mikudagur 28. oktober 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 BILAR • LÝSINGABLAÐ FRÁ SOSIALINUM • OKTOBER 2009
Ein av heimsins kvikastu
sportbilum nakrantíð, Bugatti
Veyron, kemur eftir ætlan í eini
sedan útgávu um eini trý ár.
Talan verður um Bugatti Caliber,
sumhelst verður tann kvikasti
sedan við fýra hurðum, sum
nakarantíð er gjørdur.
Roknað verður við at bilurin,
sum fyri tað mesta verður
gjørdur úr kolfibri og poleraðum
aluminium, kemur at hava yvir
800 hk.
Fyrstu bilarnir koma á markn
aðin síðst í 2012. Árliga
framleiðslan verður upp á
tilsamans 300 bilar.
Í ár eru annars 100 ár liðin
síðan franska bilmerkið Bugatti
sá dagsins ljós í 1909. Bugatti
verksmiðjan varð sett á stovn av
Ettore Bugatti, sum var italienari.
Bugatti vórðu skjótt kendir fyri
sínar eksklusivu og sportligu
bilar við stórum motorum.
Bugatti verksmiðjan framleiddi
bilar til síðst í 50unum, tá hon
kom í fíggjarligar trupulleikar og
mátti gevast við framleiðsluni av
bilum. Í 1998 keypti VWkon
sern in rættindini til Bugatti.
Bugatti Caliber verður helst tann kvikasti sedan við fýra hurðum
Bugatti Galiber Concept
Leggið til merkis at bilurin hevur fýra útstoyt hvørjumegin aftan
Bugatti Caliber innan - einfalt og smart
Bugatti Caliber er sedanútgávan av heimsins kvikasta sportbili, Bugatti Veyron