Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. oktober 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 208 · 30. oktober 2009 15 VIKUSKIFTI Fyrst kom ein krabbameinsætlan. Og nú kemur eitt krabbameins­ tiltak. Skal tiltakið fíggja ætlan­ ina, ella er hon bara eitt skuffu­ álit sum øll onnur álit? Krabbameinstiltakið er eitt stórt tiltak, eitt av teimum stóru. Øll spæla við so ella so. Eingin spyr, eingin ivast, eingin øtast. Sama hvussu ediligt, hvussu væl meint, hvussu hjartaligt, hvussu ósjálvsøkið, ja, hvussu idealistiskt endamálið er. Sama hvussu nógv fólk arbeiða fyri einki, sama hvussu nógvir pengar koma, eru slíkar innsavningar skaðiligar. Tær áttu ikki at verið loyvdar. Tær eru skaðiligar, tí tær taka ábyrgdina frá politikarunum. Politikararnir í landsstýrinum og í løgtinginum, sum tit hava valt, eiga at síggja til, at tey, sum royna at fyribyrgja og lekja, hjálpa og vera um, hava nóg mikið av pengum til tess. So tey ikki noyðast at brúka tíð og orku til innsavningar. Gera politikararnir ikki tað, eiga tey at kasta frá sær og grava seg niður undir liðini av teimum, sum eru deyð av krabbameini. Tí pengarnir eru longu har. Teir eru í landskassanum – og statskassanum (teir vilja vit kort­ ini ikki hava av romantiskum stoltleika). Tað er rætt og slætt tvass av fúlasta slagi og ein forbannað vánaliga umbering, tá politikarar møsna um, at vit hava ikki allar teir pengar, sum heilsuverk og sjálvboðin hava brúk fyri. »Á, sigur tú tað, doyði nakar nú? Tað var spell, men tíverri, vit fáa ikki gjørt meira.« Koma politikararnir ikki við pengunum, so latið um ikki annað vera við at velja tey aftur. Føroyingar eru tiltiknir gev­ arar. Føroyingar taka altíð væl undir við innsavningum, øllum innsavningum, ja, uttan teimum til endurnýtslu. Innsavningin til krabbameinið fer at geva nógvar milliónir, heilt nógvar milliónir. Men um hon so gevur 100 milliónir krónur, so eiga tær at koma úr landskassanum, hvør einasta króna. Vit vanligu løntakarar noyðast at lata knappliga helvtina av okk­ ara vánaligu løn í skatti. So hava vit eisini fullan at rætt at krevja, at landskassin fíggjar eitt fullgott heilsuverk. Innsavningin leygarkvøldið fer at geva nógvar, nógvar milli ónir. Slík tiltøk hava eina innbygda mekanismu, sum ger, at tey vinda seg sjálvi upp. Tá miðja náttin nærkast er ekstasan fullkomin og bara orgasman eftir. Fólk yvirbjóða hvørt annað, kappbjóða, hóast tey hava brúk fyri pengunum til nógv annað. Er ikki kreppa til dømis? Men so er samvitskan rein, geislaviðgjørd.. Fyritøkur og samvitskuleysir bissnissmenn, sum ongan skatt gjalda, síggja ein gyltan møguleika at geva meira enn kappingarneytin og fáa betri reklamu enn hann. Politikararnir spæla við, so eingin skal varnast, at teir sníkja sær undan ábyrgdini. So teir kunnu hugsavna seg um eitt valdømi ella fleiri í staðin fyri at gera sína skyldu. Hjá teimum ræður bara um at verða afturvald. Og deyð fólk hava ikki valrætt. Fólk detta hvørt um annað í kappingini at kunngera fyri øllum, at tey arbeiða fyri einki ein heilan dag, sum annars gevur dupulta yvirtíð. Og so verður alt borðreitt sum undir hald. Føroyingar elska at hoyra um sjúkur. Sjúkur eru undirhald, sum selja bløð og kveikja í túnatos og kaffi stovu­ fuglaberg. Eg helt og haldi enn, at krabba mein er alt ov álvarsligt til at gera eitt show burturúr. Er tað ikki deyðin, sum stendur í dur unum? Hví eru ongar innsavningar til frama fyri berghol? Tí tær eru óneyðugur. Har koma peng ar nir, allir pengarnir, úr lands kass­ anum. Krabbameining UmaftUrafturum høgni djurhuus Endiliga ordilig fyribyrging Nýggj avbjóðing Altso, vit hava sæð hesar ræðandi hvítu og hóttandi maskurnar, sum fólk brúka fyri at sleppa undan at verða smittað av svínakríminum. Men tað er ikki serliga sjarmerandi at møta við slíkari masku í bindiklubbanum ella til døgurða hjá verforeldrunum. Men nú er loysnin í eygsjón. her ein maður avmyndaður á flogvøllinum í Manila – endiliga ein festlig fyribyrging... Litaðu rubik Cube terningarnir hava verið brúktur í kappingum í nógv ár, og í eina tíð var tað imponerandi, hvussu skjótt fólk kundu fáa allar litirnar upp á pláss. Men tá mann líkasum hevur sæð tað túsund ferðir, er tað ikki stuttligt longur. Tí kemur hendan kappingin í Budapest væl við – og endiliga kunnu mannfólk fáa loyvi at brúka tærnar til okkurt fornuftigt. Minnist til lásini eisini »Tinganes skal umvælast fyri 45 milliónir krónur« ÚF Okay?! »Hjúnarskilnaður gevur børn...« Kvett yvirskrift á Portalinum Til skjúrtur og slips? »Aksel V. Johannesen fær eykajáttan, tí hann er nýggjur« ÚF Ljóðar spennandi »Nýbrot innan føroyska fis...« Kvett yvirskrift á Portalinum Vit hava hoyrt um taklingar aftanífrá Páll á Reynatúgvu: »Viðleikari stakk meg í bakið« ÚF Menn øll parkerings- plássini upptikin »Ein tómur stólur í Haag« Dimma Hví ikki pengar ella konufólk? »Noreg og Ísland klandrast um makrel« ÚF ranga í strúpan mynd: poLfoTo mynd: poLfoTo Nú er upp á tíðina, at vit veru ilga taka burtur alla kynsdiskriminering í føroyska mál inum. Her eru nakrar av fyrstu broytingunum, vit kundu gjørt Manntal til fólkatal Man lastbilur = Fólkavognur Manngarður = fólkagarður Mansligt = fólkaligt Maður og kona = Fólk og fólk Skipsmanning = Skipsfólking Besta mansdeildin = Besta fólkad. løgmaður = Løgfólk formaður = Forfólk Áttamannafar = Áttafólkafar Mannamál = Fólkamál at koma til mans = At koma til fólks Mango = Fólkago kOnE elevatorar = Fólka elevatorar konubrot = fólkabrot Mansmorð = fólkamorð isle of Man = Isle of People Mannakorn = fólkakorn ómansligur = ófólkaligur Manna lið = fólka lið Manningarlisti = fólkingarlisti Reinsað mál Mangt broytist Fyrr vórðu fólk, sum duttu av inni í Kagganum, tveitt út. Nú sleppa fólk, sum detta av, inn har.