fríggjadagur 6. november 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 213 · 6. november 2009
7
VIKUSKIFTI
Hvussu er lagið?
Lagið er gott, og eg eri fyri tað mesta í góðum
lag. Men allir dagar eru ikki líka. Summir dagar
kunnu vera strævnir at koma ígjøgnum. Tað
kann verða, tí onkrar stórar avgerðir skulu
takast, ella um kalendarin er øgiliga fullur.
Hvussu hevur tú klárað teg
sum borgarstjóri?
Onnur kunnu helst meta um tað, men eg
kann siga, at eg havi góðan politiskan stuðul
í býráðnum, og tað ger meg sterkan. Ofta
verður sagt, at politikkur er skitin, men
býráðspolitikkur er rættiliga praktiskur, og
samstarv snýr seg ofta um persónar. Eg
haldi, at tað er vigtigt at kunna líta á tey
fólk, sum eg samstarvi við, og tað kann eg.
Hvat hevur verið títt
størsta avrik higartil?
Sjálvt um at tað var nakað av rumbli,
so megnaðu vit í apríl at endurskoða
fíggjarætlanina hjá Klaksvíkar kommunu
og spara nógvar millióinir. Tað var eitt
gott avrik í einari truplari støðu.
Hvat hevur verið tín størsti brølari?
Nú er so stutt fráliðið, síðani eg bleiv
borgarstjóri, so kanska eigi eg onkran
stóran brølara til góðar. Men eg haldi sjálv,
at eg skal blíva betur til at kunna fólk og
skipanina, sum eg virki í. Eg eri von við at
hava egið virkið, taka avgerðir og føra tær
út í livið, men í einum politiskum systemi er
tað eitt sindur øðrvísi. Tú kanst spara tær
nógvar trupulleikar við at kunna røttu fólkini
væl í góðari tíð. Tað kann eg gera betur.
Hvørjar fyrimunir og vansar eru
við, at pápi tín var borgarstjóri
í 16 ár áðrenn tú?
Fyrimunurin er, at eg havi ein pápa, sum hevur
roynt tað mesta, sum eg nú geri. Eg líti fult á
hann, og hann kann geva mær góð ráð. Hann
veit nógv um politikk og Klaksvík, og tað er
ein stór hjálp fyri meg. Vansin er kanska,
at eg onkuntíð møti fordómum orsaka av
honum – at fólk halda meg verða líka sum
hann. Men vit eru sera ymisk. Ein dagin segði
onkur við meg, at “var tað pápi tín, sum sat
í hasum stólinum, so var tað langt síðani
ornað”. Eg haldi, at hann var meira litríkur
enn eg, hann treivst væl í mótvindi, meðan
eg havi brúk fyri eitt sindur av undanvindi.
Hvør er kendasti persónur, tú hevur hitt?
Drotning Margrethu munnu tey flestu
kenna, men eg hevði eina stuttlig uppliving
í flogfarinum á veg niður í summar. Ein av
Liverpool legends sat við síðuna av mær, og vit
prátaðu eitt sindur. Eg segði, at kendi ikki nógv
til Liverpool, men eg mintist, at beiggi mín
hevði plakatir av Ian Rush og Bruce Grobbelaar.
Eg spurdi, um teir vóru við. Hann peikaði mær
so á Ian Rush, og eg vinkaði til hansara. Spurdi
so, um Grobbelaar ikki eisini var við. Jú, svaraði
hann og peikaði á seg sjálvan. Vit fingu eitt
gott og langt prát í flogfarinum, og eg bjóðaði
teimum at koma til Klaksvíkar eina aðru ferð.
Hvønn eginleika hjá tær
sjálvum ert tú glaðast fyri?
Eg eri positiv av lyndi, og tað hjálpir mær. Eg
síggi tað góða fyrst, eg eri ikki so kompliserað,
og tað gera kanska lívið lættari. Og ein
styrki, sum kemur til góðar sum borgarstjóri,
er, at eg eri góð til at fylgja málum upp. Í
kommunupolitikki eru nógvir myndugleikar
uppi í málum, og tað er skjótt at málini
stegða upp, so tað ræður um at fylgja við.
Hvørjar veikleikar hevur tú?
Vissi eg fái eitt nei, so eri eg skjót at
siga “gott er”. Skal læra meg verða
eitt sindur treiskari. Eg eri í so lagalig,
men tað er ikki altíð, at tað er best.
Hvat ger teg illa?
Fólk, sum ikki eru at líta á. Tað er blivið eitt
sindur ov vanligt, at fólk siga eitt, men gera
nakað annað. Fólk kunnu siga eina rúgvu, men
klára ikki at liva upp til tað. Og eg haldi serliga
mítt ættarlið og tey, sum eru yngri, duga væl
at siga, hvussu vit kundu hugsa okkum tingini,
men tá onkur krevur nakað av okkum, so eru
vit ikki so skrøpp. Vit mugu eisini hugsa um at
gera og geva nakað sjálvi. Vit fáa ongantíð ein
vælferðarstat í Føroyum, tí tað hava vit ikki ráð
til, men vit kunnu hava eitt vælferðarsamfelag
fyri tað, har vit sum persónar hjálpa til at
taka okkum væl av teimum veiku, børnunum
og teimum eldru. Vit kunnu útrættað eina
rúgvu sum fólk – og ikki bara sum system.
Hvat hevur lívið lært teg?
Tað er bíbilskt, men eg havi lært, at tú skalt
verða ímóti øðrum, sum tú ynskir, at onnur eru
ímóti tær. Tú skalt hava eina grundleggjandi
virðing fyri fólki, sum tú samskiftir við. Um
tú fert væl við fólki, fara tey eisini væl við
tær. Og eg havi fingið mær sum motto, at
eingin skal kunna koma og siga við meg
“hvat var tað, tú segði um meg?”, uttan
at eg kann siga, at ja, eg segði tað, og tað
var tí og tí. Er tað okkurt, sum fólk ikki
skulu hoyra aftur, so er tað betur ósagt.
Gunvá við Keldu
Eg eri í so lagalig
lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein
- Tað er blivið eitt sindur ov vanligt, at fólk siga eitt, men gera nakað annað. Fólk kunnu
siga eina rúgvu, men klára ikki at liva upp til tað. Og eg haldi serliga mítt ættarlið
og tey, sum eru yngri, duga væl at siga, hvussu vit kundu hugsa okkum tingini, men
tá onkur krevur nakað av okkum, so eru vit ikki so skrøpp, sigur Gunvá við Keldu
mynd: aNTON HøJGaaRD