fríggjadagur 6. november 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 213 · 6. november 2009
24
VIKUSKIFTI
Ummæli
Kinna Poulsen
kinna_poulsen@hotmail.com
Við tí óvæntað banala ella sjálvsagda
heitinum Útsýni verða vit enn einaferð
boðin inn í tað serstaka poetiska
universið hjá Tóroddi Poulsen, sum
hesaferð tykist at kalla reinsað fyri tað
berømta speisemi, ið vit av røttum og
eitt sindur av órøttum sambinda við
høvundin.
Kanska er tað lættari at flenna
enn at lata vera, og kanska er tað
av hesi orsøk, at vit hava lyndi til at
finna fram tær stuttligu orðingarnar
í tekst um Tórodds og síðani meira
ella minni ignorera rest. Tær spísku,
spei rek andi viðmerkingarnar eru jú
greidliga gløggar og kennast tryggari at
fyrihalda seg til enn tær álvarsligu eitt
sindur neutralu staðfestingarnar, sum
ikki líkjast yrkingum og sum tykjast
merkiliga sakleysar á sama hátt sum
heitið á nýggja yrkingarsavninum.
Við vanda fyri plagiering í mun til
eina nokkso kenda negatión hjá einum
øðrum av okkara frálíku yrkjarum,
kundu vit nevnt hesar yrkingarnar hjá
Tóroddi ósjálvhátíðarligar, ókeðiligar,
óuppblástar og stak ófornar, tó at fleiri
træðrir í nýggja savninum ganga aftur
í tíðina, bæði til barndóm yrkjara-
egsins og longur aftur til slupptíðina,
sum vakra steinprentið við grønu
sluppunum á bókapermuni eisini sipar
til.
Orðini
Nýggja yrkingasavnið fevnir um áttati
frálíkar yrkingar hjá tí produktiva
Tóroddi Poulsen, ið nettupp ikki
kann saman berast við eina vulkan,
sum bæði eru fornar og sum arbeiða
sjálvdan. Tóroddur situr ikki og bíðar
eftir íblástrinum, men arbeiðir sum
eitt modernað listafólk stútt og støðugt
hvønn tann einasta dag við at skriva,
syngja, tekna ella hvat nú hansara
fjølbroyttu gávur gera hann føran
fyri.
Byrjanaryrkingin er sum eitt slag
av credo, ið staðfestir uttanveltaðu
støðu yrkjarans í mun til samfelagið,
staddur sum hann er omanfyri. Tónin er
einsligur og afturlítandi, men treystur,
tí yrkjara-egið er sum heild nøgt við
útsýnið, ið byrjar á kvistinum og endar
á fjørðinum í síðstu yrkingini »MEN
EG HAVI ALTÍÐ DROYMT«.
Í hugaheimi Tórodd Poulsens er
dreymurin týdningarmikil bæði sum
surrealistisk kreativ fyrimynd og sum
poetiskur metaforur. Umframt dreymin
eru eisini onnur orð, ið ganga aftur í
hesum yrkingum: bátur, slupp, skip,
fjørður, fjøll, áir, blomstur, barndómur,
kráka, klettar, beinagrind, skrokkur,
deyði, yrking, orð, litir, mynd, bók,
bókstavir, grøv, runa, trø, mold,
morgun mold, moldarsmakkur, tanka-
mold, sovna, nætur, ævigt, mjørki, rot,
lík, máni, kirkjugarður, nætur, spøkilsi
og eingil.
Tað er sjálvandi ikki ráðiligt at lesa
yrkingar á henda hátt við kensluleysum
sentimeturmáli og hesum ávarar
yrkjarin eisini støðugt ímóti. »...
feskvatnsyrkingar/sum trívast sum
saltvatnsyrkingar/tá tær ikki vilja setast
í bás...« (s.18 í Útsýni), men allíkavæl
kunnu hesi orð nýtast í eini lýsing av
yrkingaheimi Tórodd Poulsens, ið er
Nýggja savNið hjá Tóroddi Poulsen steNdur at bresta við 80 frálíkum
yrkiNgum, sum Nærum eru reiNsaðar fyri haNsara berømTa sPeisemi
TóroddUr
er onKI aT
flenna aT
Træðrir í nýggja savninum ganga aftur til slupptíðina, sum vakra
steinprentið við grønu sluppunum á bókapermuni eisini sipar til