hósdagur 5. november 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 212 - 5. november 2009
Eitt av heimsins
størs tu gassfeløgum,
franska TOTAL fer
eftir øllum at døma
at byggja út fyrstu
gass keldurnar vestan
fyri Hetland til fram
leiðslu. Felagið hev ur
júst søkt myndug
leikarnar í Hetlandi
um loyvi at byggja
eina gassverksmiðju
nær hendis Sullom
Voe olju terminal i
num. Fyrsta gassið
kem ur til lands í 2014
GassútbyGGinG
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Hetta snýr seg fyrst og
fremst um at seta hol á
gass keld una Laggan, sum
var funnin fyri nærum 25
árum síðani, men sum til
ný liga ikki hevur verið
mett
lønandi. Tøkniliga
menn ing in, fleiri væl eyd
nað ir avmarkingar og met
ing arbrunnar og ikki minst
stóri eftirspurningurin eftir
gassi saman við høgum
gass prísi
hava
fingið
franska gassrisan at fara til
tekni borðið
og
leggja
seinas tu hond á eina stóra
út bygg ingarætlan,
sum
kann koma at kosta upp
ímóti 40 milliardum krón
um tá avtornar. At felagið
fyri fáum árum síðani gjør
di enn eitt gassfund, Tor
more og sum liggur ikki so
langt frá føroyska marki
num, gjørdi samlaðu æt lan
ina meira lønandi. Haraftrat
koma fleiri onnur smærri
gass felt í økinum, sum við
tíð ini eisini kunnu binda
seg í infrakervið, sum Total
nú fer at gera.
Gasskeldurnar
liggja
mið skeiðis millum Hetland
og føroyska markið. Higar
til er olja tikin upp úr trim
um keldum á Atlants móti
num, Foinaven, Shiehallion
og Clair. Enn hevur eingin
dittað sær at fara eftir gass
i num, sum liggur fjalt í
undir grundini. Nú hevur so
Total gjørt av at taka gassið
upp og flyta tað gjøgnum
rør leiðingar til eina nýggja
mót tøkustøð og gass verk
smiðju, sum skal byggjast í
Het landi, tætt við verandi
olju goymslurnar í Sullom
Voe.
Johan Dahl kunnaður
Tað hevur leingi verið
frammi, at Total saman við
øðr um feløgum fór at taka
eina endaliga avgerð um
gass framleiðslu men stóra
iva málið hevur verið, hvønn
fram leiðsluhátt man skuldi
velja. Tá Johan Dahl, olju
mála ráðharri og Petur Joen
sen, stjóri á Jarðfeingi
vitjaðu
bretsku
olju
myndug leikarnar í London
fyrr í ár vórðu teir kunnaðir
um ætlaninir hjá Total.
Føroyskir oljumyndugleikar
fylgja nevniliga sera væl
við í júst hesum, tí eitt gass
in frakervi
vestan
fyri
Hetland kann seta føroyska
leiting eftir olju og gassi í
eitt spildurnýtt perspektiv.
Verða
smærri
gassfund
gjørd á landgrunninum nær
markinum
kunnu
hesi
gerast lønandi við at knýta
seg uppí eitt infrakervi
hinu megin.
Nú er so avgerð tikin um
at flyta gassið til lands í
Het landi og har viðgera tað
á einum nýggjum gass
verki. Higani skal gassið so
flytast víðari til raffinarí í
Skot landi. Í veruleikanum
er hetta ein gamal dreymur,
sum nú gerst veruleiki.
Ætlanin at troyta gass
goymslurnar vestan fyri
Het land fer at seta alt hetta
økið í nýtt fokus. Bretska
stjórn in sær nakað stórt í
hes um og hevur roynt at fáa
fleiri feløg at vera við í
ætlanini. Í hesum sambandi
var fyri nøkrum árum síðani
stovn ar ein arbeiðsbólkur
við oljufeløgum og bretsku
myndug leikunum. Ætlanin
var at kanna um eitt sam
starv millum feløg og
myndug leikar kundi fáa í
gongd gassframleiðsluna.
Total vildi so ikki bíða
meira og tók avgerð saman
við øðrum feløgum at legg
ja til brots.
Byggja í Hetlandi
Júst í hesum døgum síggja
vit
so
longu
ítøkiligu
av leiðingarnar av avgerðini
hjá Total. Umboð fyri felag
ið hava søkt myndug leikar
nar í Hetlandi um loyvi at
byggja høli til nærum 1000
arbeiðsfólk, sum skuldu
stan da fyri byggingini at
sjálvari gassverksmiðjuni.
Sambart Shetland Times
æt lar Total, at fyrsta gassið
frá
Atlantsmótium
skal
koma til Hetlands í 2014.
Verk ætlanin kemur í tøkum
tíma ikki bert fyri hungrandi
bretska
gassmarkaðin.
Eisini fyri onnur feløg, sum
hava gjørt gassfund vestan
fyri Hetland seinastu árini
og ikki minst í ár, kann
infra støðukervið, sum Total
fer undir at byggja gera tað
løn andi at byggja út fleiri
onn ur gassfelt eisini. Har
eru Torridon, Laxford, Vic
tory og Glenlivet.
Total fyrireikar gassfram-
leiðslu vestan fyri Hetland
Sum sæst á hesum kortini hjá bretsku oljumyndugleikunum, so verða stórar vónir settar til økið
vestan fyri Hetland
Total hevur valt hesa loysnina
í sambandi við gassframleiðslu
vestan fyri Hetland. Rørleiðingar
verða lagdar út til gasskeldurnar
og bygd verður ein nýggj
gassverksmiðja nærhendis
Sullom Voe
Milliard undirskot í Forstædernes Bank
Kollsigldi Forstædernes Bank, sum Nykredit hevur keypt, hevur almannakunngjørt eitt alt
annað enn gott úrslit fyri syrstu níggju mánaðirnar í ár. Meiri enn fýra milliardir ljóðar
undirskotið upp á áðrenn skatt. Kjarnuinntøkurnar eftir niðurskrivingar eru gjørdar upp til eitt
undirskot á 4,26 milliardir krónur móti 160 milliónum árið fyri. Ógvusliga undirskotið stendst
eina av niðurskrivingum upp á væl omanfyri fýra milliardir krónur. Niðurskrivingarnar komast
av stóra aktivitetinum hjá bankanum á fastogna marknaðinum, har bankin hevur vánaligt
trygdargrundarlag grundað á aðru og triðju raðfesting. Samlaði umsetningurin hjá bankanum er
fallin við 15 prosentum niður í 55,2 milliardir krónur, og eisini útlánið er fallið munandi við
28% niður í 17,2 milliardir krónur. Bankin leggur dent á, at tað framhaldandi er stór óvissa um
úrslitið fyri 2009, men upplýsir, at tað frameftir verður roknað við einum normaliseraðum
tapsstigi, skrivar boersen.dk.