týsdagur 27. november 2001síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 229 - 27. november 2001
45
Fortreytir fyri
útrokningum
Fyri at kunna gera eina út-
rokning av møguligum
kolvetnisinntøkum, so er
neyðugt at seta nakrar for-
treytir, tí nógvir faktorar
eru sum ávirka eina slíka
útrokning. Tað er ikki bara
treytað av, at talan er um
kolvetni ella eingi kolvetni.
So um vit seta fyri at:
• funnið er eitt gassfelt 50
mia. m3 til støddar (í hes-
um hugsaða felti eru
eisini 70 mió tunnur av
olju)
• at gassrørleiðing verður
bygd til St. Fergus í Skot-
landi.
• at hesir reservar kunnu
framleiðast yvir 12 ár.
• at gassprísurin er 0,90
kr/m3 støðugt í 12 ár.
• at
inflatiónin
verður
2,5% um árið næstu 12
árini.
At hesir fortreytir verða
settar, merkir tó ikki at
nakar rættsiktaður persónur
veruliga trýr, at hetta
verður veruleikin næstu 12
árini. Hetta verður bert sett
upp fyri at geva eitt boð
uppá eitt møguligt »scen-
ario«. Tí er eisini neyðugt í
slíkum útrokningum at
hyggja at, hvussu úrslitið
verður ávirkað av broyttum
fortreytum.
Møguligar
oljuinntøkur
Um so var, at omanfyri
nevndu fortreytir eru til
staðar, og funnir vórðu 50
mia. m3 av gassi í føroysk-
um øki, so kundu skatta-
inntøkurnar verðið uml. 10
mia. kr. Hetta eru inntøkur
frá
framleiðsluavgjaldi,
vanligum kolvetnisskatti og
serligum kolvetnisskatti.
Vit eiga at minnast at hend-
an skattainntøka hevur ein
profil, sum spennir eini 12
ár. Í miðal eru hetta einar
800 mió. kr um árið í 12 ár.
Leggjast skal til merkis at
hesi tøl eru ikki nútíðar-
virðið av skattainntøkun-
um, men bert áljóðandi
virðið. Nútíðarvirðið av
hesum skattainntøkum við
einari 6% realdiskontering
er uml. 5 mia. kr.
Í mynd 1 sæst, at bein-
leiðis inntøkur landsins
kunnu koma upp í 1-1,5
mia. kr. um árið eini 5-6 ár
aftaná at olja er funnin.
Hetta heldur fram í eini 5-6
ár,
meðan
inntøkurnar
minka nógv hereftir. Flestu
inntøkurnar stava frá van-
liga
kolvetnisskattinum
(partafelagsskattinum).
Mynd 2 vísir okkum, at
um eitt 50 mia. m3 gassfelt
verður funnið, so kann tað
geva landskassanum eina
inntøku uppá 0 til 17 mia.
kr. yvir 12 ár alt eftir hvør
prísur kann fáast fyri
gassið. Hetta er væl lægri
inntøka enn um eitt oljufelt
uppá 600 mió. tunnur varð
funnið.
Mynd 3 vísir at um størri
nøgdir av gassi verða
funnar og framleiddar, so
kunnu beinleiðis inntøk-
urnar til landskassan tó
gerast størri. Um t.d. funnar
verða 80 mia. m3, so kundi
verið talan um einar 20-25
mia. kr. yvir eini 10-15 ár.
Avleitt virksemi
Eisini er vert at hava í huga,
at íløgan sum fer at fara
fram í einum slíkum føri
kann vera einar 10-15 mia.
kr yvir eini 5 ár. Lítið er at
ivast í, at slíkar íløgur fara
at geva av sær virksemi fyri
føroyskar fyritøkur. Ongar
metingar eru gjørdar av
avleiddum virksemi, og
ivasamt er um tað yvir-
høvur er gjørligt at meta
um slík árin við teimum
stóru óvissum ið eru. Um
talan er um stórar óvissur í
at útrokna ta beinleiðis
inntøkuna til landið, so er
talan um enn størri óvissur
um roynt verður at meta um
avleidda virksemið. Men í
øllum førum eru tað ikki
ótýðandi upphæddir ið her
er talan um. Tað sæst eisini,
at longu nú hevur olju-
leitingin árin á virksemið í
Føroyum
og
tískil
á
føroyska búskapin.
