Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. oktober 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 208 - 30. oktober 2009 Borgarstjórin í Sunda kommunu heldur, at tað er hevur er heilt neyðugt, at politiski myndugleikin nú kemur til eina enda­ liga avgerð um kommunubygnaðin, tí tað hevur darvað kommunurnar illa, at alt hevur ligið í leysari luft í 20 ár Samanlegging Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Hetta er blivið ov nógv av tí góða, tí nú hava vit bíðað í eini 20 ár. Kim Djurhuus, borgar- stjóri í Sunda Kommunu heitir nú staðiliga á Løg- tingið um at taka eina enda- liga avgerð um, hvussu kommunubygnaðurin skal vera. Tað hevur avgerandi týdning fyri at vit kunnu koma víðari, sigur hann. Hann sigur, at nú hevur verið tosað í eini 20 ár um at broya kommunuala bygn- aði, men enn er ongin endalig avgerð tikin. - Tað er vónleyst at arbeiða við framtíðarætlan- um, sum støðan er nú. Vit vita ongantíð, hvat vit skulu gera, tí vit vita ikki, hvat vit kunnu vænta. Tí hevur tað avgerandi týdning at ein endaliga av- gerð verður tikin við støði í kommunuálitinum,sum nú er komið. Hann vísir eisini á, at eftir kommunuálitinum verður róð framundir, at kommunuval skal vera longu næsta ár og tí er neyðugt, at ein avgerð verður tikin skjótt, so at kommunustýrislimir fáa at vita, hvat teir hava at halda seg til. So hevur tað minni týdning um nýggja bygn- aðurin kemur í gildi í 2011, sum kommunuálitið sigur, ella 2013, um tað verða sjey ella níggju kommunur og um kommunur skulu leggjast saman áðrenn øki verða løgd undir komm- unurnar, ella øvugt. Um tað verður eitt ár fyrr ella seinni, ella, um manna- gongdin skal vera hendan ella hin, hevur minni at siga, bara ein endalig av- gerð verður tikin nú, so at vit koma víðari. Sjálvur heldur hann, at kommunur skulu leggja sam- an, tí annars verður ómøgu- ligt at lyfta uppgávuni. Hann hevur heldur onki ímóti at kommunur verða lagdar saman við lóg, verður tað neyðugt og hann heldur, at Sundalagið og Eiðis kommuna eiga at verða ein kommuna, tí tað er ein nátúrlig eind. Samgongan ætlar ikki at Strandferðslan skal fáa meiri pening at arbeiða við næsta ár og tað ger tað neyðugt at seta umfatandi sparingar í verk Sparingar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Fær Strandferðslan ikki meiri pening at arbeiða við næsta ár, noyðist hon at seta umfatandi sparingar í verk. Tað staðfestir Bogi Mort- ensen, stjóri. Á fíggjarlógini fyri næsta ár, ætlar samgongan, at strandferðslan skal fáa 118 milliónir krónur at arbeiða við og tað er sama upphædd, sum Strandferðslan hevur í ár. Samstundis eru lønirnar hækkaðar 3%, oljan er dýrk- að og aðrir rakstrarkostnaðir eru somuleiðis uppfarnir. - Heldur oljuprísurin sær næsta ár sama støði, hann er á í dag, merkir tað, at Strand- ferðslan skal finna sparingar og eykainntøkur fyri góðar 12 milliónir fyri at kunna halda játtanina, sum tað nú liggur í kortunum. Tað er ein rættiliga umfat- andi sparing, tí talan er um yvir 10%, sum skulu sparast. Avmarkaðar møguleikar Stjórin á Strandferðsluni sigur, at møguleikarnir hjá Strandferðsluni at spara, eru ógvuliga avmarkaðir. - Vit hava ikki nógv amboð at spara við. Lønir eru bundnar í sáttmála og trygdarkrøvini gera, at manningatalið er ikki til a vika. Møguliga kunnu onkr- ar sparingar gerast innan- hýsis, men tað eru smáttarí, sum vit arbeiða hvønn dag. - Einastu skrúvur vit hava at flyta er túratalið og prís- irnir á ferðaseðlum, sigur Bogi Mortensen. Og tá ið tað kemur til túra- tal er tað greitt, at tær spar- ingar, sum muna mest, er túratalið við Smyrli og so kunnu sparingar á teimum størru av teimum