Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 212 - 5. november 2009 Maskinmaður til Sp/f Tavuna Fyri Sp/f Tavuna í Leirvík verður søkt eftir einum maskinmanni at byrja skjótast til ber. Starvið umfatar dagliga røkt av øllum maskinum og amboðum, sum hoyra til eitt flakavirki, her undir flakamaskinur, frystarí og frystiútgerð. Umsøkjarin skal kunna arbeiða sjálvstøðugt. Talan er eisini um skiftandi arbeiðs tíðir orsakað av vaktar­ skipan. Fyri rætta umsøkjaran er talan um eitt avbjóðandi og spennandi framtíðarstarv. Lønin verður ásett eftir nærri avtalu við leiðsluna. Umsóknin verður at senda til Sp/f Tavuna í Leirvík skjótast gjørligt og í seinasta lagi 20. november 2009. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til stjóran, Joen Magnus Rasmussen, á telefon 44 33 55. Allir fyrispurningar og allar umsóknir verða viðgjørd í trúnaði. Staravegur 17 Postsmoga 3258 110 Tórshavn Telefon 34 34 34 Telefaks 34 34 35 spekt@spekt.fo www.spekt.fo Útvarpið lýsir við eykavinningum í sambandi við, at V4 í november fyllir 50 ár. Men V4 fyllir kortini bara 40. Fyrsti V4-dráttur var 29. november 1969 V4 dráttur Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útvarpið hjá Kringvarpinum lýsir nú um dagarnar við eykavinningum í V4 í sam­ bandi við, at V4 fyllir fimmti ár í november. Eyka vinningarnir eru fimm ferðir 10.000 krónur. Søgan um V4 er kortini tann, at fyrsti V4 drátturin var hin 29. november í 1969. Soleiðis fyllir V4 »bara« 40 ár 29. november. Í vikuni fyri leygardagin 29. november í 1969 sam­ tykti løgtingið endaligt at geva Útvarpi Føroya loyvi til serskilda happadráttin, og girokortið við V4 seðl­ inum – sum kostaði fimm krónur ­ varð sent í hvørt hús í Føroyum. Annika Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóri, viðgongur, at tey hava gjørt ein rokni­ feil – og at hann verður rætt aður. Fjøruti ára dagurin hjá V4 er fyrsta sunnudag í advent. Útvarpið roknar skeivt … Jólatekningar hjá børnum at síggja í SMS Børn um alt landið hava verið við í kapp ing ini at tekna jólaposan hjá SMS – og hesa vikuna verða tekningarnar sýndar fram á torginum í SMS JÓLAKEYP Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fram til leygardagin klokk­ an 16 ber til at síggja tekn­ ingarnar á Torginum í SMS. Tá verður eisini kunngjørt, hvør hevur vunnið kapp­ ingina um tekningina, sum prýðir 150.000 jólaposar hjá SMS. Vinnarin verður kosin millum tey umleið 1.000 børnini, sum hava verið við í kappingini í ár. – Hetta við at bjóða út kapping um at tekna jóla­ posan hjá SMS er gamalt. Hugskotið spratt einaferð heilt afturi í 1980'unum. Hetta hevur verið ein sera spenn andi kapping øll árini, og tað vísir áhugin eisini við teirri rættiliga góðu undirtøkuni, sum aftur í ár hevur verið millum børn at vera við í kappingini, sigur Karis við Brúgv, marknaðar­ leiðari í SMS. Allar tær mongu tekning­ arnar vóru sjálvsagt at vold­ in til, at dómsnevndin, mann að við trimum fak­ fólkum, eisini í ár hevur havt úr at gera við at døma og kjósa vinnaran í tekni­ kappingini. Tá ið tann víðagitni Jóla­ býurin í SMS letur upp mána dagin 16. november fer jólaposin at fáa. Jógvan Arge og Jógvan Jespersen tá V4 fylti 25 ár í 1994 Johs. Berg Øllum tykkum sum á ymiskan hátt gjørdu mær 80-ára føðingardagin so sera hugnaligan takki eg hjartaliga Tøkk