Tað hevði eisini verið av
alstórum
týdningi
fyri
føroyska búskapin at fingið
eitt eyka bein at staðið á
afturat fiskivinnuni. Har-
afturat kann ein oljuvinna
virka konjunkturjavnandi
uppá føroyska búskapin við
at núverandi føroyski bú-
skapurin er nógv ávirkaður
av oljuprísum. Til dømis
verður nógv olja nýtt til
fiskiskip, farmaflutning og
orkuframleiðslu. Hetta við-
førir at tá oljuprísurin er
høgur, so er t.d. dýrt at
fiska, og so koma færri
pengar inn frá fiskivinnuni
til restina av samfelagnum.
Hinvegin, tá oljuprísurin er
lágur, so er tað keðiligt fyri
eina møguliga oljufram-
leiðslu meðan fiskivinnan
hevur tað gott.
Avleiðingar fyri
Føroyar
Orsakað av avtaluni við
donsku stjórnina, sum sigur
at møguligar føroyskar kol-
vetnisinntøkur skulu mót-
roknast í blokkstuðlinum
hevur verið sagt, at tað bert
eru danir sum fáa nakað
burturúr um kolvetni verða
framleidd í Føroyum. Um
útgangspunktið er, at før-
oyingar hava rætt til blok-
kin og við tað at blokk-
stuðulin verður lækkaður
um oljuinntøkur koma, so
er rætt, at tað bert eru danir
ið hava vinning av at olja
verður funnin í Føroyum.
Men um útgangspunktið
hinvegin er, at Føroyar ikki
hava ein hevdvunnan rætt
til blokkin, og kunnu missa
blokkstuðulin nær tað skal
vera (um vit skikka okkum
illa), so er tað ikki bara
danir, ið hava havt ágóða av
føroyskari kolvetnisfram-
leiðslu, men Føroyar hava
fingið eina kolvetnisinn-
tøku í staðin fyri eina ó-
vissa stuðulsinntøku. Hótt-
anirnar frá donsku stjórnini
í sambandi við samráð-
ingarnar síðsta ár vístu
nevniliga júst at Føroyar
ikki hava eind hevdvunnan
rætt til blokkstuðulin, men
at kann verða mistur eftir
stuttari tíð, um boð úr
Danmark ikki verða fylgd.
Víst er tó, at um bert eitt
gassfelt av tí stødd sum her
hevur verið roknað uppá
verður funnið og framleitt í
Føroyum, so verða inntøk-
urnar av hesari framleiðslu
ikki í sær sjálvum nokk til
at gera Føroyar búskap-
arliga óheftar av Danmark.
Verður
kolvetnisfram-
leiðsla undir Føroyum ein
veruleiki, so fer hetta tó
møguliga at føra við sær at
vit kunnu vera minni tengd
at olmussum úr øðrum
londum. Men hetta átti
heldur ikki at verið ein
politiskur trupulleiki, tí
mær vitandi siga allir før-
oysku politisku flokkarnir
seg vera fyri at økja um
búskaparliga sjálvbjargni
Føroya.
Samandráttur
Tað ið eg við hesi grein
havi roynt er, at telja fuglar
á takinum og meta um
virðið
á
skinninum
á
bjørnini sum (møguliga)
ikki er skotin enn. Enn eru
kolvetnisinntøkur nakað ið
hava sannlíkindi tengd at
sær. Harafturat er greitt, at
hetta eru inntøkur, sum í
fyrsta lagi vera av týdningi
eini 6-8 ár aftaná at
kolvetni eru funnin. Tá so
hesar inntøkur koma, so eru
tær neyvan nóg stórar í
fyrsta lagi til at gera
Føroyar óheftar av búskap-
arligum stuðli úr Danmark.
