hósdagur 5. november 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 212 - 5. november 2009
tíðindi
Børn í Dagstovninum
við Landavegin hava
fingist nógv við
seyð seinastu tíðina
og hæddarpunktið
var, tá ið tey vóru í
Porkeri og flettu
Dagstovnamentan
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í dagstovninum við Landa
vegin halda tey, at børnini
eiga at uppliva góða, gamla,
føroyska mentan.
Í hesum sambandi hava
tey fingist nógv við seyð í
løtuni.
Tað eru tey 18 børnini í
stovuni, tey nevna, Sólju
flog, í dagstovninum, sum
hava verið við í projektinum,
hetta eru tey børnini, sum
fara í skúla næsta ár.
Og í hesum projektinum
kann sigast, at tey hava
fingið seyð og fletting inn
ígjøgnum allar sansir.
Tað avgjørda hæddarpunkt
ið var tá ið tey vóru í Porkeri
og flettu fimm lomb.
Men fletting kann verða
eitt dramatiskt upplivilsi
hjá børnum, sum ikki eru
von við slíkt, so áðrenn tey
fóru til Suðuroyar, hugdu
tey eftir einum filmi um
fletting fyri at verða eitt
sinur fyrireikað upp á tað,
tey skuldu upplivað.
Men at vera við at fletta
seyð var eitt serligt upp
livilsi og børnini høvdu ein
fantastiskan dag sigur Bryn
hild Guttesen, pedagogur.
Og tað var eisini øgiligt,
tey vóru spent og forvitin.
Fyrsta avbjóðingin kom,
tá ið seyðurin skuldi skjót
ast. Tey flestu hildu seg til,
men onkur vildu ikki vera
inni, tá ið skotið var.
Onkur annar tordi saktans
av vera inni, men tey ætlaðu
at halda fyri eyguni. Onkur
triði kláraði seg við at halda
fyri oyruni, tá ið skotið var.
Soleiðis komu øll snikka
leys ígjøgnum sjálvt drápið,
hvør á sín hátt.
Og
flettingarmenninir,
Jan Poulsen og Hallur Bech
vóru undiríktir í spurningin,
so hvør sum tummað var og
teir fóru at taka innanúr.
Serliga
varð
dúgliga
speuklerað uppá, hvat tað
gula mundi vera, sum lá
rundan um vombina. Onkur
helt tað var spýggja, men
onkur annar skeyt upp á at
tað var ostur. Men flettingar
menninir vóru raskir og
tolnir at greiða frá øllum og
at vísa teimum, hvat tað
ymsa var.
Endabrestur
Men børnini hava ikki bara
fingist við fletting. Tey hava
límað ull upp á lørift, sum
bæði kann síggjast og følast
og kanska luktast við og tey
hava gjørt ymsar prýðislutir
úr horni.
Sum rosinan í pylsuend
anum, hava tey eisini gjørt
ein seyð úr høsnanetið og
ull.
Endamálið hevur verið
at læra børn alla tilgongdina
frá heilt frá tí at seyðurin
verður flettur, til maturin
stendur á borðinum, sigur
Brynhild Guttesen.
Og tí verður endabresturin
í morgin, hósdagin, tá ið
tey hava foreldradag, har
tey hava framsýning av tí,
tey hava gjørt, umframt fáa
blóðpannukakur og skerpi
kjøt og rullupylsu upp á
breyð.
Tað ber eisini til vitja
www.portal.fo á internetin
um, har nógv fleiri myndir
liggja undir ”Myndafrá
sagnir”.
Fáa føroyska mentan
Fegin og errin børn eftir lokið verk. Krovið er komið á vektina
Her verður tikið innan úr og nú eru tey komin til sperðilin
1
4
5