mánadagur 2. november 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 209 - 2. november 2009
Føroya Landsstýrið
veit ikki, hvørjar
fortreytir eru neyð
ugar fyri, at føroyskt
vinnulív kann menn
ast, heldur Føroya
Arbeiðsgevarafelag
VINNA
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Føroya Arbeiðsgevarafelag
er sera misnøgt við, at
landsstýrið hevur gjørt av
at seta undantakið fyri ES-
arbeiðsmegi í útlendinga-
lógini úr gildið aftur. Hetta
hevur landsstýrið gjørt, tí
arbeiðsloysi
í
Føroyum
hevur verið omanfyri 3,5%
í tríggjar mánaðir. Men sam-
bært Føroya Arbeiðsgevara-
felag, so er hetta gjørt uttan
at landsstýrið ger sær greitt,
hvussu undantakið kann
koma í aftur gildi.
- Føroyskt vinnulív hevur
ongan
góðan
í
lands-
stýrinum.
Hetta
ásannar
Føroya
Arbeiðsgevarafelag,
nú
undantakið fyri ES-borgarar
verður sett úr gildið aftur.
Felagið heldur hetta vera
ótrúligt, og at tað vísir,
hvussu lítla virðing, forstá-
ilsi og hvussu lítlan týdning
tey, sum ráða, meta vinnuna
hava.
- Ikki tí. Uttanlandsnevnd-
in er júst farin til Geneve at
kunna seg um, hvussu
EFTA-tingnevndirnar
ar-
beiða, og landsstýrið hevur
sett bólk at kanna eftir á
hvønn hátt Føroyar kunnu
nærkast ES. Spurningurin
er, hvat endamálið er við
hesum? Tað vísir seg í
hvussu so er ikki í praksis at
hava nakra ávirkan á, hvussu
mál verða handfarin polit-
iskt, sigur felagið á heima-
síðuni www.industry.fo.
Arbeiðsgevararnir halda
tað vera margháttligt, hvussu
landsstýrið við vinstru hond
vil nærkast altjóða sam-
felagnum, meðan tað við
høgru hond arbeiðir fyri at
avmarka møguleikarnar hjá
føroyskari vinnu.
- Í samgonguskjalinum
stendur, at ætlanin er at
yvirtaka útlendingaøkið frá
dønum. Vit kundu tí hugsað
okkum at spurt, hvat enda-
málið er við at yvirtaka
útlendingalógina?
Verður
roknað við, at tá verður javn-
vág í møguleikunum hjá
útlendingum at koma henda-
vegin at arbeiða, eins og tað
er hjá føroyingum at fara
aðrastaðni at arbeiða? spyr
Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Felagið vil eisini hava at
vita, um tað at útlendinga-
lógin verður yvirtikin merk-
ir, at Føroyar so skal gera
avtalu við ES um tað eina
av teimum fýra frælsunum,
nevniliga frælsi fyri persón-
ar? Og verður roknað við at
avtala fæst við ES um
hetta?
Felagið heldur tað eisini
vera áhugavert at fingið
eina ábending um, nær
hesar samráðingar væntast
at verða lidnar.
- Tað er heilt greitt, at
føroysk vinna í mong ár
hevur liðið undir, at arbeiðs-
megi ikki hevur verið tøk.
Tað hevur gjørt, at fyri-
tøkurnar ikki hava havt høv-
ið til at styrkt seg fíggjarliga,
tá búskapurin vaks. Mangl-
andi atgongd til arbeiðsmegi
er sostatt ein tann størsta
forðingin fyri menning av
føroyskum vinnulívi. Fyri-
tøkur tora rætt og slætt ikki
at spenna seg út, m. a. á
útlendskum
marknaðum,
við at senda roynd starvsfólk
av landinum at loysa av-
bjóðandi uppgávur, tí vandi
altíð er fyri ikki at fáa tøku
arbeiðsmegina til at loysa
uppgávur á heimamarknaði-
num, sigur felagið hjá før-
oyskum arbeiðsgevarum.
Niðurstøðan hjá Føroya
Arbeiðsgevarafelag er, at
Føroya Landsstýrið ikki
veit, hvørjar fortreytir eru
neyðugar fyri, at føroyskt
vinnulív kann mennast.