Tí eiga vit ikki at grunda
politikk í dag, ella avgerðir
um at gerast minni tengd at
Danmark, á møguleikan
fyri oljuinntøkum. Hetta er
ein avgerð sum eigur at
vera fullkomiliga óheft av
hesum møguleika.
Men sjálvt um kolvetni
undir Føroyum verður eitt
sannlíkindi har útfallið ikki
var, sum vit møguliga
ynsktu tað, so er hetta ong-
in skandala. Sjálvur havi eg
nú ongantíð hildið at bú-
skaparliga sjálvbjargni Før-
oya eigur at verða treytað
av at olja verður funnin.
Føroyingar eru ikki minni
produktivir
enn
onnur
fólkasløg og vit eiga tí at
kunna forsyrgja okkum
sjálvum á sama hátt sum øll
onnur lond. Týdningar-
mesta rávøra í Føroyum er
framvegis tað, sum vit hava
millum oyruni, sum ger at
vit støðugt økja um okkara
framleiðsluvirði
við
at
framleiða matvørur og lutir
betri, skjótari og bíligari.
Í mynd 1 sæst, at beinleiðis inntøkur landsins kunnu koma upp í 1-1,5 mia. kr. um árið eini 5-
6 ár aftaná at olja er funnin. Hetta heldur fram í eini 5-6 ár, meðan inntøkurnar minka nógv
hereftir. Flestu inntøkurnar stava frá vanliga kolvetnisskattinum (partafelagsskattinum).
Mynd 2 vísir okkum, at um eitt 50 mia. m3 gassfelt verður funnið, so kann tað geva
landskassanum eina inntøku uppá 0 til 17 mia. kr. yvir 12 ár alt eftir hvør prísur kann fáast
fyri gassið. Hetta er væl lægri inntøka enn um eitt oljufelt uppá 600 mió. tunnur varð funnið.
Mynd 3 vísir at um størri nøgdir av gassi verða funnar og framleiddar, so kunnu beinleiðis
inntøkurnar til landskassan tó gerast størri. Um t.d. funnar verða 80 mia. m3, so kundi verið
talan um einar 20-25 mia. kr. yvir eini 10-15 ár
45
44
Nr. 229 - 27. november 2001
Skattainntøkurnar frá
einum gassfelti á 50
mia. m3 kunnu verða
10 milliardir krónur.
Gass hevur lægri virði
enn olja, og kost-
naðarmiklari er at
útvinna gass enn olju.
Møguligu skattainn-
tøkurnar eru til-
svarandi minni, og
ikki nokk til at blokk-
stuðulin kann verða
skorin burtur í
einum.
Regin Hammer
Fleiri útrokningar hava
verið frammi í føroyskum
og donskum fjølmiðlunum
seinastu tíðina, sum hava
ætlað at víst hvussu nógvar
inntøkur Føroyar kunnu
vænta at fáa, um olja verður
funnin í stórum nøgdum.
Búskaparfrøðingurin Kári
Petersen vísti í grein í
Sosialinum fyri stuttum eitt
roknistykki, ið vísti at við
ávísum fortreytum, so varð
eitt oljufelt við 600 mió.
tunnum vert 17 milliardir
fyri landskassan við einum
oljuprísi uppá $21/tunnu.
Niðurstøða Kára var, at
eftirsum virðið av møgu-
ligum oljuinntøkum var
lægri enn nútíðarvirðið av
framtíðar heildarveitingum,
so fóru Føroyar ikki at
gerast ríkari av at olja varð
funnin. Hetta grundað á
avtaluna við danir frá 1992
sum sigur, at møguligar
oljuinntøkur verða mót-
roknaðar í heildarveiting-
ini. Sjálvt um roknihátturin
langt frá er hin sami, so eri
eg komin til stórt sæð sama
úrslit sum roknistykkið hjá
Kára. Eg havi roynt at gera
somu
útrokning
við
veruleikakendum
fram-
leiðslu- og útreiðslupro-
filum fyri útbyggingar, sum
kundu verið nýttar her um
leiðir. Úrslitið sum eg eri
komin til er umleið 20
milliardir
í
beinleiðis
inntøkum til landskassan
yvir
eini
25
ár,
um
framleiddar verða 600 mió.
tunnur við einum miðal
oljuprísi uppá $21/tunnu.
