fríggjadagur 30. oktober 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 208 - 30. oktober 2009
21
tíðindi
annað til røktina sett á rætta
pláss á deildini, so hvørt
sum rúmini og stovurnar
vóru klár til tess.
– Hetta gekk sera væl,
ikki minst tí at vit høvdu
góða tíð at skipa alt so væl
sum til bar, greiða tær fýra
ídnar frá.
Hinvegin var ikki líkt til,
at
hand verkararnir
og
leiðslan vóru av somu sann
føring. Dagurin fyri upplat
ingini varð fluttur fram
nakrar ferðir, men sohvørt
sum vikurnar gingu, tóktist
tað sum um panikkur av og
á hómaðist í monnum. Tað
var ikki frítt, at starvfólkini
av og á hoyrdu teir físa eftir
hvørjum øðrum, tí okkurt
ikki gekk eftir ætlan ella
var ov seint liðugt.
Í aðrar mátar komu hand
verk ararnir og tær ungu
sjúkra systrar nar væl út av tí
hvør við annan og hví
skuldu tey ikki tað: Dam
urnar gingu jú við kappa og
í hvít um og lærstuttum kitl
um, so ein kann bara
ímynda sær, at teir hava
hugt nógv eftir teimum.
– Ja, vit vóru bæði ungar
og penar, skal eg siga tær.
Kanska var tað orsøkin til,
at teirra arbeiði ikki altíð
gekk so skjótt!, sigur ein av
snakksaligu sjúkrasystrun
um, meðan hinar skera í ein
látur.
Hatta klára tit!
Tey fyrstu røktarstarvs fólk
ini vóru kortini ikki bert til
arbeiðis á deildini. Ar
beiðsdagurin byrjaði við tí,
sum tær fýra nevna “anda
ligari føði” tað er: undir
vísing í psykiatri.
Hetta hendi í samband
við morg unfundin á lækna
gong ini, har tey fingu dag
ført vitan sína um sálar
sjúkur, viðgerð av teim um,
og um hvussu ein ímyndaði
sær, at ein slík deild skuldi
kunna virka á føroyskari
jørð.
– Sálin í hesum var Árni
Olsen, sum var ein fantast
isk persóns menska og fram
úr góður menn iskjakennari
og góður við okkum starvs
fólk, eru tær fullsamdar
um. Hann var í byrjanini
einsa mallur lækni á Stats
hospitalinum, sum tað tá
æt.
Tá Árni Olsen, yvirlækni,
hevði undirvíst, fóru tey
beinleiðis oman á deildina,
har alt arbeiðið varð skipað
undir kønari hond av frú
Brandt, sum var yvir sjúkra
systir teirra. Henni hava tær
fýra bara gott at bera. Ja,
tær beskriva hana nærum
sum ein eingil at arbeiða
undir.
– Frú Brandt dugdi sera
væl at leiða arbeiðið: Hon
var bæði mild og góð, og
dugdi ótrúliga væl at fáa alt
tað positiva fram í okkum.
Hon segði ofta við okkum:
“Hatta klára tit sum einki”,
og soleiðis gekk tað bara
frameftir dag fyri dag.
Eg minnist einki til, at
vit merktu til stress av
nøkrum sum helst slagi. Ja,
eg haldi faktiskt ikki at
orðið “stress” var upp funn
ið tá, sigur Marin við einum
brosi.
Soleiðis gingu dagarnar,
og so smátt varð dagurin
umsíðir ásett ur, nær fyrsta
psykiatriska deildin skuldi
lata upp. Men eitt var øll
tann praktiska og fakliga
fyri reikingin og upplatingin.
Hvussu var við sjúkling
unum? Hvaðani komu tey
fyrstu?
Innlegging og
útskriving
Á hesi fyrstu psykiatrisku
deildini, sum í dag ber
navnið Deild 1, var pláss
fyri 20 sjúklingum. Greitt
varð
frammanundan,
at
eingin sjúklingur skuldi
vera á deildini, tá sjálv upp
latingin fór fram mikudagin
29. oktober fyri júst 40
árum síðani.
Sjúkrasystrarnar
og
pleyg ararnir høvdu úr at
gera við at fyrireika móttøk
una av fyrstu sjúklingunum
sum komu á deildina dagin
eftir.
– Men vit vistu ikki reiði
liga hvørji hesi vóru, minn
ast tær fýra afturá.
Tær vistu tó, at í fyrsta
umfari var talan um fýra
sinnisveik fólk, sum lógu á
Landssjúkrahúsinum. Her
bíðaðu tey bert eftir, at
deildin, sum var gjørd til
teirra tørv, skuldi lata upp.
Sohvørt vórðu fleiri og
fleiri sjúklingar innlagdir,
samstundis sum aðrir kundu
útskrivast eftir lokna við
gerð.
Tað var tó ikki bert í Før
oyum at føroyingar bíðaðu
eftir hesi deildini. Á donsk
um sjúkrahúsi Sind syge
hospitalet í Nykøbing Sjæl
um Árnasavnið
Framhald á næstu síðu
Tá Deild 1 læt upp fyri 40 árum síðani var talan um eina
nýmótans deild við øllum teim tilboðum, sum vóru neyðug
fyri røktina av teimum sinnisveiku. Millum tey fyrstu átta
starvsfólkini vóru hesar fýra: Petry Olsen, Marin Samuelsen,
Tordis Johannesen og Margreth á Rógvu Niclasen