Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-28, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. oktober 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í kvøld klokkan 19 bresta Tjald ur og Stjørnan saman í sonnum oddabraki í Runa vík. Hetta eru tey bæði liðini, sum eru kom in best frá byrjan í kapp ing­ ini í vetur, umframt at tað vóru hesi bæði, sum síðsta kapp ing ar ár spældu FM­finalurnar Hóast talan bert er um fjórða umfar í Sunset-kappingini, er talan sam- stundis um fyrsta veruliga odda- dystin hjá kvinnunum í vetur, nú Tjald ur í kvøld klokkan 19 tekur ímóti Stjørnuni í ítróttarhøllini í Runa vík. Undan dystinum hava liðini spælt tríggjar dystir í part, og sigast má, at tey bæði hava fingið eina flúgvandi byrjan. Tjaldur hevur vunnið sínar dystir við 12 málum í miðal og Stjørn an hevur í miðal vunnið sínar dystir við 14 málum, so talan verður um eina veruliga styrkiroynd. Tað vóru eisini Tjaldur og Stjørnan, sum síðsta kappingarár endaðu á teim um báðum fremstu plássunum á stigatalvuni og tí spældu FM- finalur nar, har tað eydnaðist Tjaldri – enntá sum uppflytari – at vinna tvær tær fyrstu og gerast føroya- meist ari fyri fyrstu ferð. Óivað er tað nakað, Stjørnan ætlar at gera nakað við í ár, so lítið man vera at ivast í, at klaksvíkskvinnur eru sera uppsettar, nú tær í kvøld koma út á Skálafjørðin, har eitt minst líka so uppsett Tjaldurslið tekur ímóti teimum, tí upprunaliga søgdu tey í Tjaldri, at tað var ikki fyrr enn í vetur, at ætlanin var at taka meistara- heitið. Umframt Tjaldur og Stjørnuna, hev ur Neistin eisini vunnið tríggjar ferðir, so nógv bendir á, at tað verða hesi trý, ið fyrst og fremst koma at kapp ast um kvinnugullið í vetur. Vinnar in í Runavík í kvøld fer tvey stig fram um hini og hevur so vun n ið sær fyrs- ta fyrimunin í odda stríðn um. ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 28. oktober 2009 Oddaliðini í Sunset- kappingini, sum hittast í Runavík í kvøld, vóru eisini oddalið síðsta kappingarár Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Oddabrak í Runavík Sunset-kappingin 1 Stjørnan 3 3-0-0 98-56 +42 6 2 Tjaldur 3 3-0-0 106-70 +36 6 3 Neistin 4 3-0-1 109-92 +17 6 4 VÍF 4 1-0-3 91-124 ÷33 2 5 VB 3 0-0-3 58-83 ÷25 0 6 StÍF 3 0-0-3 60-97 ÷37 0 Stig er tikið til regluliga flogbóltsvenjing í Sandoynni, har 18 børn úr allari oynni vóru við til fyrstu venjingina. – Her er ikki so nógv hjá børnum at fara til um veturin, so vónandi vilja fleiri teirra spæla flogbólt, sigur ein av venjarunum, Sigrid Petersen í Skálavík Síðsta mikukvøld var fyrsta venjingar kvøldið í Meginskúlanum, og har møttu 18 børn úr allari oynni, og so at siga allar bygdirnar vóru eisini umboðaðar. Børnini verða vand eftir »Kids Volley«-fyrimyndini, sum fevnir um børn úr fjórða og fimta flokki, og tað eru Liljan Hentze á Sandi og Sigrid Petersen í Skálavík, ið taka sær av venjingini. – Her er ikki so nógv hjá børnum at fara til um veturin, so vónandi vilja fleiri teirra spæla flogbólt. Av øðrum er barnadansur mánakvøld, og so hava eisini skótar verið, men eingin ítróttur hevur verið fyri børn- ini, sigur Sigrid, ið sigur vantandi ítróttartilboðini í Sandoynni um veturi n hava gjørt, at fleiri børn um vetur in ferðast úr oynni til Havnar at venja og kappast í ítrótti. – Øll foreldur eru helst ikki so fegin um at senda børnini við Teista- num av oynni á vetrartíð, og skal eg siga fyri meg, so vil eg fegin brúka eitt sindur av tíð upp á flog bólt s- venj ingarnar, kunnu tær gera, at børnini verða verandi í oynni. Flogbóltsvenjingin er partur av virk s eminum hjá B71, sum sostatt hev ur fingið eina ítróttargrein aftrat, og bæði Liljan og Sigrid kenna til flog bóltin frá tíð síni uttan fyri Sand- oynna. Liljan frá Læraraskúlanum og Sigrid frá Fleyr og eisini onkrum felag í Århus, tá hon búði har. – Børnini lótu øgiliga væl at fyrsta kvøldi num og vóru spent at koma aftur. Vit vóna, at hetta fer at menna seg, men í fyrsta umfari taka vit hen- da veturin. Longu nú hava vit teknað trý lið til Fleyr-kappingina, sum verð ur hálvan november, og kanska tað eisini kann skunda undir flog- bóltn í oynni, sigur Sigrid Petersen. Flogbóltur í Sandoynni einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Farið er nú undir regluliga flogbóltsvenjing í Sandoynni. Í fyrsta umfari er talan um venjing fyri børn í fjórða og fimta flokki, og longu nú hevur B71 meldað trý lið til komandi Fleyr-kappingina Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir