mánadagur 2. november 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 2. november 2009 – Nr. 209 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19
Á fundinum á Hotel Haf
nia leygardagin, har for
menninir í øllum fót bólts
feløgunum fundaðust part
víst einsamallir og partvíst
saman við starvsnevndini,
var greiða niðurstøðan,
at trupulleikarnar síðstu
dagar nar skal starvs
nevnd in bara syrgja fyri at
loysa
Tað minti ikki sørt um lands- ella
lønar sam ráðingar, tá fótbólts for-
menni nir seinnapartin leygardagin
hitt ust á fundi í Høllini á Hotel Haf-
nia. Dyrnar vóru læstar og eingin
slapp inn á fundin, ið ikki hevði eina
góða umbering, so sum eina kaffi-
kan nu ella eina skál við lekrari
dessert. Við øðrum orðum, var eing-
in atgongd fyri óviðkomandi.
Umframt formenninar vóru eisini
allir í starvsnevndini á Hotel Hafnia,
og í løtum var starvsnevndin innan-
fyri og aðrar løtur uttanfyri. Í fyrsta
um fari høvdu formenninir starvs-
nevnd ina inni í einar tveir tímar, og
síðani varð hon kallað innaftur tvær
ferð i r, áðrenn fundur var lokin og
niður støðan greið.
– Vit eru samdir um, at formenninir
í fótbóltsfeløgunum áleggja starvs-
nevndini at finna fram til eina semju,
sum inniber, at starvsnevndin á
sínum fyrstkomandi fundi skal loysa
teir trupulleikarnar, sum hava verið
síðstu tíðina. Hetta er ein semja, sum
øll feløgini taka undir við og eru
sam an um, segði Kristjan á Neystabø,
sum var orðstýrari á fundinum.
– Eg trúgvi fult og fast uppá, at
starvs nevndin fer at loysa trupul-
leikar nar. Hetta, sum er hent, hevur
ver ið øgiliga óheppið fyri øll, fyri før-
oyskan fótbólt og ikki minst fyri fø r-
oyskan fótbólt út í heim, so tí mugu
vit fáa eina varandi loysn á hesum.
Ein sannur lætti
Tá fundurin var liðugur og fólk fóru
hvør til sítt, sást sjónliga, at tað var
ein harrans lætti hjá fleiri teirra, at
formenninir høvdu tikið eina støðu
og givið starvsnevndini ein greiðan
ar beiðssetning fyri fyrstkomandi
fund, sum verður í morgin.
Serliga tóktist tað á starvs nevnd-
ar limunum, sum var ein byrða tikin
av teirra herðum. Ikki tí, hýrurin á
øll um hevði verið góður alla tíðina,
og tær løturnar, tá starvsnevndin
bíðaði uttanfyri og steðgaði á at
hugna práta við fjølmiðlaumboðini,
var lagið gott og einki sást til, at her
var nakar meiriluti og minniluti.
Forsetin og nevndarlimir kapp-
aðust mestsum um at fortelja stutt-
lig ar søgur, og tú fekst ongantíð var-
hug an av, at hetta var sum at skula
upp til roynd. Tað var ikki so frægt, at
menn sóu nervøsir út, tá teir av og á
sluppu inn til formenninar. Og tá
av gerð in var fallin og boðini frá for-
monnunum givin, brosaðu starvs-
nevnd arlimirnir – tvørtur um allar
bólk ing ar annars – um kapp við
hvønn an nan.
At okkurt meira liggur aftan fyri
orð ing arnar í niðurstøðuni hjá fo r-
monnunum, sigur seg sjálvt, men
eing in vildi vera meira ítøkiligur enn
neyð ugt, tá fundurin var lokin. Tað lá
líka sum í luftini, at nú var bólturin
spæld ur aftur til starvsnevndina, ið
snøgt sagt ikki hevur aðrar møgu-
leik ar at finna eina loysn á fundinum
í morgin.
Taka til eftirtektar
– Eg og starvsnevndin taka sjálvandi
niðurstøðuna hjá formonnunum til
eftirtektar. Formenninir hava lurtað
eftir øllum sjónarmiðunum og eru
komnir við teimum greiðu boðum,
at vit eru teirra starvsnevnd og at vit
skulu loysa málið, segði FSF-forsetin,
Høgni í Stórustovu, sum ikki heldur
tað vera ein forðing nú, at starvs-
nevnd in longu frammanundan hev-
ur havt heilar tríggjar fundir, har tað
ikki bar til at finna nakra semju.
– Tá tú hevur eina ósemju, so vita
øll, hvar tingini ganga. At vit hava
skula greitt frá hesum framman fyri
øll um formonnunum, er sjálvandi
eisi ni ein tilgongd í sær sjálvum. Og
eitt ella annað stað hava óivað allir
fing ið betur fatan av tí, hvør ein stak-
ur heldur, umframt at tað eisini hev-
ur kenst gott, at formenninir hava
sæð tað neyðugt at traðka í karakter
og fortelja okkum, at tað er soleiðis,
vit skulu arbeiða.
Spurdur, um niðurstøðan á for-
mans fundinum merkir, at okkurt
høvd skal rulla, sum tikið verður til,
hev ur Høgni í Stórustovu onga við-
merking, men vísir á, at nú skal
starvs nevndin hava frið at loysa
trupul leikan, og at tíðin so má vísa,
hvørj um alt endar við.
– Vit skulu eisini minnast til, at
het ta snýr seg ikki um persónar,
men um sjónarmið og meiningar, tí
felags fyri okkum øll er, at øll vit
ar beiða fyri fótbólti av góðum vilja,
og tí er umráðandi, at vit skilja
ímillum tað persónliga og tað, vit
eru ósamd um, segði FSF-forsetin.
Formenninir skóru ígjøgnum
Kristjan á Neystabø,
ið stjórnaði
formansfundinum
leygardagin, og
FSF-forsetin, Høgni
í Stórustovu, taka í
hondina á hvørjum
øðrum eftir loknan
fund
Mynd: Álvur Haraldsen
Jóan Petur eitt tørn aftrat
Í gjár helt Tvøroyrar Bóltfelag fram við aðalfundinum, sum upprunaliga byrjaði eina
viku frammanundan, men tá var slitin, tí eingin bjóðaði seg fram at koma í nevndina.
Hesa ferð bar betur til, men kortini er talan ikki um nakra broyting, tí framvegis var
eingin sinnaður at koma í nevndina, og tí gjørdu Jóan Petur Olgarsson og Mina
Joensen av, at tey tóku við afturvali. – Eg hevði ikki samvitsku at blaka felagið út í
stjórnarloysi, og tí tók eg við afturvali á aðalfundinum, sigur Jóan Jóhan Petur
Olgarsson við Suðurrás. Nevndin skipar seg sjálv, men alt bendir á, at hann heldur
fram sum formaður í Tvøroyrar Bóltfelag.