Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-28, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. oktober 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 BILAR • LÝSINGABLAÐ FRÁ SOSIALINUM • OKTOBER 2009 Kunning um koyrit Umboð fyri bólkin, sum er settur av landsstýrinum til at fyrireika eina koyrtekniska breyt í Føroyum, vóru í september og hugdu eftir koyritekniskum anleggum í Danmark Ein arbeiðsbólkur er nú settur at kanna møguleikarnar fyri at gera eina koyritekniska breyt í Føroyum. Í mong ár hevur tað verið eitt ynski um at fáa eina slíka breyt við hálkubreyt, har bilførarar kunnu fáa grundleggjandi læru í bilkoyring, týdningin av at laga ferð, stýring og bremsing eftir umstøðunum og at royna vandamiklar støður í einum tryggum umhvørvi. Tað er Annika Olsen, lands­ stýriskvinna í innlendis málum, ið hevur sett bólkin, sum eftir ætlan skal koma við einum áliti áðrenn 1. januar 2010. Í bólkinum eru: Jákup Jacobsen, stjóri á Akstov­ uni, sum er formaður í bólkinum, Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, fulltrúi í Innlendismálaráðnum, Mikkel Heide Frandsen frá Landsverki, Helgi Magnusarson og John Martin Olsen løgreglu­ menn, Sølvi Reinert Hansen frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, og Jari Lykke frá Koyrilærara­ felagnum. Í september vóru umboð fyri arbeiðsbólkin saman við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, í Danmark og hugdu eftir hvussu koyritekniskar breytir virka. Vitjað var á eini koyritekniskari breyt á Amager og á FDM Sjællandsringen í Roskilde. Formaðurin í bólkinum, Jákup Jacobsen, sigur, at tey fingu nógv burturúr túrinum og sluppu sjálvi at royna ymsikt, eins og tey vórðu kunnað um hvørjir møguleikar eru slíkum anleggum. Hann roknar við, at vit um nøkur fá ár hava eina koytitekniska breyt við hálkubreyt í Føroyum. Myndir: Jákup Jacobsen Umboð fyri arbeiðsbólkin á vitjan hjá FDM Sjællandsringen, f.v.: Niels Wennicke, stjóri á FDM Sjællandsringen, Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, Jákup Jacobsen, John Martin Olsen, Annika Olsen, Helgi Magnusarson og Michael Malmquist, skeiðleiðari á FDM Sjællandsringen Á FDM Sjællandsringen f.v.: Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, Annika Olsen og Niels Wennicke Michael Malmquist, skeiðleiðari á FDM Sjællandsringen, greiðir frá um hvussu teir arbeiða