hósdagur 29. oktober 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 207 - 29. oktober 2009
Bankar áhuga í Íslandi
Íslendski handilsmálaráðharrin, Gylfi Magnússon, sigur
seg hava góðar vónir um, at útlendskir bankar og
fíggingarfeløg fara at gera íløgur í Íslandi, nú stjórnin og
Altjóða Gjaldoyragrunnurin IMF eru liðug at endurskoða
búskaparstøðuna og at meta um útlitini. Samstundis eru
stjórnin og IMF samd um at samstarva til mai í 2011
heldur enn november næsta ár sum upprunaliga ætlað. Á
tíðindafundi í Reykjavík í gjár segði Gylfi Magnússon, at
hann veit um útlendskar bankar og grunnar, sum fyrireika
seg til at gera íløgur í Íslandi, men sum hava bíðað eftir
einari semju millum stjórnina og IMF.
Danska vinnan á knøunum
Nýggj tøl hjá donsku hagstovuni geva eina skakandi mynd av,
hvussu meint altjóða kreppan hevur rakt tað danska vinnulívið.
Har sæst millum annað, at átta teir fyrstu mánaðirnar í ár var
umsetningurin í vinnuni 1.909 milliardir krónur ímóti 2.238
milliardum somu mánaðir í fjør. Afturgongdin er 14,7 prosent.
Tølini vísa, at afturgongdin hevur verið serliga stór í
byggivinnuni, sum hevur mist 21,6 prosent av sínum umsetningi.
Innan handils- og flutningsvinnuna er afturgongdin góð 17
prosent, í ídnaðinum 14,4 prosent og í landbúnaðinum smá 10
prosent, skrivar Ritzau.
Áhoyrari
í Føroya
Rætti
føldi seg
hóttan
Løgreglan kannar
nú eftir um ein
ákærdur í Føroya
Rætti eisini skal
ákærast fyri at hava
hótt ein áhoyrara
RættaRmál
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Týsdagin var ein maður í
Føroya Rætti, har hann
varð ákærdur og dømdur
fyri at hava bukað konu
sína av, soleiðis sum vit
greiddu frá í Sosialinum
í gjár.
Men nú kann tað henda,
at hann verður ákærdur
eina ferðina afturat.
Løgreglan kannar nú
eftir um maðurin eisini
skal ákærast fyri at hava
hótt ein áhoyrara, sum
var í rættinum hendan
dagin.
Mitt undir eini avhoyr-
ing gjørdi maðurin nakr-
ar faktir við arminum
sum fekk ein áhoyrara til
at føla seg hóttan.
Áhoyrarin meldaði til-
burðin fyri løgregluni og
løgreglan staðfestir, at
tey nú eru í ferð við at
kanna málið.
Nú skulu tær neyðugu
avhoyringarnar gerast og
so verður støða tikin til
um ákæra skal reisast
ímóti manninum, sigur
Bergleif Brimvík, leiðari
á kriminaldeildini.
Áhoyrarin
var
ikki
vitni í málinum. Hevði
talan verið um eitt vitni,
sum varð hótt, hevði
støðan verið heilt øðrvísi.
Tað hevði verið álvorliga
skerpandi, tí dómsvaldið
góðtekur undir ongum
umstøðum, at vitni eru
fyri ágangi av nøkrum
sum helst slag og að er
fyrr komið fyri, at fólk
eru dømd mánaðir í gegl-
inum bara fyri at hava
tosað við eitt vitni.
Í annaðkvøld verður
pitstop kirkja í Vági
har ung og eldri
kunnu koma í kirkju
at fylla sær tangan
PitstoP
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í annaðkvøld klokkan 22
verður eitt sermerkt kvøld í
Vágs Kirkju, har ung sum
eldri kunnu koma í kirkju
til eina rættiliga øðrvísi
gudstænatu, enn tey eru
von við.
Hetta er eitt tiltak í tey
nevna pitstop-kirkja.
