Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. november 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 230 - 28. november 2001 Nr. 230 - 28. november 2001 19 Um vikuskiftið var nýggjast klædnamótin sýndur fram á mótasýningum í Klaksvík. Mótasýningarnar vóru í sam- bandi við sølustevnuna, sum var í KÍ-høllini. Nógv fólk vóru til mótasýningarnar, sum vóru bæði leygardagin og sunnudagin, og tey sóu, hvussu tað ber til at lata seg í – frá innast til uttast. Bæði børn og vaksin sýndu klæði fram, og tað vóru klæði av alskyns slagi at síggja. Litirnir vóru ikki so sterk- ir, sum teir plaga at vera um summarið, men klæðini vóru snøgg og fyri ein stóran part klassisk. Hinvegin var eisini sumt, sum tað helst krevur eitt sindur av dirvi at lata seg í. Summi av klæðunum vóru meira eksotisk enn onnur Mynd: Alexandar Djorovic Onkur helt, at hetta var nýggja kollektiónin hjá IRF, men hetta vóru avbjóðandi og smart klæði til ungfólk Mynd: Alexandar Djorovic Litirnir vóru ikki so sterkir, sum teir ofta eru um summarið, men klæðini vóru snøgg fyri tað Mynd: Alexandar Djorovic Tað bar eisini til at fáa okkurt jólagávushugskot til betru helvtina Mynd: Alexandar Djorovic Heit og snøgg klæði Mynd: Alexandar Djorovic Heitt og snøgt til veturin C M Y K 19 18