Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 212 - 5. november 2009 Ætlanin hjá fimm løgtingslimum at fáa seyðin av vegnum fer at taka grundarlagið undan teimum, sum fáast við seyðahald og landbúnað, sigur forkvinnan í Bóndafelagnum Seyðurin av vegnum Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta er ein álvarslig hótt­ an ímóti øllum landbúnaði í Føroyum, bæði teimum, sum hava tað til vinnu og teimum, sum hava tað til ítriv. Tað heldur Anna Rubek­ sen, forkvinna í Bónda fe­ lagnum, um ætlanina hjá fimm løgtingslimum um at fáa seyð, ross og neyt, burt­ ur av vegnum. Tað eru Løgtingslimirnir Magni Laksáfoss, Helgi Abrahamsen, Tórbjørn Ja ­ cobsen, Sjúrður Skaale og Eyðgunn Samuelsen, sum nú vilja hava Løgtingið at samtykkja, at tað nú skal bera til at krevja, at tey, sum eiga seyð, ross, neyt, geitir og flogfenað, skulu seta hegn upp, so at dýrini ikki sleppa á vegum, bæði inn­ angarðs og uttangarðs. Forkemur inntøku­ møguleikanum Anna Rubeksen staðfestir, at hetta er ein ætlan, sum Bóndafelagið fer at seta seg hart ímóti. Hon uggar seg við, at tað er ikki samgongan, sum setir uppskotið fram, men at tað eru fimm einstakir tinglimir og tí vónar hon, at Løgtingið vrakar tað, sigur hon. – Tá ið vit taka eitt festi á okkum, er tað við teimum skyldum og inntøku møgu­ leikum, sum tað hevur. – Men skulu vit nú seta hegn upp framvið longum vegastrekkjum, fer tað full­ komiliga at kollvelta okkara inntøkumøguleikar. Hon sigur, at tað er so dýrt at seta hegn upp og at halda tað, at tað fer at for­ koma øllum inn tøku møgu­ leik um í øllum førum í nógv ár fram í tíðina. Men nú siga teir í upp­ skotinum, at tað skal bera til at brúka festikontuna til endamálið? – Eg veit ikki um tey hava misskilt endamálið við festikontuni. Festikontan er eitt endurgjald, sum skal viga upp ímóti inntøkumissi, tá ið jørð verður tikin av festinum til ymisk endamál, ella øðrum inntøkumissi. – Men skulu vit nú brúka pengarnar at hegna fyri, er tað ikki til nakra meirinn­ tøku fyri festaran. Festikontan er skal eisini koma festinum til góðar og ikki Landsverki ella komm­ unum ella onkrum helt øðr­ um uttanfyristandandi parti. Anna Rubeksen skilir heldur ikki, at tað nú skal bera til at krevja, at jarð­ arbrúkarin skal hegna, so at seyður ikki sleppur inn á bygt øki. – Har ber til at finna loysnir so at bygdir og býir verða friðað fyri seyð, tí tað hava nógvar kommunur gjørt. – Men tað sigur seg sjálvt, at so missur jarðar­ brúkarin ella seyðurin, nøk­ ur rættindi og tað skal kommunan betala endur­ gjald fyri. – Men nú siga hesi fimm løgtingsfólkini, at tíðin er farin frá tí, at tað skal gjald­ ast fyri at taka hesi rættindi frá jarðarbrúkarum ella seyðin. – Tað er ognartøka, men tað ber ikki til at siga, at nú skulu myndugleikarnir gev­ ast við at gjalda fyri eina ognartøku. Ein pástandur Anna Rubeksen leggur dent á, at hetta er ikk tí at Bónda­ felagið ikki tekur undir við null­hugsjónini í ferðsluni. – Vit vilja eisini gera okk ara til at samstarva um eina loysn. Men Lands bún­ aðurin er ein vinna, sum er sera fíggjarliga veik og tí ber ikki til at leggja henni so stórar eyka útreiðslur. Teir fimm løgtings menn­ inir, sum hava lagt uppskotið fyri Løgtingið siga, fæst seyðurin ikki burtur av vegum og túnum, kunnu før oyingar við útbúgving aftra seg við at flyta heim­ aftur, tí tað er ov ótespuligt við seyðalorti á vegnum. – Hetta er nakað, vit róliga kunnu kalla eitt pá ­ hald. Spurningurin er um tað ikki er nettup møguleikin at fáast við seyð og jarð­ arbrúk, sum fær fólk at leita heimaftur á klettarnar. Anna Rubeksen sigur, at hetta uppskotið skal ikki fara afturvið borðinum uttan at Bóndafelagið hevur sagt sína hugsan á rætta stað og hon vónar bara, at felagið fær uppskotið til hoyringar. - Tann, sum er so óheppin at eiga jørð, sum verður ognartikin, missur nú ikki bara jørðina, tí nú skal hann enntá noyðast at betala fyri at missa jørðina, sigur Heðin D. Poulsen í Óðalsfelagnum Seyðurin av vegnum Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Hetta kann ikki metast sum annað enn ein skerpað ognartøku. Heðin