Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. november 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 211 - 4. november 2009 Fyri fyrstu ferð er komið út greinasavn á føroyskum, ið lýsir Sameindu Tjóðir við serligum atliti til spurningar um mannarættindi Greinasavn Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Hvørjir altjóða sáttmálar eru galdandi í Føroyum, og hvønn týdning hava teir fyri føroyingar? Hvat stendur í slíkum sáttmálum, og hvussu kunnu teir brúkast? Hetta er nakað av tí sum svar fæst á í bókini Greina­ savn um Sameindu Tjóðir og Mannarættindi, sum júst er komin út. Til føroyskar lesarar Bókin er tann fyrsta av sín­ um slagi á føroyskum, og kann hon tí verða eitt týdn­ ingarmikið íkast til føroyska kjakið um mannarættindi framyvir. Greinarnar við­ gera mannarættindi úr ment­ anarligum, sosialum, bú­ skap­arligum, p­olitiskum og løgfrøðiligum sjónarhornum og eru skrivaðar av føroy­ skum serfrøðingum, ið hava fakligar og p­raktiskar royndir í altjóða mannarætt­ indasp­urningum. Heldur enn at týða útlendska bóka­ útgávu, hevur Amnesty International Føroya deild valt at skap­a eitt sjálvstøðugt verk, ið hóskar til føroyskar lesarar og føroysk sam­ felagsviðurskifti anno 2009. Átta p­artar eru í bókini, og teir taka lesaran á ferð ígjøgnum ST­stovnin og útvaldar mannarættinda­ sáttmálar. Bókin er serliga ætlað teimum, ið eru á hægsta stigi í miðnámsskúlum og á byrjanarstigi á hægri læru­ stovnum. Eisini er bókin væl hóskandi sum støðislesnaður hjá miðlafólki og starvsfólki í umsitingini, ið starvast við mannarættindum. Greinasavnið er harum­ framt kærkomið hjá øllum, ið vilja ogna sær størri og neyvari innlit um altjóða m annarættindaviðurskifti. Bókin Greinasavn um Sameindu Tjóðir og Manna­ rættindi, sum Amnesty Inter­ national Føroya deild hevur ritstjórnað, er útkomin á for­ lagnum Fróðskap­i og fæst í bókabúðum kring landið. Føroyskt greinasavn um mannarættindi Ein røð av føroyskum serfrøðingum hava skrivað greinarnar í nýggju útgávuni »Greinasavn um Sam­ eindu Tjóðir og Manna­ rættindi« Eini 500 børn luttóku í teknikappingini á Savnsfagnaðinum herfyri, og nú hevur Listasavn Føroya funnið vinnararnar. Frá Listasavninum frætta vit, at sera nógvar góðar og spennandi myndir vóru at velja ímillum, og hava tey valt fýra myndir út, eina fyri hvønn av teimum fýra aldursbólkunum Tíðindaskriv Vinnararnir fáa ein góðan vinning sendandi frá Listasavni Føroya, sum eisini takkar fyri góðu luttøkuna Vinnarar av teknikapping funnir Í aldursbólkinum 3 ­ 5 ár vann 4 ára gamli Helgi í Nesinum úr Havn. Hann hevur teknað eina mynd av einum viólbláum figuri á hvítari bakgrund, ið fyllir allan myndaflatan. Figururin fevnir alt umhvørvið við víðop­num ørmum. Í aldursbólkinum 5 ­ 8 ár vann 5 ára gamli William Joensen úr Havn. Hann hevur teknað ein vælnøgdan Dunnald Dunnu figur í síni heilt egnu tulking. Figururin er teknaður mitt fyri í myndini á hvítari bakgrund. Hann er teknaður við svørt­ um liti og littur gult, reytt, blátt og ap­p­ilsingult. Í aldursbólkinum 8 ­ 12 ár vann 10 ára gamla Malan Debes Joensen úr Hoyvík. Hon hevur teknað eina kanin ella ein asna svartan við hvítum flekkum og ljósareyðum oyrum mitt í myndini. Uttanum er ein grasflati við trimum blómum og ein bláur himmal við tveimum skýggjum og einari sól. Myndin er løtt, glað og fagurlitt. Í aldursbólkinum 12 ­ 16 ár vann 15 ára gamla Marjun Reginsdóttur úr Havn. Hon hevur teknað ein úlv við svørtum skugga, og aftanfyri lýsir eitt bjart ljós út úr eini op­nari hurð vinstrumegin. Høgrumegin figurin er ein gráligur/viólbláur skuggi við nakað av krutli. Myndin er væl teknað og vísir á ein væl mentan myndsans. KoyriKort Nýtt teori skeið til persónbil, byrjar mánadagin 9. november. Undirvíst verður í Tórshavn, eins og koyringin verður í Tórshavn. Prísur: 9.000 kr. fyri lógkravdu tímarnar Tilmelding á telefon 212101 KoyrisKúlin v/róland Joensen Keypiorkan minkar nógv Ein útrokning hjá Íslandsbankanum vísir, at keyp­iorkan hjá íslendingum fer at minka umleið 20 p­rosent tey bæði næstu árini. Tað merkir, at keyp­iorkan í 2011 verður tann sama sum í 2003. Tølini hjá bankanum vísa eisini, at keyp­iorkan hjá tí íslendska brúkaranum vaks meiri enn 80 p­rosent í árunum frá 1994 til 2007, og at talan var um vøkstur á hvørjum ári uttan í 2001. Íslandsbankin sigir, at sjálvt um keyp­iorkan fer at minka nógv hetta til 2011, verður keyp­i­ orkan tá kortini 42 p­rosent størri enn í 1994 og smá níggju p­rosent størri enn í 2001. Motorskaða undir lending Tá eitt Boeing 737 flogfar hjá danska felagnum Cimber Sterling skuldi seta seg á flogvøllin í Firenze í Italia í summar, steðgaði annar motorurin, uttan at nakað ávaringarljuós boðaði frá breki. Óhap­p­ið hendi tann 13. juni, og frágreiðingin frá skaðanevndini kom í gjár, skrivar DR. Sambært skaðanevndini steðgaði annar motorurin, tí ein luftventilur inni í motorinum setti seg fastan. Flogfarið var tá í 800 metra hædd, og flogskip­ararnir valdu at steðga lendingini. Løtu seinni fór motorurin í gongd, og flogfarið setti seg í øllum góðum. 130 ferðafólk vóru umborð.