Føroysk vinna
eigur ongan góðan
Vegurin Langi · Hoyvík · Tel 353040 · Fax 353041
Við Borðoyavík · Klaksvík · Tel 473040 · Fax 473041
T-postur: rs@reyniservice.fo · www.reyniservice.fo
Brúktir bilar við
lagaligari fígging
ToyoTa auris 1.6 Luna
skrásetingarnr: FV 472
Km: 18.000
Árgangur: feb. 2008
Útgjald: 48.000
Mðr. gjald: 2.988 (5 ár)
kr. 192.000,-
VoLVo s40 2.4
skrásetingarnr: NB 490
Km: 57.000
Árgangur: sept. 2004
Útgjald: 46.250
Mðr. gjald: 4.455 (3 ár)
kr. 185.000,-
yaris 1.4 D4D Luna DieseL
skrásetingarnr: KT 175
Km: 101.000
Árgangur: mars 2006
Útgjald: 33.000
Mðr. gjald: 2.066 (5 ár)
kr. 132.000,-
ToyoTa raV4 2.0 VVT-i
skrásetingarnr: JG 132
Km: 55.000
Árgangur: feb. 2005
Útgjald: 49.500
Mðr. gjald: 3.071 (5 ár)
kr. 198.000,-
ToyoTa yaris 1.3 Luna M/M
skrásetingarnr: GB 420
Km: 36.000
Árgangur: august 2006
Útgjald: 34.000
Mðr. gjald: 2.125 (5 ár)
kr. 136.000,-
BMW 320D DieseL
skrásetingarnr: KU 300
Km: 150.000
Árgangur: juni 2002
Útgjald: 34.000
Mðr. gjald: 3.306 (3 ár)
kr. 136.000,-
ToyoTa auris 1.6 soL
skrásetingarnr: SP 563
Km: 28.000
Árgangur: des. 2007
Útgjald: 49.500
Mðr. gjald: 3.071 (5 ár)
kr. 198.000,-
opeL Zafira 1.8 7 pers.
skrásetingarnr: RN 552
Km: 49.500
Árgangur: aug. 2007
Útgjald: 48.750
Mðr. gjald: 3.020 (5 ár)
kr. 195.000,-
Vit bjóða 6 mánaða garanti uppá bilar, ið kosta meira enn 85.000,-
Garanti skipan, ið hevur eina sjálvsábyrgd uppá kr. 500,-, fevnir um allar
knappliga íkomnar feilir, ið eyðsæð ikki skyldast nýtslu brúkarans, rust,
uttanífrákomnir skaðar ella væntandi tænastueftirlit.
Eingin gandur og eingir smáir bókstavir.
Kom og vitja okkum – landsins fremstu bilasølu.
peugeoT 206 2.0 DieseL VøruV.
skrásetingarnr: JU 505
Km: 53.000
Árgangur: jan. 2004
Útgjald: 22.000
Mðr. gjald: 2.179 (3 ár)
kr. 88.000,-
ToyoTa CoroLLa 1.4 D-4D sTC.
skrásetingarnr: BG 753
Km: 80.000
Árgangur: jan. 2005
Útgjald: 36.000
Mðr. gjald: 2.250 (5 ár)
kr. 144.000,-
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur ikki, at føroysk vinna eigur nakran góðan í landsstýrinum
savnsmynd
Fríggjadagin 30. oktober varð aðalfundur hildin í Ferðavinnufelagnum. Hetta var fyrsti
aðalfundur síðani stovnandi aðalfundin, ið varð hildin fyri júst einum ári síðani. Á
aðalfundinum stóðu tveir nevndarlimir fyri vali; tey vóru Magni Blástein og Fríðun
Jacobsen. Fríðun varð afturvald, meðan Magni boðaði frá, at hann ikki stillaði upp aftur.
Í hansara stað valdi aðalfundurin Jóhonnu Rasmussen. Umframt Fríðun Jacobsen og
Jóhonnu Rasmussen sita hesi í nevndini í Ferðavinnufelagnum: Ása Johnsdóttir, Henny
á Líknargøtu og Jákup Sverri Kass. Nevndin hevur ikki skipað seg enn.
Ferðavinnufelagið havt aðalfund