Higartil hevur tó ikki
verið roknað uppá møgu-
ligar inntøkur um gass
verður funnið. Her skal
verða greitt frá hvussu
stórar slíkar skattainntøkur
kundu verið, um gass verð-
ur funnið í rakstrarverdum
nøgdum. Fyrst verður hugt
at
royndunum
higartil,
sannlíkindunum
fyri
kolvetnisfundi og føroysku
skattatreytunum.
Royndirnar higartil
Tríggir leitibrunnar eru nú
boraðir undir Føroyum, og
greitt er nú, at tveir av hes-
um hava rakt við kolvetni,
og ein hevur rakt við ein
feril av kolvetnum. BP
brunnurin Svínoy-1 rakti
við kolvetni, men nøgdir-
nar vóru ov lítlar, meðan
Statoil brunnurin Longan-1
var so gott sum turrur, bert
við einum ferili av kolvetn-
um.
Harafturímóti
var
kunngjørt fyri stuttum, at
Faroes
Partnership
við
Amerada Hess á odda hev-
ur funnið kolvetni í leiti-
brunni sínum Marjun-1z
slíkum nøgdum, at tað
kundi gjørst lønandi. Sagt
varð, at tað í høvuðsheitum
var gass ið var funnið. Í
løtuni er tó ikki greitt
hvussu nógv gass talan er
um. Komandi tíðin fer at
vera sera spennadi, tí at
hendan fer at vísa um tey
kolvetni ið funnin vóru, eru
í rakstrarverdum nøgdum.
Vit eiga tó ikki at leypa
framav av hesi orsøk. Vit
eiga at minnast til, at
Føroyar
eru
langt
frá
nøkrum gassrørleiðingum
og øðrum infrastrukturi, og
sera dýrt kann vera at
byggja slíkar rørleiðingar
úr Føroyum til Skotlands. Í
roynd og veru kann gott
vera, at frástøðan ger, at
ikki loysir seg at gera nakað
við fyrsta føroyska kol-
vetnisfundin fyrr enn onkur
annar byggir eina gassrør-
leiðing hendan vegin. Tað
kann tí væl hugsast, at
bíðað verður fleiri ár, áðr-
enn farið verður undir at út-
byggja hendan fyrsta før-
oyska kolvetnisfundin. Tað
kann so føra við sær, at enn
longri tíð gongur inntil
nakrar inntøkur fara at
koma inn í landskassan av
hesi framleiðslu. Her skal
verða hugt at møguligum
beinleiðis inntøkum til
landskassan um
Hetta, at kolvetni eru
funnin í slíkum nøgdum,
sum The Faroes Partnership
nú eftir øllum at døma
hevur gjørt, ger eisini at
føroyaøkið eisini framhald-
andi er áhugavert í sam-
bandi við oljuleiting. Tí
kann ivaleyst roknast við,
at væl verður leitað á før-
oyskum øki framyvir.
Sannlíkindi
BP boðaði frá, at teir rokn-
aðu við 40% sannlíkindi
fyri at finna olju, meðan
Statoil nevndi 30%. Um vit
seta fyri, at sannlíkindini
fyri at finna olju í brunn-
inum hjá Amerada Hess var
20%, so vóru samlaðu
fundsannlíkindini fyri at
kolvetni var í minst einum
av teimum trimum brunn-
unum 66%. Og tað vísti seg
eisini at kolvetni var at
finna í einum av teimum
trimum brunnunum. Hend-
an sannlíkindarokning er
grundað á, at fundsann-
líkindini í teimum trimum
brunnunum vóru óheft, og
at leitiváðin var rætt rokn-
aður av jarðfrøðingunum.
