fríggjadagur 30. oktober 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 30. oktober 2009
Bæði í Sunset- og Atlantic
Airways-kappingini er
fult umfar um vikuskiftið.
Serliga er spenningur um
oddadystin hjá monnunum
millum Neistan og H71
Í hondbóltskappingini man
dysturin á Hálsi í Havn millum
Neistan og H71 vera tann, ið er
mest áhugaverdur. Her er talan um
eina uppgerð millum oddaliðið og
meistaraliðið, sum í løtuni er
nummar tvey, so her stendur
sjálvandi nógv upp á spæl.
Dysturin fer óivað at geva eina
ábending um, hvussu stór styrkin
hjá Neistanum er, og hinvegin
sleppur H71 eisini at vísa, um liðið
megnar at koyra á og verja sítt
meistaraheiti.
Eisini er dysturin á Skála eitt slag
av toppdysti, tí bæði StÍF og Kyndil
eru jøvn við H71 og liggja tvey stig
aftan fyri Neistan. Og í triðja
dystinum, sum er millum VÍF og KÍF,
fæst at síggja, um kollfirðingar enn
eina ferð skulu býta frá sær ella um
vestmenningar toga seg nærri
hinum liðunum.
Í Sunset-kappingini hjá
kvinnunum verður nú upp til
Neistan at vísa, at liðið er ført fyri at
fylgja Tjaldri og Stjørnuni, tá Neistin
tekur ímóti VB, ið tó sær út til at
vera nógv viknað.
Ímóti VÍF í Vestmanna skal
Stjørnan aftur koma á kósina eftir
tapið í oddabrakinum í Runavík
mikukvøldið. Og so verður eisini
grannauppgerð á Skálafjørðinum,
tá oddaliðið Tjaldur vitjar StÍF á
Skála.
hil
Hjá kvinnunum verður
áhuga vert at síggja slagið
um Vágarnar, tá Dráttur og
SÍ møtast
Á pappírinum er lítil ivi um, at mest
áhugaverdi dysturin í flogbólts-
kapp ingini um vikuskiftið er kvinnu-
dystur in á Giljanesi sunnudagin, har
Dráttur tekur ímóti SÍ. Hetta er bæði
eitt slag um Vágarnar, men eisini ein
oddauppgerð, tí hetta eru tey bæði
fremstu liðini í Eikliguni hjá kvinn-
um.
Fleyr, sum er á triðjaplássið, spælir
ikki um vikuskiftið, men í hinum
báð um kvinnudystunum er talan
um ikki ólíkar fortreytir. Í Trongisvági
skulu bæði TB og Mjølnir royna at
reisa seg eftir tap fyri viku síðani, og
í Kollafirði er talan um reina botn-
upp gerð millum KÍF og ÍF, sum bæði
eru stigaleys í botninum.
Hjá monnunum skal nýggja odda-
liðið, Mjølnir, royna seg á úti vølli ímóti
Fleyr. Bæði hava tey spælt fimmsettarar
ímóti SÍ, men við hvør sínum úrsliti.
Skal Fleyr bjóða av, so er tað helst nú,
at Mjølnir skal takast.
Í honum mansdystinum er talan
um tvey lið, ið skulu vaska tap av
sær frá síðsta umfari. SÍ fyri at hanga
við í oddanum, meðan greipu vinn-
ar ar nir úr ÍF skulu royna at fáa gongd
á, eftir at byrjanin hevur verið
serstakliga vánalig.
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Stóra upp gerðin í Vágum
Ungi vágbingurin
er upp á tal sum ein
av luttakarunum á
svimjivenjing fyri
úrmælingar, teirra millum
fýra heimsmeistarar
Svimjisambandið boðaði í gjár frá,
at Pál Joensen á kanadisku heima-
síðu ni SwimNews verður settur í
sam band við heimselituna, nú nøvn
verða sett á tey, sum skulu venja
sam an á »Battle Camp« í Potsdam í
Týsk landi.
Henda venjingarlegan verðuri
tvær vikur, frá 4. til 17. januar, og har
skal Pál royna seg saman við so
kend um svimjinøvnum sum Yury
Prilu kov, Paul Biedermann, Thomas
Lurz og Angela Maurer, ið øll eru
heims meistarar.
Somuleiðis
váttar
Svimji sam-
band ið, at samband er við venjaran
hjá týska svimjisambandinum, Dirk
Lange, um at fáa Pál við til hesa
venj ing ar leguna, ið má sigast at
vera fyri sannar úrmælingar. – Enda-
lig avtala er ikki gjørd enn, men
um talan á SwimNews man merkja,
at Pál er væl á veg inn í hópin, sigur
Svimji sambandið.
Umframt teir fýra nevndu heims-
meist ar arnar, verða eisini OL- silvur-
vinnar in, Nikita Lobintsev, og tveir
suðu r a frikanskir
langteinarar
í
menn ing, Chat Ho og Riaan Schoe-
man, settir í samband við »Battle
Camp« í Potsdam.
Pál millum
meistarar
Pál Joensen sleppur
møguliga at venja saman
við fýra heimsmeistarum
í Potsdam í Týsklandi
fyrst í januar mánaði
Savnsmynd: Alexander Djorovic
Flogbóltur
Eik-ligan, kvinnur
vunnin
tapt
sett-
dystir
v - t
sett
sett
munur
stig
1 SÍ
2
2 - 0
6
0
6
4
2 Dráttur
3
2 - 1
8
3
5
4
3 Fleyr
3
2 - 1
6
6
0
4
4 Mjølnir
1
1 - 0
3
0
3
2
5 TB
1
0 - 1
1
3
-2
0
6 KÍF
1
0 - 1
0
3
-3
0
7 ÍF
3
0 - 3
0
9
-9
0
Eik-ligan, menn
vunnin
tapt
sett-
dystir
v - t
sett
sett
munur
stig
1 SÍ
3
3 - 0
9
4
5
6
2 Mjølnir
3
2 - 1
8
4
4
4
3 Fleyr
3
1 - 2
6
6
0
2
4 ÍF
3
0 - 3
0
9
-9
0
Hondbóltur
Sunset-kappingin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Tjaldur
4
4
-
0
-
0
136
95
41
8
2 Stjørnan
4
3
-
0
-
1
123
86
37
6
3 Neistin
4
3
-
0
-
1
109
92
17
6
4 VÍF
4
1
-
0
-
3
91
124
-33
2
5 VB
3
0
-
0
-
3
58
83
-25
0
6 StÍF
3
0
-
0
-
3
60
97
-37
0
Atlantic Airways-kappingin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Neistin
5
4
-
0
-
1
161
139
22
8
2 H71
5
3
-
0
-
2
127
117
10
6
3 StÍF
5
3
-
0
-
2
142
138
4
6
4 Kyndil
5
3
-
0
-
2
134
136
-2
6
5 VÍF
5
2
-
0
-
3
144
138
6
4
6 KÍF
5
0
-
0
-
5
109
149
-40
0
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
!"s$r
um
vikuski,i-
Sunset‐kappingin
01/11
14.30
StÍF‐Tjaldur
01/11
14.30
VÍF‐Stjørnan
01/11
14.30
6ei9:n‐VB
6tlan$8
6ir9a"s‐kappingin
01/11
16.00
StÍF‐Kyndil
01/11
16.00
VÍF‐KÍF
01/11
16.00
6ei9:n‐?@1
Eikligan,
kvinnur:
31/10
15.00
TB‐Mjølnir
01/11
14.00
CrDEur‐SÍ
01/11
15.00
KÍF‐ÍF
Eikligan,
menn:
31/10
15.00
SÍ‐ÍF
01/11
16.00
Fleyr‐Mjølnir
Fult hond bólts umfar
Kvinnurnar hjá SÍ skulu royna seg í granna- og oddauppgerð ímóti
Drátti, meðan Mjølnir skal til Trongisvágs at spæla ímóti TB
Mynd: Álvur Haraldsen