Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-09, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. november 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 9. november 2009 – Nr. 214 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 27 Risin varð minni maðurin Púra óvæntað vann enski David Haye beltið hjá WBA í tungvekt, tá hann leygarkvøldið boksaði móti Nikolaj Valuev. Valuev, sum fyrst og fremst er ræðandi stórur fyri mótstøðumenn sínar, hevði undan dystinum bert tapt ta einu ferðina, men hetta talið varð altso tvífaldað móti bretanum. Nakran vakran dyst gjørdist talan sjáldan um, men Haye megnaði at dansa burtur frá longu ørmunum hjá Valuev øll 12 umførini, og við dómaraatkvøðunum 116-112, 116-112 og 114-114 er hann nú nýggjur WBA-heimsmeistari í tungvekt. Javnleikur hjá Frem Jónas Tór Næs og liðfelagarnir í Frem tóku ímóti Roskilde í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í gjár. Dysturin endaði við javnleiki 2-2. Tvær ferðir var Frem aftanfyri í dystinum. Jeppe Kjær legði Roskilde á odda 1-0, tá 21 minuttir vóru farnir, men stutt undan steðginum javnaði Tim Ilsø fyri Frem. Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin legði Jeppe Kjær aftur Frem á odda, men tá eitt lítið korter var eftir av vanligu leiktíðini javnaði Edin Cekovic til 2-2, so Frem fekk bjargað sær eitt stig. Frem er tó enn undir niðurflytingarstrikuni. Frem hevur 11 stig, Roskilde er røttu megin niðurflytingarstrikuna við 12 stigum. Manchester City spældi javnt fyri fimtu ferð á rað, tá Burnley var á vitjan. Chelsea vann oddabrakið móti Manchester United og rennur undan í toppinum Seinast Sosialurin var á City of Manchester Stadium, vann heimaliðið 4-2 á Arsenal, og hevði beina kós móti oddinum. Síðani tá er nakað av vatni runnið í ánna. Leygardagin spældi Man City javnt fyri fimtu ferð á rað og hava nú bara vunnið eina ferð í sjey teimum seinastu Premier League dystinum. Tapið á útivølli móti granninum Man Utd var ikki óvæntað, men óvæntað er tað, at teir hava spælt javnt móti liðum, sum væntandi ikki koma at húsast í toppinum. Tað hevur eydnast Wigan, Fulham, Birmingham og Burnley at spæla remis við nýríka Man City. Beeeeasssst Tað regnaði illa í Manchester, tá uppflytarnir Burnley komu á vitjan. Tað vóru onkur tóm pláss at hóma á City of Manchester Stadium, og stemningurin var ikki í topp tað mesta av dystinum. Fyrsti hvøkk- urin kom um miðjan fyrra hálvleik, tá Burnley umsetti brotsspark til mál. Burnley viðhaldsfólkini hugn- aðu sær óført, meðan Man City gjørdi klárt at trýsta gestirnar í botn. Menninir hjá Mark Hughes royndu, men fingu lítið burtur úr álopsroyndinum. Stutt fyri hálvleik snorksvav verjan hjá Man City eftir deyðbólt, og so kundi Burnley leggja seg á odda 2-0. Tað fór eitt orduligt “suss” gjøgnum stadium og ónøgdin var at fáa eyga á. Handan málið hjá gestinum, stóðu viðhalds- fólkini hjá Burnley. Lagið var gott og tey góvu danska málmanninum, Brian “The Beast” Jensen sín fulla stuðul. Stuttligt at hoyra hvussu hvør Burnley viðhaldsmaður hópti “Beeeaasssst”, hvørja ferð hann gjørdi eina bjarging. Tað eydnaðist Man City at minka um munin stutt fyri hálvleik. Seinni hálvleikur var bara smáar tíggju minuttir gamal, tá Man City javnaði. Komandi halva tíman var tað lítið, sum bendi á at Burnley fór at koma livandi frá dystinum. Man City setti seg av álvara á dystin og tað gingu