D. Poulsen, tals­ maður hjá Óðalsfelagnum, sigur, at ætlanin hjá fimm løgtingslimum at fáa seyð, ross, neyt og onnur býr, burtur av vegnum, er heilt og aldeilis burturvið. Tað eru Løgtingslimirnir Magni Laksáfoss, Helgi Abrahamsen, Tórbjørn Ja cobsen, Sjúrður Skaale og Eyðgunn Samuelsen, sum nú vilja hava Løg­ tingið at samtykkja, at tað nú skal bera til at krevja, at tey, sum eiga seyð, ross, neyt, geitir og flogfenað, skulu seta hegn upp, so at dýrini ikki sleppa á veg­ um, bæði innangarðs og uttangarðs. Grundlógartryggjaði ogn arrætturin er, at verður nakað ognartikið, skal end urgjald betalst fyri tað. – Men hendan ætlanin merkir, at tann, sum er so óheppin at eiga jørð, sum verður ognartikin til veg, missur ikki bara jørðina. Nei, nú skal hann enntá betala fyri at hegna fram­ við vegnum, sum gongur ígjøgnum ognina. Hetta svarar til, at eitt neyst verður ognartikið, tí at ein bryggja skal gerast. Eigarin missur ikki bara neystið. Nei, hann skal enntá betala fyri at gera bryggjuna. – Hetta er ikki bara ogn­ artøka. Men hetta fer enn víðari enn tað, tí her skal eigarin enntá betala fyri at jørð hansara verður ognar­ tikin. Heilt burturvið Og at hetta skal hava nakr­ an sum helst týdning í roynd unum at fáa útbúnar føroyingar heim aftur, trýr hann yvirhøvur onki upp á. – At tryggja útbúnum før oyingum, at ongin vandi er fyri at traðka í ein seyðalort, er neyvan nóg mikið til at fáa teir at tysja heimaftur til Sumbiar, Hatt arvíkar og Rituvíkar. Heðin D. Poulsen sigur, at tvørtur ímóti vísa kann­ ingar, at útbúnir føroyingar vilja flyta heim aftur til eitt býarumhvørvi, altso til Havnar. Og tað er langt síðani, at tann seinasta tuli pan ærin varð avsøgd í Havn, so er er ongin vandi at dálka sær svarta skógv­ arnar av seyðalorti. Hinvegin kennir hann nógv ar útisetar, sum trú­ liga koma heim ár eftir ár at reka og fletta. – Tá ið vit tosa um at fáa útisetar heimaftur, skal jarðarbrúk og onnur gom­ ul, serføroysk mentan als ikki undirmetast, leggur hann afturat. ­ Tað er avgjørt hendan gamla mentanin, sum er við til at lokka føroyingar heimaftur. Talsmaðurin hjá Óðals­ felagnum sigur, at vilja fólk hava seyðin úr bygd­ um øki, ber til at tingast seg fram til eina loysn við hagarnar og at betala endurgjald fyri tann rættin, sum hagarnir missa. Ráðgeving & tænastuR til virkisleiðslur innan: Fíggjarstýring Rakstrarætlan Bókhald og MVG-uppgerð Prosjektleiðslu Marknaðarkanningar Kundakanningar Dali Consulting sp/f Tel. 21 73 66 & 50 82 34 steinbjorn@dali.fo Vit hava meira enn 30 ára royndir innan tær tænastur vit bjóða, bæði frá privata vinnulívinum og tí almenna sektorinum Skulu nú betala fyri at missa jørð Álvarslig hóttan ímóti før oysku bóndunum Skulu øll sum fáast við landbúnað, nú verða tvingað at hegna fram við vegnum, fer tað at taka alt inntøkugrundarlagið burtur, sigur Anna Rubeksen, forkvinna í Bòndafelagnumv Týskland er lokomotivið Tað verður eftir øllum at døma Týskland, sum skal toga Evropa og harvið eisini Danmark upp úr búskaparkreppuni, skrivar Børsen. Blaðið vísir á, at Týskland keypir danskar vørur fyri einar 90 milliardir krónur um árið og er tað týdningarmesta keyparalandið hjá danska vinnulívinum. Tað gongur tann rætta vegin í týska búskapinum, og sambært Børsen kann fram gongd­ in í Týsklandi útvega minst 5.000 dønum arbeiði næsta ár. ES­nevndin sigur í einari nýggjari frágreiðing, at tann týska framgongdin kann hava jaliga ávirkan á búskapin í hinum londunum. Bretland aðra ES­kós Formaðurin í konservativa flokkinum í Bretlandi, David Cameron (á myndini), sum eftir øllum at døma verður landsins næsti forsætisráðharri, staðfesti í gjár, at flokkurin hevur slept ætlanini at lata bretsku veljararnar sleppa at taka støðu til Lissabon­sáttmálan á einari fólkaatkvøðu. Cameron hevur fyrr kravt fólkaatkvøðu um sáttmálan, men nú Kekkia hevur staðfest hann, hevur hann slept kravinum. Tann konservativi formaðurin sigur, at hann hevur ongar ætlanir um at forkoma ES, men at hann og hansara flokkur vilja avmarka rættindini hjá ES at leggja seg út í bretskt lóggávuarbeiði, sum hann tók til.