Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. oktober 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 BILAR • LÝSINGABLAÐ FRÁ SOSIALINUM • OKTOBER 2009 Heiðurslønirnar regna yvir VW Golf. Hann er ársins bilur í øllum heiminum, og nú er hann eisini kosin ársins tryggasti bilur Síðan nýggi VW Golf kom á marknaðin fyrst í hesum árinum hevur hann fingið óteljandi heiðurs lønir. Er hann við í eini test millum fleiri bilar í sama klassa, er tað sum oftast hann sum fær flest stig. Hann er kosin World Car of the Year 2009, og nú er hann eisini kosin ársins tryggasti bilur. Seinasta árið eru tilsamans 28 ymiskir bilar krasjtestaðir av EuroNCAP, harav 24 bilar hava fingið fimm stjørnur. Hóast bilarnir fáa fimm stjørnur, fáa teir stig fyri ymiskar eginleikar. Tann bilurin sum fekk fimm stjørnur og flest stig, varð VW Golf. Hann fekk 84,6 stig og er sostatt ársins tryggasti bilur. Bíligasti VW Golf kostar 223.000 krónur, og tann dýrasti Golf GTI kostar líka undir 400.000 krónur. Golf 1,4 TSI við 122 hk og 6-girum er tann sum flestu motorjournalistar rokna sum tað besta keypið, har kundin fær mest fyri pengarnar. Bilurin er væl útgjørdur, motorurin er kvikur og botntrekkið er upp á 200 Nm við 1.500 snún/min. Tann bilurin kostar 248.000 krónur í Føroyum. Ein VW Golf er altíð ein royndartúr verdur, tí bilurin er nakað heilt serligt. Tað er ikki uttan orsøk at hann fær so nógvar heiðurslønir frá motor journal- istum um allan heim. Kom fort- urin, koyrieginleikarnir og kvaliteturin eru á sera høgum støði. Bilurin kann síggjast og roynast hjá Bilasøluni í Hoyvík. Nýggjur Mazda3 Flott design og sportligir koyrieginleikar eyðkenna nýggja Mazda3, sum er vorðin ein lættari, økonomiskari og reinari bilur. Mazda3 kemur á føroyska marknaðin í november Mazda3, sum fyrstu ferð varð presentaraður í 2003 og bleiv ársins bilur í Danmark 2004, er nú avloystur av einum heilt nýggjum Mazda3. Nýggi Mazda3 er gjørdur eftir sama konsepti sum forgangarin, men hesin er munandi meira sportligur, bæði hvat designi og koyrieginleikum viðvíkur. Serliga nógv er gjørt við ljóðdoyving, fyri at sum minst hoyrist til motorin og dekkini undir koyring. Mazda3 er týðiliga inspireraður av konseptbilunum, sum Mazda hava sýnt fram á bilaframsýningum kring um í heiminum seinastu árini. Bilurin er eyðkendur við stórum opnum kølaragittari og linjum frá t.d. sportbilinum Mazda RX-8. Í fyrstu atløgu fæst Mazda3 við tveimum bensinmotorum: 1,6 við 105 hk og 2,0 við 150 hk, og tveimum dieselmotorum: 1,6 DE við 109 hk og 2,2 DE við 185 hk. Nýggi Mazda3 er lættari enn forgangarin, og motorarnir brúka munandi minni av brennievni, eins og CO2 útlátið er lægri. 2.0 bensinútgávan hevur i-Stop sum standard. Talan er um eina skipan har motorurin automatiskt slóknar, tá bilurin stendur stillur, og startar aftur tá fóturin nemur spitaran. Eins og forgangarin verður hesin gjørdur sum hatchback við fimm hurðum og sum sedan. Mazda3 kemur á føroyska marknaðin í november. Ársins tryggasti bilur Golf 1.4 TSI við 122 hk og 6-girum ið flestu motorjournalistar rokna sum tað besta keypið Nýggi Mazda3 hatchback við designlinjum frá sportbilinum Mazda RX-8