mánadagur 2. november 2009síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 209 - 2. november 2009
33
Tómliga kenslan av apati
breiðir seg kring landið.
Politiska regimið á Tinga
neshelluni hevur sogið
vakuum íkring seg, men
ávísar dugnaleysar flyting
ar hómast tó í hesum
merkisverda tómarúmi.
Støðan er ikki bara fløkt,
hon er tragisk og í einstøk
um førum tragikomisk. Ein
feril av paranoia kann
leypa á fólk, sum virka í
fløktum kringumstøðum,
serliga, táið illa gongst at
fáa rótasúpanarsøgurnar
váttaðar, men so mikið er
likið út ímillum fleiri rivja
bein, at søgan um parta
politiskar rokeringar av
almennum stovnum kring
um í landinum, so við og
við hevur fingið eitt at
kalla heilstoypt skap.
Eftir út av lagi ringu
Fyndkanningina mátti
Javnaðarflokkurin ressast
við, skuldi hann frameftir
roknast millum stóru flokk
arnar í landinum. Fokus
bólkar hava skannað polit
iska landslagið, og mæla til
at taka uppaftur tað av
snildum og fiksum hug
skotum, sum onnur áður
hava varpað upp í ljósið,
og formaðurin er í einum
støðugum offensivi, og í
latentari og áhaldandi and
støðu til alt og øll. Kósin
gongur snórabein ímóti
einum samgongubroti.
Føroyar eru vorðnar ov
smáar fyri formannin í
Fólkaflokkinum, ein baga
tell, væl goymd í onkrum
kliva úti undir væðingini
handan skallabein hansara,
Vágaportalurin vitsti jú í
gjár at siga frá, at seyrving
urin í Uttanríkisráðnum, á
UNESCO fundinum fyri
kortum, hevði fingið tilboð
um altjóða starv. Eitt git
kundi verið, at hann gerst
NATOaðalskrivari, táið
danski Foghurin møguliga
gerst forseti í ESsamveldi
num. Og løgmaður er nú
so nógv parodieraður á
palli, at ongin rættiliga
kann fyrihalda seg til hans
ara longur. Er farin at líkj
ast alt meira hestinum hjá
Caligula, og hann man inn
ast inni vita, at hetta fyri
hansara viðkomandi er
once in a lifetime.
Tríggjar karusellir standa
og glinta inni í súrevnis
tóma rúminum. Javnaðar
kvørnin melur væl skjótari
enn hinar báðar. Og fyri
fáum døgum síðani boðaði
Aksel Vilhelmsson frá, at
nýggi almenni stovnurin,
ið fer at taka sær av heilsu
tryggingarmálum, skal
skipast í Klaksvík. Lat meg
alt fyri eitt undirstrika, at
eg av heilum huga stuðli
meginregluni um, at nýggir
almennir stovnar verða
plaseraðir har, sum teir
fyrst og fremst kunnu
gagna yvirskipaða høpin
um, og harnæst lokalitetin
um, sum frægast. Metingar
støðið eigur tó at vera
annað og meiri enn bara
tað, at almennir stovnar
skulu grógva sum hunda
lond upp úr svørðinum og
túninum, harið landsstýris
menn tilvildarliga eru
uppvaksnir, ella har sum
teir búleikast.
Aksel tykist hava verið í
so bráður at styrkja sær um
egið veljarakorps, tí Javn
aðarflokkurin hevði framm
anundan givið Gerhardi
Lognberg munnliga váttan
fyri, at júst hesin stovnurin
skuldi skipast í Sandoynni.
Hetta hevði ivaleyst verið
skilagott, serliga eftir at
skopuningurin hevur mist
so óvanliga nógvar politisk
ar kalvar undir borðið hesi
árini, hann hevur verið
parlamentariskt umboð hjá
sandoyggja fólki. Dalstunn
ilin, Listaskúlan, kynsbót
arstøðina í Skopun, TAKS í
Skopun, Farmaleiðir, havn
ina í Skúvoy, Sandoyartunni
lin og helst ítróttarhøllina
við, nú landsstýrið fæst við
at seta upp allar hugsandi
lokalpolitiskar forðingar
fyri, at tað hugskotið kann
gerast veruleiki.
