Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-29, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 207 - 29. oktober 2009 29 miðlahúsið í Vágsbotni Sálarligir trupuleikar hjá fólki við menningartarni Sálarlæknin Annette Løwert fer at halda fyrilestur fyri avvarðandi hjá menningartarnaðum við sálarligum trupulleikum. Týskvøldið, 3. novembur kl. 19.00 Psykiatriski depilin arbeiðir við at styrkja um viðgerðartilboðið til fólk við menningartarni, ið eisini hava sálarligar trupulleikar, Í hesum sambandi kemur danski sálarlæknin Anette Løwert aftur á vitjan í Føroyum at halda fyrilestur fyri avvarðandi hjá menningartarnaðum við sálarligum trupulleikum. Endamálið við fyrilestrinum er at geva fólki meira kunnleika um evnið. Anette Løwert hevur verið knýtt at Psykiatriska depilinum sum konsulentur seinastu trý árini. Umframt at veita fakliga veg­ leiðing, hevur hon havt skeið við starvsfólki, ið starvast innan økið. Fyrilesturin fyri avvarðandi er ókeypis. Javni og Psykiatriska depilin skipa í felag fyri fyrilestrinum. Annette Løwert Hvønn dag í oktober mánaða verða Sudoku uppgávur at finna í Sosialinum. Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess størri møguleika hevur tú at vinna. Sendið okkum loysnina innan fríggjadagin 6. november 2009 kl. 10.00 og merkið brævbjálvan »Sudoku«. Drigið verður í viku 46. Fyri at vera við í kappingini, skal øll uppgávan verða loyst. Navn: Bústaður: Telefon: Vinningurin í oktober er ein Nokia 5800 Red fartelefon frá Vodafone Umframt fartelefonina fær vinnarin eisini ein startpakka við telfonnummari og 100 krónum í talutíð. Virði tilsamans: kr. 3.095,- Oktober-kappingin 128 MB Ram 8 GB MicroSD kort fylgir við Bluetooth 2.0 við A2DP Upp til 3,6Mbps við Turbo-3G Wi-Fi 802.11 b/g Stand-by 406 tímar (17 dagar) Talutíð 8 tímar 45 minuttir MP3/WMA/WAV//eAAC+ spælari MPEG4/WMV/3gpvideo spælari 3,15 MP-myndatól við autofokus og blits TV-út Stereo FM útvarp við RDS Fakta um Nokia 5800 Red Sendið til: Sosialin · Boks 76 · 110 Tórshavn Merkið brævbjálvan »Sudoku« Tvífalda løtuna púra ókeypis 50 = 100 | 100 = 200 | 200 = 400 lýsing miðlahúsið í Vágsbotni Etikkur og virði í kappingarítrótti Alment evniskvøld í Miðlahúsinum um etikk og viðrir í kappingarítróttinum Mánadagin 2. november kl 19.00 Er tað munur á, hvat ein venjari kan loyva sær í amatørítrótti og yrkisítrótti? Er tað munur á, hvussu man kann loyva sær at uppføra seg í t.d. billard og fótbólti? Er tað í lagi at senda ein skaddan fóbóltspælara inn á vøllin? Alt hetta og nógv meira fæst svar uppá evniskvøldið við professara, dr.jur. Jens Evald, sum er formaður fyri Anti Doping Dan­ mark og hevur verið við til at skriva etisku leiðreglurnar fyri danskan kappingarítrótt Hann hevur verið formaður fyri nevndina í Anti Doping Danmark síðani mars 2006. Í 2005­2006 sat Jens Evald í nevndini, sum Team Danmark og danska Ítróttasambandið valdu til at gera ”Etisk kodeks for dansk konkurrenceidræt”. Eisini er Jens Evald formaður í dómsnevndini í danska kano­ og kajaksambandinum og hevur sitið í nevndini í Dansk Idrætsjuridisk Forening. Ítróttasamband Føroya Jens Evald (f. 1961) er professari, dr.jur. við Juridisk Institut, Århus Universitet, har hann undirvísir í rættargangssøgu, rættarfilosofi og ítróttaløgfrøði.