bara tríggir minuttir áðrenn City of Manchester Stadium var á gosi. 3-2 til vertirnar og ringa lagið var fyribils avlýst. Tað var næstan bara ein spurningur um hvussu nógv Man City fór at vinna. Men stórt kredit til Burnley, sum gjørdi eina roynd at koma inn í aftur dystin. Tað gav úrslit stutt fyri dystarenda, tá eitt vælspælt Burnley álop endaði við at 20 ára gamli Kevin McDonald skoraði framman fyri Burnley viðhaldsfólkinum. Meðan gestirnir høvdu úr at gera við at feira málið, reistist fleiri av viðhaldsfólkinum hjá Man City seg upp og tóku til rýmingar. Onnur góvu ilt av sær uppá tann harð orðaða enska mátan. Komandi umfar verður ikki fyrr enn um tvær vikur vega landsdystir. Man City leikarnir fara nú til Abu Dhabi, har tað sigst, at teir møguliga skulu møta eigarinum av felagnum, Sheik Mansur, fyri fyrstu ferð. Hann hevur enn ikki verið til nakran dyst, men tað ganga søgur í ensku miðlinum um, at tað verður fyrsta dagin. Íløgan hjá Sheik Mansur í Man City táttar í tvær milliardir. Komandi dysturin hjá Man City kann blíva ein avgerandi dystur, tí tá tekur Liverpool móti á Anfield. Bæði liðini ætla sær í topp fýra og bæði liðini eru undir trýsti orsaka av vánaligum úrslitum í seinastuni. Oddabrak í London Chelsea vann oddabrakið móti Manschester United 1-0. Tað var liðskiparin hjá heimaliðnum John Terry, sum seint í seinna hálvleiki skallaði eitt fríspark í málið. Umstøðurnar rundanum málið gjørdu at Man Utd leikarnir vóru sera ónøgdir. Fyrst vildu teir vera við at tað ikki var fríspark til Chelsea, og í øðrum vildu teir vera við at Chelsea áleyparin Didier Drogba var rangstaddur, tá hann inn í fimm metrinum royndi at sparka bóltin tað seinasta pettið um málstrikuna. Úrslitið hevur við sær at Chelsea rennur undan í toppum. Teir eru fimm stig frammanfyri Man Utd og Arsenal, men Arsenal hevur spælt ein dyst minni. Nýtt lið í topp fýra er Tottenham, sum vann á Sunder- land, meðan Aston Villa hølvaði Bolton av 5-1. Saman við Man City og Liverpool, sær tað út til at blíva hesi sjey liðini, sum koma at mynda toppin í enskum fótbólti í ár. argetrondur@sosialurin.fo Tróndur Arge Mikudagin West Ham-Aston Villa 2-1 Leygardagin Aston Villa-Bolton 5-1 Blackburn-Portsmouth 3-1 Manchester City-Burnley 3-3 Tottenham-Sunderland 2-0 Wolves-Arsenal 1-4 Sunnudagin Hull-Stoke 2-1 West Ham-Everton 1-2 Wigan-Fulham 1-1 Chelsea-Manchester Utd. 1-0 Mánadagin Liverpool-Birmingham Úrslit, Premier League Premier League vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Chelsea 12 10 - 0 - 2 29 8 21 30 2 Arsenal 11 8 - 1 - 2 36 14 22 25 3 Man Utd. 12 8 - 1 - 3 23 12 11 25 4 Tottenham 12 7 - 1 - 4 23 17 6 22 5 Aston Villa 12 6 - 3 - 3 20 12 8 21 6 Man City 11 5 - 5 - 1 21 14 7 20 7 Liverpool 11 6 - 0 - 5 25 16 9 18 8 Sunderland 12 5 - 2 - 5 20 19 1 17 9 Stoke 12 4 - 4 - 4 12 15 -3 16 10 Burnley 12 5 - 1 - 6 15 25 -10 16 11 Fulham 11 4 - 3 - 4 14 14 0 15 12 Everton 11 4 - 3 - 4 15 17 -2 15 13 Wigan 12 4 - 2 - 6 13 22 -9 14 14 Blackburn 11 4 - 1 - 6 14 25 -11 13 15 Birmingham 11 3 - 2 - 6 8 12 -4 11 16 Bolton 11 3 - 2 - 6 15 24 -9 11 17 Hull 12 3 - 2 - 7 10 25 -15 11 18 West Ham 12 2 - 4 - 6 16 20 -4 10 19 Wolves 12 2 - 4 - 6 12 22 -10 10 20 Portsmouth 12 2 - 1 - 9 10 18 -8 7 Milliónirnar spinna ikki gull Væl løntu stjørnurnar hjá Manchester City mistu týðandi stig, tá tað á heimavølli bert gjørdist til 3-3 móti Burnley Mynd: Polfoto/AP