstíð, og javndøgursstormar
hava altíð verið tiltiknir. Seinni
royndu skipini altíð at vera heim
komin áðrenn hesa tíðina. Men
hesin stormur í 1900 kostaði
tveimum føroyskum fiskimonnum
lívið. Her er ein partur av
frásøgnini hjá Erling.
Ár 1900 var eitt ræðuligt ódnar
veður um heystið, nevniliga tann
20. september. Abbi mín var við
skipi, ið var statt millum Ísland
og Føroyar í hesari ódnini, og eg
hoyrdi hann so mangan taka taka
til, at verri veður enn tá var kundi
ikki blíva aftur.
Royndin Fríða
Í hesum ódnarveðrinum fóru
tvey føroysk skip á land
á Seyðisfirði og blivu
Seyðisfjørður, okkara grannabýur
Seyðisfjørðurin kann saktans roknast fyri at vera okkara heimabeiti. Hann er nærmasti býur vit kunnu røkka við
ferðamannaskipi úr Føroyum. Siglingin tekur bert 18 tímar, ein stórur partur er um náttina. Hin tíðin merkist ikki
➘
Føroyingar
róðu eisini út á
Skálanesi
Her síggja vit ein part av ferðalagnum avmyndað á Skálanesi.
Nummar 3 frá vinstru í fremsta raði stendur Jónas Halgrimsson