September mánaði var
hálvgingin, táið fyrsta
viðgerð var av eykajáttan
arløgtingslógini, sum álit
nú er skrivað um. Tá
nevndi Jóannes Eidesgaard,
fíggjarmálaráðharri, møgu
leikan fyri, at savna óbrúkt
ar íløgur saman seinast í
árinum, soleiðis, at landið
kundi keypa ein bygning
fyri avlopið(?). Í hesum
viðfanginum nevndi hann
møguleikan fyri at keypa
eini hús í Klaksvík.
Alt eftir hvussu tú spurt
ar, táið tvísporað verður, er
vandin stórur fyri, at bein
ini koma í trol, at leggirnir
fløkjast, og vektin av kor
pusinum leggur seg sum
eina køvandi dýnu yvir
gongulimirnar. Tað hendi
partvíst, táið hin bráðræsni
Aksel yvirhálaði skipaða
og ætlaða offensivin hjá
Javnaðarflokkinum fram
ímóti einum vali í januar
ella februar. Gjørdi rokn
ing uttan vert, tí tær 595
persónligu atkvøðurnar hjá
Lognberg eru góðar at
hava, táið nýggjar konstella
tiónir skulu fáast upp at
standa, eftir at fólkið hevur
felt sín dóm í næstum.
Formaðurin varð settur
at greiða íkomnu kisuna.
Strategiin var greið beinan
vegin, tað skuldi renna inn
í báðum borðum, bæði
norðan og sunnanfyri.
Trupulleikin er bara, at
innansyndis rokeringar,
ímillum tvey geografisk
stakhøpir, neyðturviliga
mega ganga útyvir onkran
óvardan, ið ikki var nóg
eftirskettin, táið partapolit
iski uppgangurin kom
skúmandi niðan undir
bakkan.
Týsdagin varð Meinhard
Olsen jarðaður, toftamaður,
ið hevur verið innanmaður
frá ungum árum, og ein av
teimum, sum uttan himpr
kundi havt verið fyrimynd
hjá Ernest Hemingway,
táið hesin skrivaða klassik
aran um gamla mannin og
havið. Komin hálvan vegin
til húsa aftur úr Glyvra
kirkju, kemur eitt CO2
djór, par exellence, fyri
minst eina millión krónur,
strúkandi úteftir eystara
arminum á Skálafirði. Tað
hvínur úr bremsukubb
unum, og bráðliga steðgar
akfarið, og eg kennist sjálv
andi við teir báðar Jóannes
Eidesgaard og Petur Alberg
Lamhauge, aðalstjóra
hansara. Sum samstarvs
menn ikki ólíkir Risanum á
Leittrabergi og Nornagesti.
Teir vóru ávegis at vitja
deildina hjá TAKS í Heið
unum, sum glyvramenn
plaga at rópa tað. Ella
Saltangará, ið helst er tað
formelt rættara. Hetta
virkaði heilt tilforlátiligt.
Sjálvandi skal ein finans
ministari kenna sínar
teknar og støðugt vita, hvat
teir takast við í teirra dag
liga umhvørvi, og í hesum
førinum, hvussu teir trívast
á staðnum, har hendan
skrivstovan nú hevur hús
ast síðan einaferð í seksti
árunum. Táið tað so kom
upp í samrøðuni, at hann
eisini ætlaði at leggja
leiðina framvið nýætlaða
Rituvíksvegnum, kundi
hetta valla vera annað enn
ein ministeriel safari, ein
sjálvsøgd kurteisisvitjan.
