Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-06, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. november 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 213 - 6. november 2009 tíðindi Fríggjadagurin og leygardagurin eru karmur um fyrstu stóru kappingina í nýggja billardárinum. Fimm av landsins bestu spæla um heiðurin at vinna Haldor Holm Cup. Tíðindaskriv Fyrsta billardkappingin í hesum billardárinum byrjar í Klaksvík fríggjadag og heldur fram leygardagin. Talan er um Haldor Holm Cup, har fimm av landsins bestu spælarum eru við. Kappingin er eitt slag av upphiting til Føroyameistar akappingina, sum byrjar seinni í ár og heldur fram næsta ár. Tað eru í ár 20 ár síðani, at fyrsta kappingin um Haldor Holm steypið varð spæld í Klaksvík. Síðani hevur verið kappast á hvørj­ um ári við undantaki av ár 2000, tá eingin kapping var. Tað var Billardsamband Føroya, sum lat eitt stórt steyp til hesa kapping, sum skuldi heiðra slóðbrótandi arbeiðið Haldor Holm, sáli hevði gjørt fyri billard­ spælið. Í ár eru hesir spælarar við: Kristian Sune Høgne­ sen, Torkild Jacobsen, Jógv­ an Jørgensen, Steinbjørn í Dali og Jan Müller. Seinasta ár varnn Hallur Joensen kappingina. Annars hava vinnarar hesi seinastu 20 árini verið: Jan Müller, Rene Sørensen, Eirikur Nielsen, Henrik Pedersen, Ólavur Kjølbro, Bjarni Skaalum og Kristian Sune Høgnesen. Seinastu átta árini hevur Kristian Suni Høgnesen verið mest vinnandi spælarin. Hann er farin við sigrinum annað­ hvørt ár. Fyrsti vinnarin av kappingini í 1989 var Jan Müller. Kappast verður í nýggju hølunum hjá Klaksvíkar Billardfelag, sum liggja millum Klaksvíkar Klubba og KÍ høllina. Kúlur rulla aftur í Klaksvík HavsTovan Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Mikukvøldið 11. novem­ ber klokkan 19 verður lutakast á Havstovuni um innkomin fiskamerki sein­ asta árið. Tann, sum vinnur lutakastið, fær 12.500 krónur í virðisløn. Í sambandi við lutakast­ ið, verður eisini greitt frá doktararitgerðini hjá Pet­ uri Steingrund, sum snúði seg um, hvat hendi við toskinum í nítiárunum. Havstovan og Magn fara annars í hesum mánaðinum undir áhugavert fyrilestrar­ tiltak kring landið, har Petur Steingrund fer at greiða frá. Ritgerðin hjá fiskifrøð­ inginum kom til slóðbrót­ andi niðurstøður, heldur Havstovan. Fyrlestrarnir verða hes­ ir: Mánadagin 16. novem­ ber á Seglloftinum á Tvør­ oyri, týsdagin 17. novem­ ber í skúlanum á Giljanesi, mikudagin 18. november í Løkshøll í Runavík, hósdagin 19. november í Atlantis í Klaksvíkm og mánadagin 23. november á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Allir fyrilestrarnir byrja kl. 19.00 og eru væl­ komin. Fiskamerkir og fyrilestrar