mánadagur 9. november 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 214 - 9. november 2009
Fá børn doyggja
Sambært íslendsku hagstovuni doyðu lutfalsliga færri børn
í Íslandi í 2007 enn í nøkrum øðrum landi í heminum.
Tølini vísa, at av hvørjum 1.000 íslendskum børnum, sum
komu livandi úr móðurlívi, doyðu 1,5. Í Turkalandi, sum
hevur tann hægsta barnadeyðan í Evropa, var talið 16,7,
skrivar Vísir. Tølini eru at finna í teirri serligu árbókini,
sum íslendska hagstovan gevur út á hvørjum ári. Bókin fyri
2009 kemur út í dag og er hent amboð hjá teimum, sum
hava áhuga fyri íslendskum viðurskiftum so sum fíggjar-
og vinnuviðurskiftum, skrivar Vísir.
Oljufeløg skipa seg
Oljufeløgini, sum ætla sær at leita eftir olju í grønlendsku
undirgrundini, hava tikið seg saman í áhugafelagsskapin
Greenland Oil Industry Association, stytt GOIA. Tað eru
sjey feløg, sum hava stovnað felagsskapin, og felags fyri
tey er, at øll hava fingið loyvi at leita eftir olju í Grønlandi.
Formaður í felagsskapinum Arne Rosenkrands frá danska
felagnum Dong Energy, og næsti maður hansara er Ian
Watt, sum umboðar tað bretska felagið Cairn Energy.
GOIA skal millum annað samskipa ymiskt arbeiðið hjá
feløgunum so sum spurningar um trygd og
umhvørvisvernd, sigur KNR.
Nú er ætlanin at
stovna eitt orkufel
ag, sum skal veita
hvalbingum og sand
víkingum burðar
dygga orku úr vindi.
Men eykavinningurin
kann eisini verða
góður
Grøn Orka
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú er ætlanin at gera tær
báðar norðastu bygdirnar í
Suðuroy grønari enn tær
eru nú.
Gongst sum ætlað verða
húsini í Hvalva og í Sandvík
nevniliga hitað við burðar-
dyggari vindorku um eini
tvey ár.
- Men allarfyrsta fortreyt-
in fyri hesum er, at fólkið
tekur undir við eini slíkari
ætlan, sigur Poul Laust
Christiansen, sum er annar
av fyrireikarunum, saman
við Rúna Thomsen.
Tann spurningin ætla teir
at fáa greiði á næsta leygar-
dag klokkan fýra, tá ið teir
boða hvalbingum og sand-
víkingum á almennan fund
í skúlanum í Hvalba.
Á fundinum næsta leygar-
dag fara teir at greiða frá
projektinum og samstundis
er ætlanin at vita um undir-
tøka er fyri at stovna Hval-
biar Orkufelag, sum so skal
arbeiða víðari við tí.
Fyrireikararnir vóna, at
allar góðar kreftir í Hvalba
og í Sandvík møta upp á
fundi og melda seg inn í
felagið.
Vindmylla á fjalli
Poul Laust Christiansen sig-
ur, at ætlanin við Hvalbiar
Orkufelag er at seta eina
stóra vindmyllu upp á fjall-
inum ímillum Hvalba og
Sandvík, sum skal gera nóg
mikið av orku til at hita hús-
ini í Hvalba og Sandvík.
- Tað vanliga higartil hev-
ur verið, at hvørt hús sær
hevur fingið sær sína vind-
myllu í túnið.
- Men støðan við vind-
orku er tann, at hvørja ferð
vindmegin tvífaldast, verð-
ur orkan, sum fæst burtur
úr fleirfaldað. Tá ið vind-
ferðin hækkar úr 5 metrum
um sekundið, upp í 10 metr-
ar um sekundið, fæst ikki
tvær ferðir so nógv orka
burtur úr, men fleiri ferðir
so nógv.
Fyrireikarin sigur, at tí
hevur tað sera stóran týdn-
ing at fáa mylluna upp í
hæddina, har meiri vindur
er og tí er tað besta loysnin
at hava eina felags vind-
myllu, heldur enn at hvørt
húskið hevur sína myllu í
urtagarðinum.
Tað skerst heldur ikki
burtur, at vindmyllur larma
ikki so lítið og nógvastaðni
er tað ein trupulleiki, at priv-
atar vindmyllur, sum standa
ov nær húsum, órógva
bæði sjálvt húsfólkið og
grannarnar við larmi.
20 milliónir
Poul Laust Christiansen sig-
ur, at heilt leyðsliga mett er
talan um eitt projekt upp á
einar 20 milliónir.
Fyrsta stigið er at gera
vindmátingar í eitt heilt ár
at vita, hvar tað er hóskandi
at seta eina felags myllu.
Hann sigur, at ætlanin at
søkja um stuðul frá komm-
ununi, frá landinum og frá
grunnum innanlands og
uttanlands.
Tað heldur hann, at góðir
møguleikar skuldi verið
fyri, tí her er talan um at
útvega tveimum bygdum
grøna og burðardygga orku
og tað er í fullum samljóði
við tann politikk, sum bæði
føroyskir myndugleikar og
myndugleikar
um
allan
heim, miðja eftir at føra.
Poul Laust Christiansen
leggur dent á, at hetta er
ikki fyri at fara í kapping í
SEV, tí ætlanin er ikki at
leggja orkuna inn á netið
hjá SEV.
- Hendan ætlanin er bara
fyri at útvega orku til at hita
húsini við. Altso fyri at
sleppa undan oljuni.
- Tí verður neyðugt at
leggja kaðal leggjast í hvørt
hús. Undir vanligum umstøð-
um er tað dýrt, men fyri at
gera hesa ætlanina so bíliga
sum gjørligt, er ætlanin at
hava so nógv sjálvboðið
arbeiði sum gjørligt og at
tey, sum verða knýtt at
vindmylluni, í mestan mun
grava kaðalarnar í felag.
Men hann sigur, at verður
farið undir at leggja kaðal í
hvørt hús, er væl trúligt at
tað loysir seg at leggja fipur-
kaðal í hvørt hús samstund-
is.- Tað er ein eykavinningur
sum fer at gera mun, tí við
fipurkaðali ber til at fáa
internet við eini ferð upp á
100 mb, sum er fleiri ferðir
so skjótt, sum vit hava nú.
- Samstundis gevur tað
heilt aðrar møguleikar fyri
fylgisveinasjónvarpi í eini
dygd, sum nógv í Føroyum
als ikki kenna til enn.
Leys av olju
Poul Laust Christiansen sig-
ur, at enn er ilt at meta um,
hvussu nógv tað fer at kosta
hjá hvørjum húsarhaldi at
vera við í eini skipan sum
hesari.
Men hann hugsar sær, at
hvørt hús kemur at betala
tað sama fyri vindorkuna,
sum oljan kostar nú, ella
eitt sindur minni.
- Men endamálið er at gera
okkum leys av oljuni, tí tað
tey, sum hava skil fyri gongd-
ini í oljuprísinum meta, at
oljan fer at dýrka ómetaliga
nógv tey næstu árini og at tað
um nøkur heilt fá ár fer at
kosta tvær ferðir so nógv at
hita hús við olju, sum tað ger
nú, sigur hann.
Suðuroyingar fáa grøna
orku og skjótt samband
Í Hvalba hava menn
arbeitt við eini
slóðbrótandi ætlan um
at hita húsini í Sandvík
í Hvalba við varandi
orku og tað fara teir at
greiða frá á almennum
fundi í skúlanum í
Hvalba næsta leygardag
klokkan 16.