Kynið í skundinum
bræddi seg seinri ígjøgnum
heilagøgnini. Hetta var
blivið sum hjá kára p.,
Javnaðarflokkurin sat sum
ryssa yvir deyðum fyli,
yvir einum puslispæli, ið
ikki fekst at liggja, sum tað
skuldi. Teir máttu gera eitt
sprell í kosmos. Her vant
aði ein puntur. Hesin
skuldi gerast TAKSdeildin
í triðju størstu kommununi
í landinum, Runavík. Í
partapolitiska galoppinum
hjá Javnaðinum, nú kabal
urnar í totala offensivinum
skuldu fáast at hanga sam
an, hanga nú tjúgu almenn
starvsfólk í leysum lofti
um okkara leiðir. Hetta er
kostnaðurin av strategiini í
sosialdemokratiska skiftis
virknaðinum millum
Skopun og Klaksvík.
Húsini, sum Jóannes
Eidesgaard róði fram undir
at keypa fyri hálvum øðr
um mánaða síðani, og sum
ivaleyst fara at síggjast
aftur í einum eykajáttan
aruppskoti í desember
mánaða, eru helst býráðs
húsini í Klaksvík, sum
skyldmaðurin og framsókn
armaðurin, Erling Laksa
foss, fekk upp at standa
fyri áratíggjum síðani. Tey
skulu væntandi nýtast sum
almennur umsitingarbygn
ingur, og ætlanin í hesi
javnaðar og samgongu
ætlan er, at TAKSdeildin í
Saltangará, eitt av fáum
almennum arbeiðsplássum
í Eysturoy, yvirhøvur, skal
total amputerast, og flytast
til Klaksvíkar. Við hesum
er skaðin bøttur, táið Aksel
Vilhelmsson av innanfloks
trýsti verður bukaður og
bardur til at flyta heilsu
tryggingina til Skopunar.
Ein winwin støða hjá
Javnaðarflokkinum, men
hvat siga samgongumenn
inir Alfred Olsen, Jógvan á
Lakjuni, Edmund Joensen,
Helgi Abrahamsen og
Andreas Petersen til hend
an sosialdemokratiska
glantrileikin, hesa javnað
arpolitisku galoppina, sum
avhøvdar tað sindrið, ið er
av almennum virksemi í
sjálvari cashkúgv Føroya,
Eysturoynni?
Fleiri spyrja helst eisini,
um hesin leikurin er nóg
lokalpolitiskt drúgvur,
haldbarur, at tøla fíggjar
nevndarformannin í
tunnilsøði hansara, táið
avgerðin skal takast, um at
keypa Klaksvíkar komm
unu burturúr sínum nú
verandi umsitingarjørðildi.
Ella liggur kanska onkur
onnur ókend millumrokn
ing í málinum, har Eides
gaard er gliðin í nýggju
kredduni: ”Vælferð ella
tunlar?” Eitt hugtak har
glansurin spakuliga følnar,
men sum eydnaðist í stutt
tíðarhøpi, hóast øll vita, at
Javnaðarflokkurin hesi
seinastu árini hevur verið
megineksponenturin fyri at
trumla solidariska vælferð
arsamfelagið út av eggini.
Óteljandi dømi eru um tað.
Sosialdemokratiski galoppurin
Tórbjørn
jacobsen
Las í bløðunum fríggjadag
in 30. oktober, at lands
stýrismaðurin í fíggjarmál
um, Jóannes Eidesgaard,
kannar møguleikan fyri at
leggja Taks í Eysturoynni
og Taks í Norðoyggjum
saman. Fíggjarálaráðharrin
sigur nógvar sakligar
orsøkir vera til at gera tað
og, at nógv er, sum talar
fyri at Taks skal vera í
Klaksvík. Við øðrum orð
um, so er ætlanin at niður
leggja deildina í Saltangará
og harvið 20 almenn
arbeiðspláss í økinum.
Seinastu árini, og eisini
seinastu tíðina, hevur verið
tosað um at flyta almennar
stovnar úr høvuðsstaðnum
til øki í Føroyum, sum ikki
hava so nógvar av slagn
um. Hesi ætlan hava nógv
tikið undir við.
Fyri eitthvørt lokalsam
felag hevur tað stóran týdn
ing, at fleiri ymisk virkis
øki eru, tí tað gevur størri
fjølbroytni og eisini størri
dynamikk í lokalsamfelagn
um. Í Runavíkar kommunu
og í hinum kommununum
við fjørðin er fiskivinna,
ídnaður og handil høvuðs
virkisøkini, meðan teir
almennu stovnarnir við
teim almennu arbeiðs
plássunum eru fáir í tali.
Hetta vita øll, men hóast
tað, so fyrireikar lands
stýrismaðurin at flyta ein
almennan stovn úr hesum
øki – hesin stovnur, sum
byrjaði sítt virksemi í
sekstiárunum. Hetta kann
ikki bera til, og eg vil mót
mæla hesi ætlan.
Hevði annars hugsað
mær at vita, um samgong
an stendur aftanfyri og
stuðlar hesi ætlan.
Latið Taks í Eysturoynni fáa frið!
borgarstjóri,
Runavíkar kommuna
Magnus
rasMussen
Tíðindaskriv
Blokkniðurskurðurin kostar
Føroyum meir enn 400 mió.
kr. um ári, og hevur higartil
kosta føroyska samfelagnum
yvir 3.800 mió kr. Hvussu
fara Føroyar at klára seg
sum eitt vælferðarsamfelag
í framtíðini á hesum grund
arlagi? Hesin spurningurin
verður viðgjørdur á almenn
um fundi hjá Samhald
týskvøldið.
Týskvøldið 3. nov. kl.
19.30 skipar Samhald fyri
almennum fundi á Sjóka
feini í Runavík, har evnið
er Framtíðar Føroyar við
skerdum blokki.
At greina hendan spurn
ing hava vit fingið lands
stýriskvinnuna í almanna
málum Rósu Samuelsen og
løgtingsmennirnar
Helga
Abrahamsen
og
Jaspur
Vang. Tey fara at gera sínar
metingar um, hvussu Før
oyar koma at klára seg í
framtíðini sum vælferðar
samfelag.
Heildarveitingin
ella
blokkurin var í 2002 í bestu
tíð skorin inn á bein og
ongin inntøka ella tillaging
sett í staðin. Blokkurin
bleiv skorin við 366 mió.
kr. um árið ella 1 mió kr.
um dagin. Harafturat blivu
danir bidnir um ikki at
prístalsviðgera
blokkin
framyvir. Tilsamans kostar
hetta føroyska samfelagn
um yvir 400 mió. kr. árliga.
Sambært
uppgerð
frá
fíggjarmálaráðnum
hava
Føroyar higartil mist eina
upphædd upp á meiri enn
3.800 mió. kr.
Á fíggjarlógini, sum hev
ur eitt halli upp á 800 mió.
kr., fara út við 75 % til bleytu
virðini so sum almannamál,
heilsumál og útbúgvingar
mál. Sostatt eru bert 25 %
eftir, har sparingar kunnu
gerast uttan at rakat tey
sjúku, tey veiku, tey gomlu
og ungdómsútbúgvingar.
Hallið svarar til umleið
tað, allir stovnar landsins,
sum ikki røkja bleytu virð
ini, kosta tilsamans. Kunnu
vit avtaka teir allar fyri at
fáa roknistykkið at ganga
upp? Kunnu vit avtaka
TAKS,
Fiskirannsóknar
stovuna,
Fiskiveiðueftir
litið, Skipaeftirlitið, Ak
stovan, Landsverk, Um
hvørvisstovuna,
Arbeiðs
eftirlitið, Strandferðsluna,
Bygdaleiðir osfr. osfr. fyri
ikki at raka tey sjúku,
gomlu og veiku og soleiðis
at fáa rokniskykkið at ganga
upp?
Ella gongur roknistykkið
als ikki upp?
Sjókafeini týskvøldið 03.
nov. kl. 19.30. Fundurin er
almennur.
Samhald
Framtíðar Føroyar við skerdum blokki
viðmerkingar