hósdagur 29. oktober 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 207 - 29. oktober 2009
13
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Johanna Jacobsen, fødd Mortensen, við Sílanna
á Tvøroyri, búsitandi í Ordrup, andaðist 26. okto
ber, 77 ára gomul. Jarðarferðin verður fríggjadagin
30. okt. kl. 11 úr Skovshoved kirkju.
Kistan við Eskild Højgaard fer av Røktarheiminum
í Runavík hóskvøldið klokkan 19:30. Jarðarferðin
verður úr Fríðrikskirkjuni fríggjadagin klokkan 13.
Tey, ið vilja minnast Eskild, kunnu lata Eysturoyar
Røktar og Ellisheimi eina peningagávu. Konta í
peningastovnum
Bergur Petersen, Kambsdalur, andaðist 27. okto
ber, 77 ára gamal.
Fía Toftegaard í Fuglafirði andaðist á Landssjúkra
húsinum, mánadagin 89 ára gomul.
Ása Udbø úr Havn, búsitandi í Hirtshals, and
aðist á Hospice Vendsyssel í Frederikshavn, sunnu
dagin 25 oktober, 60 ára gomul. Jarðarferðin verður
lýst seinni.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
29. oktober. Narcissus, doyði í árinum 222. Hann hevur helst verið av grikskari ætt og
gjørdist 30. biskupurin í Jerusalem. Hann segðist at vera 116 ár, tá ið hann doyði.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Fríggjadagin 23. oktober
tók Durita Kristina
Hoydal prógv sum Cand.
Soc. in creative business
processes (CBP) við
Copenhagen Business
School og harumframt
Master of Science in
management and
economy of arts, culture,
media and entertainment
(ACME) við Universitá
Bocconi í Milano.
Prógv
krov
Íslands-
Fyri kg bara
4000
Vanl. prísur 50 kr/kg
avmarkað nøgd
Tórshavn
runavík
Tilboðið er galdandi FrÍggjadagin og leygardagin
70 ára føðingardagur
Sunnudagin 1. nov. verður Elsa Egilsnes, Vestmanna, 70 ár. Dagurin verður hildin á Fjørukrønni
frá kl. 16. Øll eru vælkomin.
80 ára føðingardagur
Mánadagin 2. nov. verður Maria Magnussen við Eirikstoftir í Miðvági 80 ár. Opið hús er heima hjá
Mariu og Jóhan mánadagin frá kl. 14 og úteftir, og eru øll hjartaliga vælkomin at heilsa uppá Mariu.
80 ára føðingardagur
Hósdagin 5. nov. verður Sámal Christiansen, vanliga nevndur Sámal hjá Barbu, Klaksvík, 80 ár. Dag
urin verður hildin í Skálanum leygardagin 7. nov. Opið hús er frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin.
90 ára føðingardagur
Hósdagin 29. okt. fyllir Jensia Svabo Thomasen, Sandavágur, 90 ár. Dagurin verður hildin heima,
Giljavegur 62, frá kl. 18.
Silvurbrúdleyp
Mánadagin 2. nov. hava Óluva og Jónfríður Nielsen, Saltangará, verið gift í 25 ár. Tey eru burturstødd.
Silvurbrúdleyp
30. nov. hava hjúnini Alberta og Eirikur Magnussen, Tórshavn, silvurbrúdleyp. Dagurin verður
hildin leygardagin 28. nov. í HBHúsinum kl. 19. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma,
verða biðin um at siga fra á tlf. 216324 (Alberta) ella 214456 (Eirikur) innan 14. nov.
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 1. nov. hava Kristina og Hans Andrias Jacobsen (Stina og Dia av Syðradali),
gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin 7. nov. í Bøgøtu 3, Klaksvík. Vælkomst verður frá kl. 19.
Tey, ið ynskja at heilsa uppá Kristinu og Hans Andrias, kunnu siga frá á tel. 456737 ella 458625.
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 8. nov. kunnu hjúnini Herborg og Hildibjart Johansen, Tórshavn, halda gullbrúdleyp.
Tey ið ynskja at heilsa uppá gullbrúðarparið, eru vælkomin til eina hugnaliga løtu í
Starvsmannafelagshúsinum J.H. Schrøtersgøta 9 frá kl. 12 til 17.
Gullbrúdleyp
28. nov. hava hjúnini Tóra og Ólavur Nolsøe Olsen, Fuglafjørður, gullbrúdleyp. Dagurin verður
hildin í bygdahúsinum í Leirvík leygardagin 5. des. kl. 18. Tey ið vilja halda dagin saman við
okkum, kunnu siga frá á tlf. 444159 737751 ella toraolavur@gmail.com áðrenn 20. nov.
merkisdagar