mikudagur 28. oktober 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
OKTOBER 2009 • LÝSINGABLAÐ FRÁ SOSIALINUM • BILAR 27
Tá vanlukkan rakar, er
tað eingin skomm at siga
ja takk til proffesionella
hjálp. Tað er eins og aktiv
fyrstahjálp til kenslurnar,
sum hava fingið ein skelk,
sigur Sanne Pedersen
yvirsálarfrøðingur frá
Falck Healthcare
Nógvir menn - og harvið eisini nógvir
bilførarar - vilja helst sleppa undan at tosa
við ein sálarfrøðing.
Hetta kemst kanska av ymisk um
fordómum, sum t.d. at so skulu teir til
hoyra um, hvat tað var, sum gekk galið í
barndóm inum o.s.fr.
Sanne Pedersen, yvirsálar frøðingur frá
Falck Healthcare í Danmark, sigur, at hon
hevur havt nógvar klientar - eisini bilfør-
arar sum ikki roknaðu við at teir nakrantíð
fóru at fáa brúk fyri hjálp frá sálar-
frøðingi.
Men tað kann henda fyri øll. Menniskj-
an er fødd við evnunum at føla, og tí
verða vit ávirkað av tí, vit uppliva.
Verður ein sum bilførari inn blandaður í
eina ógvusliga ferðsluvanlukku, har fólk
fáa stóran skaða ella doyggja, so reagera
bæði kroppurin og kenslurnar.
Tað er heilt natúrligt at blíva ávirkaður
av eini ónatúrligari støðu, sum ein van-
lukka jú er.
Tað er ikki tekin um veikleika, ella at
ein er við at blíva óður í høvdinum,
tvørtur ímóti, sigur Sanne Pedersen.
Kreppusálarfrøði snýr seg um at hjálpa,
í hesum føri bilfør ar anum, at fyrihalda seg
til van lukkuna, hann hevur verið inn-
blandaður í og at stuðla viðkom andi eftir
vanlukkuna.
Her snýr tað rætt og slætt um at tosa um
vanlukkuna aftur og aftur. Hvat tað var
sum hendi, og hvussu tað kendist.
Nógvir bilførarar hava skuldar kenslu,
hóast teir einki skeivt hava gjørt. Sjálv
fyrstahjálpin snýr seg mest um, at bilfør-
arin sleppur at tosa um hendingina, meðan
onkur lurtar eftir honum.
Í slíkum føri eru kenslurnar ógvuliga
ymiskar, tað kann vera alt frá hjarta-
bankan, høvuðpínu, magapínu, vreiði,
irritatión, ella órimiligur atburður móti
sínum nærmastu.
Kroppurin og sinnið reagera ofta við
ótta, tí bilførarin ikki hevur royndir við
slíkum van lukk um og kann tí missa
tamar haldið á sær sjálvum og blíva
bangin.
Hetta er ein natúrlig reaktión og ikki
akutt sinnisjúka, sigur Sanne Pedersen.
Sálarfrøðingurin skal ikki taka ábyrgdina
og intiativið frá bilføraranum, sum er í
kreppu, men ístaðin er tað hansara upp-
gáva at sluðla, vegleiða og seta spurn-
ingar, so tað er bilførarin sjálvur, ið tekur
avgerðirnar.
Við tíðini vil skakandi hend ingin fáa
eitt natúrligt pláss í hugaheiminum hjá
bilførar an um, um hann sleppur at tosa um
ferðsluvanlukkuna og at arbeiða við sterku
upplivingini.
Kreppuhjálp til bilførarar
Tað er heilt natúrligt at blíva ávirkaður av eini ónatúrligari støðu, sum ein vanlukka jú er
Tá vanlukkan rakar, er tað eingin skomm at
siga ja takk til proffesionella hjálp
kr. 5.500,-
Prísir úr bert
grafikmaster.fo
Vit umboða Brenderup viðfestisvognar
og kunnu bjóða alskyns vognar
– bæði til vinnu og privat
...tín trúgvi fylgisveinur
Motorar Bátar Húsvognar suMMarHús navigatión viðfestisvognar
T.d. hava vit vognar...
til bátaflutning
til hestaflutning
til mc-/bilaflutning
til maskinflutning
Og vognar...
sum eru innilokaðir
sum eru opnir
sum hava vippulast
Síðani 1952 hevur danska verksmiðjan Brenderup framleitt
viðfestisvognar. Tilsamans eru fleiri enn 1.000.000
viðfestisvognar framleiddir á verksmiðjuni í Nr. Aaby.
Hetta týðir uppá at góðskan er í lagi og kundarnir eru nøgdir.
Tá ein keypir ein Brenderup viðfestisvogn, fer ein ikki skeivur.
Ring 59 14 00 ella støkk
inn á gólvið! Kanska hava
vit júst viðfestisvognin, tú
hevur brúk fyri.
Hoyvíksvegur 61 (2. Hædd) Postboks 3232 110 tórsHavn tel 591400 jan@startrade.fo