fríggjadagur 6. november 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 213 · 6. november 2009
2
VIKUSKIFTI
Kom og spæl á
Margarinfabrikkini
5
milliónir
– er so sloppið?
Redaktørar: Inna Törnroos og Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Jensen
Forsíðumynd: Marian Poulsen / Jens Kristian Vang
4 PErSónSSøga: Mariann Poulsen verjir seg
6 TIPS: silvurblanKt
7 90 SEKund: gunvá við Keldu svarar
8 fíggJarlóg: anfinn Kalsberg vísur sítt vald
11 10 TIng uM: lars løKKe rasMussen
12 grEInarøð: frá deyða í grøv
14 TIl arbEIðIS: við villads bøgesvang í luftini
15 uMafTurafTuruM: Høgni djurHuus
16 rEPorTaSJa: svavaður seyður Pínist
18 rEPorTaSJa: ivi uM oljudreyMin
21 VangaMynd: stórtrívist í svartari Holu í syðrugøtu
24 uMMælI: yrKingasavnið Hjá tóroddi Poulsen
26 SPyrST So lIVST: rigMor svarar
27 Mín bESTa uPPSKrIfT: Høsnarungi í Kili-róMasós
31 Tað hEndur: Konsertir, bøKur, sendingar og annað
32 VIKuMyndIn: besta Myndin í viKuni
Eitt ókEnt stað fyri fjøldina, mEn lívsnErvin hjá
børnum og mammum, sum ikki hava ansingarpláss.
– tað Er so dEiligt at koma út og tosað annað
Enn babymál, sigur Lisbeth sóLsker, sum Er í
spælistovuni í margarinfabrikkini við dóttur síni.
BøRn
inna tørnroos
inna@sosialurin.fo
Spælistovan í Margarinfabrikkini er opin
tríggjar dagar í vikuni. Fyrr húsaðist
Spæli stovan í Meinigheitshúsinum,
men fyri fýra árum síðani flutti virk
semi oman í Margarinfabrikkina í Tórs
gøtu.
Einar fýra til tíggju mammur møta
hvønn mánadag, týsdag og hósdag í
Spælistovuni. Børnini spæla á stóra
gólvinum við alskyns leikum, og
mamm urnar fáa sær ein drekkamunn
saman við leiðaranum Jónvør Jacobsen
og vaskikonuni Shirley Jespersen.
Fyri 20 krónur um dagin fáa mamm
ur og børn kaffi, te, franskbreyð og
frukt.
– Tær flestu mammur, sum koma her,
ganga og bíða eftir at fáa ansingarpláss
til børnini, sigur Jónvør Jacobsen.
Tað er eitt sindur tómligt í Spæli
stovuni í august og januar, men sum
frálíður koma fleiri børn og mammur
á vitjan.
Børnini eru úr níggju mánaðum til
eini trý ár. Leikurnar eru tí tillagaðar
teimum ymisku aldursbólkunum.
Frá klokkan 9 um morgunin til 11.30
spæla og hugna mammurnar og børnini
sær. Allar mammur eru á einum máli
um, at hetta tilboðið er sera gott og
stimbr andi fyri børnini, sum hava gott
av at koma út.
KlUmma
eydna skaale
eydnaskaale@hotmail.com
Í farnu viku frættist, at fólk við HIV nú fara
at sleppa inn í USA. Sìðani HIV og AIDS
tóku kvørkratak um heimin í 80’unum, hava
fólk við hesum diagnosum verið útihýst úr
samveldinum fyri vestan.
Landið við justice for all hevur latið
milliardir til bardagan móti AIDS og HIV
m.a. í Afrika, men meðan peningurin hevur
streymað út, hevur leiðin inn verið stongd
við lóg.
Hesa lógina fer Barack Obama nú at
broyta. Hugburðurin, »Tey sjúku skulu
hjálpast, tey skulu bara ikki koma okkum ov
nær«, er yt.
Føroyingar lótu farna vikuskifti Krabba
meinsfelagnum yvir 5 milliónir. Og tað var
gott! Endamálið var gott, og tiltakið var gott.
Vit vóru eisini øgiliga stolt aftaná – kanska
enntá eitt sindur sjálvfeit. Vit eru so góð og
gávumild, at vit fáa næstan ikki gingið.
Paradoksið kom bara, um tú lurtaði eftir
søgunum hjá teimum, ið merkja fylgj ur nar
av sjúkuni. Søgur um einsemi, fremm anda
gerð og útihýsing, tá harðast stóð á. »Eingin
vildi tosa við meg«. »Fólk skiftu gongubreyt,
tá eg kom ímóti teimum«. »Eg hevði væntað
ávís fólk at ringja ella vitja, men tey hildu
seg burtur«. »Eg kendi meg øgiliga einsa
malla.«
Vit lata! Jú, meiri enn 5 milliónir. Men
markið til lovaða landið er stongt. Vit lata
pening, men vit lata ov lítið av okkum sjálv
um. Vit vilja ikki, at tey sjúku koma okk um
ov nær.
Miskunnsami samariubúgvin lat eisini
pening til sjúkrarøkt. Men tað var eftir, at
hann sjálvur hevði tikið sær av tí álopna.
Fyrst nærveru – síðani pening.
Tað er tørvur á nógvum peningi fyri at
basa sjúkunum og hjálpa teimum, ið merkja
sviðan. Men tað er eisini tørvur á nærveru.
Tí tað er steinur omaná byrðu at kenna
seg einsa mallan og útifrystan, tá lívsins
spæli reglur brádliga og óforvarandi verða
broyttar. Óansæð hvør orsøkin er.
Tað er gott, at vit lata pening, tað eiga
vit at gera. Men er tíðin ikki komin til, at
vit, eins og Barack Obama, eisini tora at lata
mørk ini til okkum sjálvi upp og rúma teim
um, ið eru rakt so meint?
Eg haldi tað.
Spælistovan er opin tríggjar dagar um
vikuna fyri børn uttan ansingarpláss.
innihALD
mynDir: álvur haraldsen