Um sagt verður, at næstu
5 brunnarnir ið skulu borast
á føroyskum øki innan
næstu 5 árini hava fund-
sannlíkindi uppá 20% hvør,
so er 67% sannlíkt at kol-
vetni eisini verða funnin í
minst einum av teimum 5
brunnunum. Um fundsann-
líkindini eru 30% í hvørj-
um einstøkum av teimum 5
brunnunum (sum er tað
sama sum Statoil metti á
Longan-1) so eru 83%
sannlíkindi
at
kolvetni
verða funnin í minst einum
brunni.
Tá vit tosa um sannlík-
indi, so eigur at havast í
huga, at á sama hátt sum at
rokna hvussu nógv ein
kann vinna í Happadrátt-
inum, so er lutfalsliga lætt
at rokna uppá hvussu nógv-
ar pengar ein kanska fær.
Trupulleikin er bara, at
útfallið av einum sannlík-
indi gerst ikki altíð tað mest
sannlíka útfallið. Tað hjálp-
ir ikki nógv, at tað vóru stór
sannlíkindi at vinna í
Happadráttinum, tá tað,
aftaná at drigid er, er greitt
at ein ikki hevði vunnið.
Antin hevur ein vunnið ella
ikki - eingin 67% ella 83%
vinnur.
Hetta eru fortreytirnar
fyri oljuvinnuni. Talan er
um eina vinnu har stór
óvissa er um úrslitið, og har
nógvir pengar verða nýttir
til oljuleiting uttan at olja
verður funnin. Orsøkin at
víst verður til hesi heldur
torskildu sannlíkindi er, at
tey eiga at vera havd
frammarlaga í huganum, tá
tosað verður um møguligar
inntøkur til landskassan av
einari
møguligari
kol-
vetnisframleiðslu.
Føroyska kol-
vetnisskattaskipanin
Áðrenn sjálvt roknistykkið
verður sett upp, skal her
stutt greiðast frá grundar-
lagnum undir einari møgu-
ligari føroyskari inntøku av
oljuframleiðslu, sum er
kolvetnisskattaskipanin.
Føroyska kolvetnisskatta-
skipanin varð samansett í
1999 og 2000 áðrenn 1.
útbjóðingarumfar byrjaði.
Skattaskipanin er saman-
sett av trimum lutum sum
eru
framleiðsluavgjald,
vanligur kolvetnisskattur
og serligur kolvetnisskattur.
Framleiðsluavgjaldið
er,
sum navnið sigur, eitt
avgjald á kolvetnisfram-
leiðslu har goldin verða til
landskassan 2% av sølu-
virðinum av allari fram-
leiddum kolvetnum. Har-
umframt verður goldin van-
ligur kolvetnisskattur, sum
verður roknaður á sama
hátt sum vanligur parta-
felagsskattur.
Bert
er
skattasatsurin nakað hægri
enn
partafelagsskatturin
(27% í staðin fyri tey 20%
sum partafelagsskatturin er
í løtuni). Serligi kolvetnis-
skatturin er í trimum stig-
um sum eru tengd at innara
avkastinum
í
hvørjum
einstøkum oljufelti. T.v.s. at
skattasatsurin
økist
so
hvørt sum avkastið av olju-
/gassfeltinum økist. Tey trý
stigini eru 10%, 25% og
40% skattasatsir, sum koma
afturat tá avkastið av tí
einstaka olju-/gassfeltinum
kemur upp á ávíkavist 20%,
25% og 30%. Komast kann
soleiðis tilsamans upp á ein
marginalskatt uppá 57%
um talan er um eitt oljufelt
við stórum vinningi. Hend-
an skattaskipan er grundar-
lagið undir beinleiðis inn-
tøkunum til landskassan av
einari
møguligari
kol-
vetnisframleiðslu í Føroy-
um.
Royndirnar higartil, sannlíkindi og
møguligar kolvetnisinntøkur
Regin Hammaer starvast í dag hjá danska orkufelagnum
Dong. Greinina hevur hann tó skrivað sum privatmaður.
Regin hevur fylgt væl við í oljuvinnuni øll tey seinastu
árini, og hevur millum annað tikið útbúgving í oljubúskapi
í Skotlandi.
Mynd: Jan Müller
C
M
Y
K
44