Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-28, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. oktober 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 28. oktober 2009 – Nr. 206 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21 Bólturin rullar enn í FSF Eingin niðurstøða varð gjørd á óvanliga drúgva starvsnevndarfundinum í FSF-húsinum í gjár Undan fundinum varð annars gitt, at forsetin, Høgni í Stórustovu, fór at seta fram ynski um koyra aðalskrivaran, Ísak Mikladal, úr starvinum. Gitingarnar undan starvsnevndarfundinum í gjár gingu eisini uppá, at fekk forsetin ikki undirtøku fyri at fáa aðalskrivaran úr starvi, fór forsetin sjálvur at leggja frá sær. Men hóast ljóst var í FSF- húsinum til út ímóti midnátt, so varð eingin niðurstøða av hesum slagnum gjørd á fundinum, skilst. Tað ber illa til at fáa nakra frágreiðing um, hvat hendi á fundinum, tí annaðhvørt taka starvsnevndarlimir ikki telefonina ella vilja teir einki siga. Heldur ikki hevur verið gjørligt at fingið fatur í aðalskrivaranum, sum er staddur uttanlands. Nógv kundi tó bent á, at talan ikki hevur verið um nakað ultimatum, sum skuldi verða sett fram á fundinum, tí enn eru Høgni í Stórustovu og Ísak Mikladal ávikavist forseti og aðalskrivari í Fótbóltssambandinum. -mørk/hil Ragnvaldur Jensen, sum í farnu viku var í Reykjavík til EM í svimjing fyri brekað, megnaði at seta tvey føroysk og at vinna eitt bronsuheiðursmerki Avbera væl gekst Ragnvaldi, ið svam tríggjar kappingar og kom í finaluna í øllum. Besta avrik hansara í EM- kapp ingini í Reykjavík var í 100 metra bringusvimjing, har tað eydnaðist honum at seta føroyskt met og vinna bronsu við tíðini ein minuttur og 17,20 sekund, umframt at hann hevur lagt seg á sættapláss á heimsstyrkilistanum í sínum bólki í hesi greinini. Eisini í 100 metra frísvimjing fekk Ragn valdur sett føroyskt met, tá hann legði teinin afturum við tíðini ein minuttur og 0,35 sekund. Her kom hann í finaluna við fimtbestu tíð ini, men í sjálvari finaluni fekk hann vunnið seg enn longur fram og tók fjórðapláss, umframt at seta met ið. Í ryggsvimjingini, sum ikki er sterk asta greinin hjá Ragnvaldi, kom hann eisini í finaluna, har tað eydn- að ist honum at fáa fimtapláss við tíð ini ein minuttur og 16,86 sekund. Ragnvaldur Jensen, sum dagliga ven ur í svimjifelagnum Flot á Toft- um, kappaðist í bólkinum S14, ið er bólkurin fyri tey menningartarnaðu. Eftir góðu úrslitini í Reykjavík hevur hann sett sær fyri at gera enn meira við venjingina, so hann í komandi kapp ingum kann taka seg enn long- ur fram. Fótbólturin missir ov nógvar talentríkar spælarar, og tað er nakað, sum Todi Jónsson ætlar sær at gera nakað við Á heimasíðuni, fodboldcoaching.dk, sum læt upp í dag, bjóðar Todi Jóns- son sína vitan frá eini langari yrkis- leið sum fótbóltsspælari fram til ung ar vón- og kanska eisini evna rík- ar fótbóltsspælarar. Talan er um servenjing innan bæði coaching og tekniskan førleika annars, og kunnu spælarar niður í sjey ára aldur fáa gleði av teimum roynd um, sum Todi sjálvur hevur vunn ið sær. – Hetta verður sjálvandi ikki gjørt, uttan at foreldrini eru við. Er ein ung ur spælari, sum ynskir at fáa veg leið ing, er eitt prát við foreldrini tað fyrsta, sum er á skránni. Hetta ger, at tað ber til at taka støði í ein- staka spælaranum, sigur Todi Jóns- son. – Ein trupulleiki við ung dóms- venjing er jú eisini, at venjararnir sjáld an hava stundir ella møguleika til at hava individuella venjing við spælar unum. Tað er nakað, eg kann hjálpa við til. Og eisini er tað mín vón, at hetta í einstøkum førum kann gera, at spælarar, sum annars hava mist motivatiónina, kunnu fáa hug til fótbóltin aftur. Tí tað er ein trupul leiki, at fótbólturin missir ov nógv talent, og eg vóni, at hesin skúlin – sum er tann einasti av sínum slag – kann hjálpa upp á tann partin, sigur Todi Jónsson. Real Madrid í stórtapi Annað árið á rað er spanska stórfelagið, Real Madrid, komið í neyð av einum nógv lægri felag í steypakappingini. Í fjør reyk venjarin, Bernd Schuster, eftir at triðjudeildarfelagið, Real Union, basti Real Madrid í steypakappingini, og nú vænta eygleiðarar, at Manuel Pellegrini er um at fáa somu lagnu. Í øllum førum fekk Real Madrid ein ordans ein frammaná í gjárkvøldið, tá milliarddýra liðið tapti 4-0 fyri Alcorcon, sum spælir í triðbestu deildini. Enn hevur Real Madrid heimadystin eftir ímóti Alcorcon, men verður hann ikki vunnin trivaliga, peikar alt á eitt venjaraskifti aftur í ár Svenskur endaspurtur Alt bendir á ein svenskan endaspurt uttan síðustykki, tá IFK Göteborg og AIK Stockholm møtast á Gamla Ullevi í Göteborg sunnudagin í seinasta landskappingar- umfarinum í Allsvenskan. IFK misti tvey týðandi stig á heimavølli ímóti Halmstad í gjárkvøldið, tá tað bara gjørdist til 2-2 – og tá var Halmstad enntá á odda 2-0, áðrenn Tobias Hysén skoraði tvey mál fyri IFK. AIK spælir í kvøld á heimavølli ímóti Örebro, og eydnast AIK at fáa stig, verður tað vinnarin í allarseinasta dystinum, sum verður svenskur meistari. Ragnvaldur Jensen megnaði at vinna eitt bronsuheiðursmerki og seta tvey føroysk met í EM-kappingini í svimjing fyri brekað, sum var í Reykjavík í farnu viku Mynd: ÍSB Todi byrjar fótbóltsskúla Heimasíðan hjá Toda Jónsson, har hann bjóðar sær til at leggja ungum fótbóltsspælarum lag á, læt upp í dag Ragnvaldur tvey met og bronsu jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen