fríggjadagur 30. oktober 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 208 · 30. oktober 2009
7
VIKUSKIFTI
Nær fert tú at stilla upp til løgtingsval?
Eg bíði, til tú kanst velja løgmann beinleiðis.
Nei tvætl, eg fari ikki at stilla upp til
løgtingsval, tí tað er so nógv at tríva í, har
sum eg eri nú. Eisini haldi eg tað verða
eitt stórt brek, at bara tí at tú hevur eina
politiska meining og arbeiðir fyri eini søk,
so skalt tú stilla upp til løgtingið. Eg
stórtrívist í einum politiskum umhvørvi,
sum ikki er heft at partapolitikki.
Hvat er tað ringasta við tínum starvi
sum samskipari hjá Samtak?
Tað ringasta er, tá ið tú talar fyri eini
góðari søk, men ikki fær sannført politiska
myndugleikan um at broyta tær avgerðir,
sum ætlanin er at fremja. Hóast tað rakar
menniskju, sum als ikki hava hetta uppiborið.
Hvat er tað
besta?
Tað besta er at
uppliva, at tú
onkuntíð ger ein
mun fyri fólk.
Er politiski myndugleikin ein
viðleikari ella ein mótleikari?
Politiski myndugleikin er bæði við- og
mótleikari. Fleiri framstig hava verið
á arbeiðsmarknaðinum seinastu árini,
og eg vænti, at okkurt frambrot verður
afturat, áðrenn hendan tingsetan er
av. Nú tíðirnar gerast verri, er politiska
mótspælið tó munandi økt, og tað rakar
hart hjá ávísum bólkum kring alt landið.
Um tú slapp at vera
fíggjarmálaráðharri og løgmaður
í senn, hvussu hevði figgjarlógin
fyri 2010 so sæð út?
Onkur ráð og øki høvdu verið spard 100%
burtur, meðan almannaøkið hevði verið
uppraðfest. Eisini høvdu vit sett meiri av til
at útbúgva føroyingar – vit hava tørv á, at
møguleiki er at taka fleiri útbúgvingar her á
landi. Ein hin fyrsta útbúgvingin, sum eg hevði
sett á stovn, var sosialráðgevaraútbúgvingin.
Eisini er neyðugt at gera eina skipan fyri
førleikamenning av teimum, sum eru á
arbeiðsmarknaðinum, ella sum eru farin
ella eru á veg út av arbeiðsmarknaðinum.
Hvat er absolutt størsti brølarin,
sum tú hevur gjørt?
Tað tori eg ikki at siga her.
Hvør dreymur skal realiserast
í nærmastu framtíð?
Eg fari at keypa mær eitt nýtt
Nintendo Wii spæl.
Hvat er tað
besta hugskotið,
tú nakrantíð
hevur fingið?
Eg rokni ikki við,
at tað er komið
enn. Vit hava øll
okkara løtur.
Hvat er títt motto?
Eg havi onki motto.
Hvat er størsta frambrotið í
nýggjari føroyskari søgu?
Vit bíða spent eftir størsta frambrotinum.
Hvør er størsta katastrofan í
nýggjari føroyskari søgu?
Kreppan í nítiárunum og allar tær
menniskjansligu lagnurnar, ið framvegis
bløða av avleiðingunum. Samfelagsliga
merkja vit enn avleiðingarnar av kreppuni.
Hvat hevur lívið fyrst og
fremst lært teg?
At njóta gerandisdagin og vera jalig.
Hvør er tín størsta styrki?
Tvørskapur og treiskni.
Er tað gott
at vera til?
Tað er avgjørt
betri enn
alternativið.
Um tú slapp at velja, nær í søguni
tú bleiv fødd, hvar tú bleiv fødd
og við hvørjum genetiskum
eginleikum, hvat hevði tú so valt?
Sum Eva á tíðarinnar morgni. So
hevði eg gjørt okkurt øðrvísi.
sonja jógvansdóttir
– Eg stilli upp, tá løgmaður
kann veljast beinleiðis
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
myNd: álVur HArAldSEN