Pitstop er eitt heiti, sum
er kent úr kappkoyring, og
tað er tá ið bilarnir fara úr
kappingini at fylla á tangan,
skifta dekk og annað.
Í hesum føri skal heitið
sjálvandi takast í yvirførdum
týdningi.
- Pitstop staðið við áfyll-
ing, dagføring og kunning
og sum ger tann vitjandi
skikkaðan til at halda leið-
ina fram, sigur Símun P.
Jacobsen, prestur í Hvalba,
ið stendur fyri tiltakinum í
annaðkvøld,
sum
Finn
Johannesen og onnur eisini
hava verið við at taka stig
til.
- Tað er akkurát hetta sum
ætlanin er við pitstop kirkj-
uni fríggjakvøldið, at tey
vitjandi fáa høvi til at
stegða á, fáa fylt á tangan,
verða kunnað og soleiðis
fáa íblástur til at halda leið-
ina fram, sigur prestur.
Ekkó-bøn og pitstopp
Á skránni á pitstop kvøld-
inum
er
felagssangur,
kvirra, ekkó-bøn og sangur,
har Eyðbjørn Jacobsen úr
Klaksvík fer at syngja og
spæla.
Eitt serligur partur av
kvøldinum verður, tá ið
tvey kend fólk fara at greiða
frá, hvat teirra pitstop er.
Hann vil ikki avdúka,
hvørji tey eru, men tey eru
bæði tvey almenn kend og
sera áhugaverd fólk.
Annað fólki er ein ung
kvinna og hitt fólki er ein
tilkomin maður og Símun
P. Jacobsenfer at tosa við
tey um, hvussu tey gera fyri
at fylla á tangan og, hvussu
tey løða battaríið til næstu
avbjóðingarnar.
- Tað kann verða so
ymiskt, hvussu fólk fylla
sær tangan, summi lurta eft-
ir tónleiki, onnur fara í
kirkju ímeðan uppaftur onn-
ur finna frið við at brúka
eina løtu úti hjá seyðinum.
Í hesum sambandi verður
eisini komið inn á at halda
hvíludagin heilagan í týdn-
inginum av at fáa sálarliga
og likamliga hvíld.
- Spurningurin er um
hvørji pitstopp ymisk fólk
hava. Men tað er sanniliga
eisini ein spurningur um
fólk hava nakað pitstopp
yvirhøvur, ella um tey bara
koyra á alla tíðina.
Men tað sosiala verður
heldur ikki gloymt og eftir
tiltakið verður ábit og hugni
á skránni.
Ung og eldri
Símun P. Jacobsen sigur, at
hetta er fyrstu ferð, at eitt
slíkt tiltak verður roynt og
tí er hann spentur upp á,
hvussu tað fer at hilnast.
- Eg gleði meg til fríggja-
kvøldið har eg vóni at koma
á tal við nógv menniskju og
vísa at tað andaliga hevur
alstóran týdning, og at boð-
skapurin, klæddur í nýggjan
ham, kann avgjørt hava
jaliga ávirkan, sigur prest-
ur.
Hann sigur, at hóast til-
takið er eitt fríggjakvøld, er
tað als ikki bara fyri ung, tí
hann vónar eisini at síggja
mong eldri í kirkjuni hetta
kvøldið.
Men av tí, at hann ikki
enn veit, hvussu aldurssam-
ansetingin verður, hevur
hann heldur ikki skrivað
sær eina lidna talu, tað
verður alt eftir, hvør kemur,
sigur hann.
Men undir øllum umstøð-
um verður talan um eina
stutta, óformliga andakt,
har tað mest verða hini inn-
sløgini, sum fylla karmar-
nar.
Ung og eldri fylla
tangan í Vágs Kirkju
Símun P. Jacobsen, prestur í Hvalba, hevur eina rættiliga øðrvísi
pitstop gudstænastu í Vági fríggjakvøldið, har hann vónar at
hitta nógv ung sum eldri, og har tveir kendir føroyingar fara at
fortelja, hvar teirra pitstop er og, hvussu tey løða battaríið til næstu
avbjóðingarnar