smærru ferjunum, eisini geva nakað. Á teimum smærru rutun- um er onki at heinta! Bogi Mortensen sigur, at Strandferðslan arbeiðir nú við at seta ymsar loysnir sam- an fyri, hvussu tær 12 milli- ónirnar kunnu útvegast. - Síðani stendur tað til politisku skipanina at skera út í kortið, hvørjar loysnir skulu veljast. Av tí, at arbeitt verður við ymsum loysnum, vil stjórin ikki siga so nógv um tað í løtuni. Kortini leggur hann dent á, at roynt verður at finna so brúkaravinarligar loysnir sum gjørligt. Færri túrar og hægri prísir Men hann ivast ikki í, at tær flestu loysnirnar verða ein samanrenning av at lækka túratalið og at seta prísirnar upp. Spurningurin er so, hvussu nógv túratalið skal skerjast og hvussu nógv prísirnir skulu fara upp, tí innanfyri teir karmarnar, eru møguleikarnir sjálvandi nógvir. Tað er lítil ivi um, at endaliga semjan í Løgtingi- num fíggjarlógina fyri næsta ár, fer at føra við sær, at Strandferðslan skal spara, tí tað er ein partur av semj- uni í tiltikna Ólavsøku- pakkanum. Har er samgongan samd um, at túratalið hjá Strand- ferðsluni skal lækkast 10% og at ferðaseðlaprísurin skal dýrka 5%. Hinvegin ætlar samgong- an, at Strandferðslan ikki longur skal betala havnar- gjald og tað er ein sparing upp á 2,4 milliónir. Men stórur ivi er um tað málið, tí summir løgfrøð- ingar hava kallað tað grund- lógarbrot. Dettur tað málið niðurfyri, skal so mikið meiri sparast í túratalið og ferðaseðlakostnaði, um ikki Strandferðslan fær eyka- játtan til tað. Men tað skilst eisini, at her kunnu broytingar gerast, bara roknistykkið passar, tá ið avtornar. Strandferðslan undir umfatandi sparingar Vil hava eina avgerð um samanlegging Mánadagin 2. November, eru 35 ár síðani, at Tórshavnar kommuna fór undir kommunala dagrøkt. Dagurin verður hátíðarhildin við almennari móttøku mánadagin millum kl. 17.00 og 19.00 í dagrøktini á Kirkjuvegi 1. Á móttøkuni fer Heðin Mortensen, borgar- stjóri at siga nøkur orð, men umframt tað er eisini tónleikur og sangur. Men tey bjóða eisini drekkamunn við onkrum góðum afturvið. Tað var í 1974, at Tórshavnar býráð fór undir kommunalu dagrøktina. Annika Nielsen, sjúkra- røktarfrøðingur, var fyrsti leiðarin fyri dag- røktina, sum tá var góðkend til 45 børn í aldrinum 0 til 7 ár. Í dag fevnir skipanin um eini 70 børn í aldrinum ½ til 1½ ár, sum verða ansað av 21 dagrøktarum. Halda 35 ára føðingardag Bogi Mortensen, stjóri á Strandferðsluni, hevur eitt tungt roknistykki at arbeiða við fyri at fáa pengarnar at passa JP ikki høvuðsmálið Jyllands-Posturin var ikki høvuðsmálið hjá David Hedley, sum amerikanska samveldisløgreglan FBI tók fyrr í mánaðinum, og sum nú er skuldsettur fyri at hava fyrireikað yvirgang í Danmark. Indiska blaðið Economic Times skrivar, at yvirgangsfelagsskapurin Lashgar-e-Taiba, sum David Hedley hevði samband við, hevði givið honum boð um at søkja at málum í India heldur enn Dan- mark. Tað sæst í teldubrøvum, sum partarnir sendu sínamillum, skrivar blaðið. Sambært Economic Times var tað í juli, at Hedley fekk boð um at søkja at indiskum heldur enn donskum málum. Umhugsa rutu til Grønlands Norska flogfelagið Norwegians, sum er tað størsta lágprís- felagið í Norðurlondum, umhugsar nú at fara undir flúgving millum Grønland og Danmark. Verður ætlanin veruleiki, fer Norwegians at flúgva til Kangerlussuaq ella Narsarsuaq, og sambært grønlendska kringvarpinum fer ferðaseðilin at kosta umleið helmingin av tí, sum ein ferðaseðil við Air Greenland kostar í dag. Men Norwegians er ikki tað einasta felagið, sum umhugsar Grønland sum rutumál. Tað er tað danska Cimber Sterling eisini, skrivar Nordjyske Stiftstidende.