mánadagur 9. november 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 214 - 9. november 2009
Løgreglan
í
Suðuroy
stongdi sunnunáttina Segl
loftið á Tvøroyri, tá klokkan
varð blivin hálvgum fýra.
Orsøkin til tað var, at eitt
glas varð tveitt út gjøgnum
eitt vindeyga, og rakti niður
á ein bil, sum stóð parkerað
ur frammanfyri bygningin
um.
Vakthavandi á Løgreglu
støðini á Tvøroyri váttar, at
teir høvdu hoyrt graml um,
at rúsdrekka varð skonkt til
ómyndug, men sigur, at teir
einki sóu tá teir vóru har,
og at einki tískil kann prógv
ast.
Talan var um eitt vanligt
øl ella sjussglas, sum fór
út gjøgnum rútin, og rakti
forrútin á parkeraða bilin
um. Einki verður sagt um
stórvegis skaða av glasinum
tó.
Burtursæð frá at teir
føldu seg noyddar at rudda
út á Seglloftinum á miðjari
nátt, sigur vakthavandi at
vikuskiftið í Suðuroy hevur
verið fyrimyndarliga gott
og friðarligt. Onkrir bilfør
arar eru steðgaðir til kann
ingar, men alt hevur verið í
lagi, sigur vakthavandi á
Løgreglustøðini á Tvør
oyri.
- RN
Ruddaðu Seglloftið
sunnunáttina
Seglloftið, ið hoyrir til
býarlívið á havnarlagnum á
Tvøroyri, varð um vikuskiftið
ruddað út. Henda myndin er
tikin á Pubbini, ið hoyrir til
sama felag
Savnsmynd
Sviar spyrja um hjáárin
Svensku fjølmiðlarnir vilja nú hava at vita, um sviar, sum fáa
hjáárin av koppingarevninum ímóti H1N1, kunnu krevja
endurgjald frá fyritøkuni, sum hevur gjørt evnið. Spurningurin er
íkomin, nú tað er komið fram, at danska stjórnin hevur gjørt
avtalu við heilivágfyritøkuna Glaxo Smith Kline um, at danir
kunnu ikki krevja endurgjald fyri møguligt hjáárin av
koppingarevninum. Svensku heilsumyndugleikarnir hava
viðgingið, at ein partur av avtaluni við Glaxo Smith Kline er
loyniligur, men nú krevja svensku fjølmiðlarnir, at tann loyniligi
parturin verður almannakunngjørdur.
Ikki finnlendingur
Finski forsætisráðharrin, Matti Vanhanen, væntar ikki, at
nakar finnlendingur kann fáa starvið sum tann fyrsti
uttanríkisráðharrin hjá ES, og hann hevur heldur ongar
vónir um, at Finnland fær tann fyrsta forsetan í samveld
inum. Tað sigur Vanhanen í samrøðu við Huvudstadsbladet.
Tað hevur ljóðað at finski ESkommiserurin Olli Rehn
kann koma upp á tal sum ESuttanríkisráðharri, men tann
møguleikin minkaði munandi, tá javnaðarbólkurin í ES
tinginum gjørdi av at styðja bretska uttanríkisráðharran,
David Miliband, skrivar finska blaðið.
Í politifrágreiðingini fyri
vikuskiftið, er tað serliga
herverk, ið fyllir væl upp. Í
øllum førum sjey tilburðir í
Havn eru fráboðaðir.
Í miðbýnum í Havn fekk
onkur bilur eisini toyggið
leygarnáttina, og er talan har
um sera umfatandi skaðar.
Eisini eru nøkur innbrot
fráboðað, millum annað
vóru nakrir málningar stoln
ir í einum handli á Áarveg
num, meðan onkur eisini
hevði stolið eitt sindur av
peningi úr kioskini umborð
á Smyrli. Hesir gernings
menn eru fangaðir.
Tvær ferðir eru politivið
tøkurnar eisini brotnar, og
verða teir mennirnir ákærdir
fyri hetta. Eitt slíkt brot
úrslitar í eini bót.
Onkur klipp í koyrikortið
vóru eisini givin um viku
skiftið. Leygardagin seinna
part vórðu tvey klipp givin
í Kaldbaksbotni fyri ferð,
fyri ávikavist 106 og 108
kilometrar um tíman.
Eisini hevur onkur verið
somikið djarvur at yvirhála
inni í einum tunli, og tað
kostar somuleiðis eitt klipp
í koyrikortið.
Fyrrapartin í gjár fekk
MRCC eisini eina fráboðan,
tá ein bátur hevði mist mot
orkraftina. Talan var um ein
24 fót plastbát, sum varð
staddur suður úr Gomlu
Rætt, tá brekið kom á.
- RN
Vikuskiftið merkt
av herverki
Áhugaverdir fyri
lestrar um Darwin,
og hansara ávirkan á
bókmentir, jarðfrøði
og um ættartalvur
verða á Náttúrugripa
savninum mikukvøld
ið 11. november 2009
VÍSINDI
Tíðindaskriv
Tríggir ymiskir fyrilestrar
eru á skránni:
Turið
Sigurðardóttir
heldur fyrilestur ha r evnið
er ávirkanin á bókmentir,
Rolf Guttesen heldur
fyrilestur
við
heitinum
»Heiman og handan Dar
win. Filosofiskir tankar
um evolutiónsteoriina« og
Gunnvør D. Hoydal hev
ur fyrilestur um fylogeni
(ættartalvur) og biosemio
tik (samskifti sínámillum
og við umhvørvið hjá liv
andi verum).
Høvi verður eisini at
síggja smærri framsýning
ar við lutum úr føroysku
náttúruni, ið lýsa læru Dar
wins.
Tiltakið verður í fram
sýningarhølunum hjá Nátt
úrugripasavninum á Debes
artrøð mikukvøldið 11.
november 2009, kl. 19.30.
2009 serstakt
Darwin ár
Tiltakið 11. november er
fjórða og síðsta tiltakið í
røðini, ið verða skipað í
sambandi við, at 2009 er
lýst sum eitt serstakt Dar
win ár – tað eru 200
ársíðani Charles Darwin
varð borin í heim, og 150
ár síðani bókin On the
Origin of Species kom út.
Og hetta vilja vit eisini
hátíðarhalda í Føroyum.
Fróðskaparfelagið, Lív
frøðingafelagið og Náttúru
gripasavnið hava í felag
lagt eina skrá tilrættis fyri
2009, har vit á ymiskan hátt
lýsa persónin Charles Dar
win, læruna um lívmenning
og hvønn týdning hansara
arbeiðið eftirfylgjandi hev
ur havt á m.a. lívfrøði,
heimspeki og bókmentir.
Læran hjá Darwin – at
tær livandi verurnar eru
vorðnar til við náttúrligari
útveljing gjøgnum millión
ir av árum – hevur kollvelt
okkara fatan av heiminum,
og hevur lært okkum at
síggja okkum sjálvi sum
ein part av náttúruni, siga
Fróðskaparfelagið, Lívfrøð
ingafelagið og Náttúru
gripasavnið í tíðindaskrivi.
Tríggir fyrilestrar um
ávirkanina hjá Darwin
Tað kemur javnan fyri at
bardagi tekur seg upp í
Klubbagarðinum og hetta
vikuskiftið var heldur
einki undantak. Onkur
er vorðin meldaður fyri
harðskap
Tilvildarlig mynd