mikudagur 28. oktober 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
OKTOBER 2009 • LÝSINGABLAÐ FRÁ SOSIALINUM • BILAR 23
Citroën eru komnir á
marknaðin við einum
heilt nýggjum bili, C3
Picasso, sum við sínum
kassalíknandi designi
er við til at vísa hvussu
ein bilur kann vera
“cool”, samstundis sum
hann er rúmligur og
praktiskur
Innan bildesign skiftir mótin alla
tíðina, og tað er ikki altíð, at tað
verður hugsað so nógv um, at
bilarnir eru praktiskir og
rúmligir. Bara designið er smart
og fylgir nýggjasta mótanum.
Seinastu árini hava vit sæð
kassaformaðar konseptbilar á
bilaframsýningum kring um í
heiminum við rættiliga
sermerktum designi, og nú sær
tað út til, at hesir bilar eru
komnir í handlarnar. Ein av
hesum er Citroën C3 Picasso.
Tað sum eyðkennir bilin er smart
kassaformað design, rúmlig og
praktisk innrætting og gott
útsýni.
Citroën nevna sjálvir henda
designstílin fyri Space Box, tí
hóast bilurin ikki er so stórur
uttan, er hann sum ein rúmligur
MPV innan. Útsýnið frá
førarasetrinum er nakað fyri seg.
Við stórum rútum og smølum
A-stólpum er útsýnið sera gott
bæði fram eftir og til síðurnar.
Instrumentborðið er einfalt og
ergonomiskt rætt innrættað við
t.d. talgildum speedometri við
stórum tølum og eini kompaktari
gardanboks við øllum
kontaktunum. Alt er lætt at
handfara og at avlesa.
Eisini innrættingini er nógv
gjørt burturúr við atliti til at fáa
bilin so liðligan og praktiskan
sum gjørligt. Eitt nú eru
baksterini í tveimum (40/60) og
kunnu flytast 15 cm aftur og
fram til frama fyri gott beinpláss
aftan ella størri viðførisrúm.
Eins og vit hava sæð tað við tí
størra C4 Picasso, er hesin eisini
sera familju- og barnavinarliga
innrættaður. Hvat útgerð viðvíkur
hevur hann so at siga alt sum
standard. Hann hevur allan
trygdarpakkan sum t.d. ABS við
EBD og bremsuassistenti,
antispinn og seks airbag. Hvat
komforti viðvíkur hevur hann t.d.
køling í handskarúminum,
ferðpilot og aircondition við
pollenfiltri.
C3 Picasso fæst við 1,4 litra
bensinmotori við 95 hk ella 1,6
litra HDi dieselmotori við
partikulfiltri og 110 hk.
Bensinútgávan kostar 204.000
krónur og dieselútgávan kostar
220.000 krónur. Bilurin kann
síggjast og roynast hjá Ivan
Johansen Bilum.
SpaceBox frá Citroën
Citroën C3 Picasso við heilt
nýggjum SpaceBox designstíli
Citroën C3 Picasso er rúmligur og praktiskur
Instrumentborðið er einfalt og ergonomiskt rætt innrættað