Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. november 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 213 · 6. november 2009 8 VIKUSKIFTI Ólavsøku- pakkin er sprongdur í luftina Fíggjarlógaruppskotið hjá jóannesi eidesgaard er treytað av politiskum reFormum, sum enn hanga í leysum loFti. tí vænta limirnir í Fíggjarnevndini umFatandi broytingar av uppskotinum. telvingin í Fíggjarnevndini stendur nú Fyri Framman, maðurin við borðsendan eitur Anfinn KAllsberg, og hann væntar eitt turbulent politiskt heyst. Fíggjarlógin Heini í skorini Heini_skorini@yahoo.com Fólkini rundanum hann siga, at hann dugir tað politiska handverkið sum fáur. Hann sigst hava eitt djúptøkið innlit í at kalla øll politisk málsøkir. Og hóast hann ikki gongur runt við teimum heilt stóru visjónunum um, hvussu heimurin skal broytast, so veit hann, hvussu man fær tingini ígjøgnum parlamentariska maskinaríið. Eftir knøpp 30 ár í politikki er 61 ára gamli fólkafloksmaðurin av Viðareiði, Anfinn Kallsberg, framvegis í politiska ringinum. Hann stendur ikki í fremstu røð longur. Men sum formaður í løg­ ting sins fíggjarnevnd demonstrerar hann sítt vald við jøvnum millumbilum. T.d. í fjør, tá fíggjarnevndin gjørdi stór inn triv í fíggjarlógaruppskotið hjá Jóann esi Eidesgaard, sum í stóran mun var ein teknisk framskriving av tøl unum frá 2008. Við Anfinni Kalls­ berg á odda telvaðu teir sjey fíggj­ ar nevndar limirnir seg fram til fleiri nýggjar íløgur, sum ikki vóru í upp­ skot inum hjá landsstýrinum. Og spurn­ ing urin varð reistur, hvør myndar búskaparpolitikkin í landinum. Er tað fíggjarmálaráðharrin? Ella formaðurin í fíggjarnevndini? Hallið verður størri Løgtingið er í øllum førum ikki tann stempul maskinan, sum frustrerað ting­ fólk onkuntíð hava gramt seg um, tá politikk urin burturav er myndaður í lands stýrinum og ikki í løgtinginum. Nú skal maktbalansan millum løg ting og landsstýrið aftur roynast, og longu nú eru tek in um, at fíggj ar­ nevnd in aftur í ár fer at fremja stórar broyt ingar í upp skotinum, sum Jóannes Eides gaard bar niðan í tingið fyri nøkr­ um vikum síðani. Tað siga fleiri limir í fíggjar nevnd ini, sum Sosialurin hevur tosað við. Fíggjarlógin skal til aðru og triðju viðgerð í desember, og áðrenn tað skulu Kallsberg og kompaní koma við teirra tilmælum um, hvussu tølini fyri 2010 skulu síggja út. – Nógv bendir á, at fíggjarlógar­ upp skotið hjá landsstýrinum ikki er eitt rea listiskt boð uppá, hvussu fíggj­ ar lógin fyri 2010 kemur at síggja út. Tí er sannlíkt, at fíggjarnevndin má endurskoða tølini og gera nøkur inntriv, sigur Anfinn Kallsberg úr telefonini av Viða reiði. Saman við formanninum eru bæði Torbjørn Jacobsen úr Tjóðveldi og Magni Laksáfoss úr Sambandinum iva­ leysir um, at tølini í uppskotinum hjá fíggjar málaráðnum ikki samsvara við politiska og búskaparliga veruleikan, sum fleiri tinglimir vístu á longu undir fyrstu viðgerð. Uppskotið hjá Eides gaard verður ákært fyri at vera eitt sminkað lík, bæði tí at uppskotið inni heldur sparingar, sum eingin polit­ isk semja er um, og tí at uppskotið hevur bólkað fleiri rakstrarjáttanir undir íløgu partinum, sum gevur eina mis vísandi mynd av samlaðu rakstrar­ útreiðslunum. Størsti trupulleikin er í løtuni, at fleiri sparingar í uppskotinum hjá Eidesgaard eru treytaðar av lógarbroytingum, sum enn ikki eru komnar í tingið, og sum enn ikki hava fingið nakra politiska við gerð. Tølini hjá fíggjarmálaráðnum hanga við øðrum orðum óloysiliga sam an við politiskum reformum, sum enn hanga í leysari luft. – Um hetta ikki kemur í rættlag, so hevur fíggjarlógin fyri 2010 eitt heilt øðrvísi útgangsstøði enn tað, sum fíggj­ ar málaráðið hevur kalkulerað við, sigur Anfinn Kallsberg. Sum dømi um óavgreidd mál kann nevnast pensjónsreformurin, sum upprunaliga skuldi spara lands­ kass anum umleið 25 milliónir krón­ ur, hóast hetta talið ikki sær at halda. Síðani eru broytingarnar í inntøku­ trygd ini til fiskimenn, sum kann spara landskassanum góðar 40 milli ónir krónur, um vit hyggja at útreiðsl­ unum fyri 2009, og reform arnir í apoteksverkinum og sjúkrakassa skip­ anini kunnu samanlagt spara landskass­ anum 21 milliónir krónur. Hetta eru bert nakrar av fleiri lógarbroytingum, sum tølini í fíggjarlógaruppskotinum eru treytað av. Um politisk semja ikki fæst um øll málini í nærmastu framtíð, so kann fíggjarlógin enda við einum halli, sum er væl størri enn núverandi undirskotið á 767 milliónir krónur. Og so eru yvirskipaðu karmarnir sprongd ir, sum løgtingið hevur samtykt við tí so­ nevnda ólavsøkupakkanum. Ein pakki, sum ásetir eitt mark fyri rakstrar út­ reiðslur, íløgur o.s.fr. Eg havi ongantíð upplivað so avmarkaða politiska viðgerð í samgonguni