mánadagur 9. november 2009síða 35
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 214 - 9. november 2009
35
Landsfundur Sjálvstýrisfloksins fegn
ast um arbeiðið hjá tingbólkinum.
Sjálvstýrisflokkurin er sjónligari og
miðvísur í tingstarvinum – hetta fer at
geva úrslit á løgtingsvalinum komandi,
ið ikki man vera so langt burturi.
Landsfundurin átalar, at ongar veru
ligar raðfestingar ella bygnaðarbroyt
ingar verða framdar, men at tað bert
verður nartlað smávegis burturav frá
gomlum, sjúkum og fólki undir
útbúgving.
Sjálvstýrisflokkurin hevði lagt dent
á, at fyrisitingin skal fremja politisku
valini – ikki trumfa tey. Flokkurin
metir, at nógvar milliónir kunnu finn
ast í rationaliseringum av almenna
bygnaðinum, um vit taka støði í, hvat
er tøkt av tilfeingi og hvat vit kunnu
fáa fyri peningin.
Landsfundurin harmast, at ongin
politikkur er viðvíkjandi høvuðs
vinnuni, ið bert áhaldandi minkar. At
nærum 1.600 fólk færri eru í høvuðs
vinnuni er talandi dømi. Trupulleikin
er eisini, at sjófólk, hóast tey gjalda tað
sama inn, ikki fáa javnbjóðis útgoldið
úr arbeiðsmarknaðargrunnum og
almennu trygdini
Landsfundurin harmast, at vit í
staðin hava at kalla stjórnarloysi í
landinum, og ongar veruligar sam
ráðingar eru um politisk tiltøk.
Fíggjarlógaruppskotið er einans
teknisk framskriving, tí allar ábøtur í
krevja inntriv mangla bæði staðfesta
semju og framløgd uppskot.
Landsfundurin vil, at miðvíst verður
farið undir at leggja stovnar kring
landið, men at hetta ikki bert verður
uppá kvamsvís. Kannast má, hvørjir
stovnar best kunnu samstarva, starvs
fólkið má hoyrast, og krøv um trygd og
dygd til frama fyri borgaran mugu
setast í hásæti. Vit mugu stovna deplar
kring landið, har miðspjaddir almennir
stovnar kunnu samstarva í góðum
skrivstovuumhvørvi til frama fyri bæði
starvsfólk og borgarar.
Dentur eigur at verða lagdur á tað
mentunarliga kervið.
Landsfundurin krevur, at langtíðar
raðfesting verður gjørd fyri allar
samferðsluíløgur.
Landsfundurin tekur undir við, at
Vága Floghavn verður útbygd og
vøllurin longdur til 1.799 m.
Landsfundurin mælir til, at farið
verður undir at minka vakstrarhúsútlát
og dálking og í staðin menna um
hvørvisvinarligar reinar orkukeldur, so
sum biogas, vind, vatn, vetni, sól,
jarðhita, aldu og sjóvarfalsorku. Fyri
munir verða veittir húsarhaldum, ið
taka fyrilit fyri varandi orku. Slíkar
íløgur – bæði hjá tí almenna og hjá
privatum stuðlað av landinum – høvdu
bæði gjørt okkum óheftari av olju og
sett gongd á byggiog tænastu
vinnurnar.
Jan Joensen
landsnevndarformaður
Á landsfundi leygardagin
gjørdi Sjálvstýrisflokkurin
soljóðandi fundarsamtykt
Hann vísir á, at løgmaður
eftir áheitan frá løgtings
formanninum lovaði, at tað
skuldi
verða
undantak
heldur enn siðvenja, at
lógaruppskot vórðu borin
niðan
í
løgtingið
eftir
seinasta framløgudag.
Í ólavsøkupakkanum
eru fleiri fráboðaði lógar
uppskot,
sum
løgmaður
sigur øll koma niðan í tingið
og skulu avgreiðast í hesum
árinum, so ásannast má, at
óskilið heldur áfram. Tað er
sjálvsagt lætt at sita á
síðulinjuni og finnast at,
men tað er harmiligt at
síggja, hvar samgongan vel
ur at leggja byrðarnar.
Hann segði, at trý lógar
uppskot vórðu framd í
desember í 2008, sum
raktu
pensjónistarnar.
Í
ólavsøkupakkanum
eru
fleiri fráboðanir um upp
skot, sum koma at raka tey
veikastu í samfelagnum
meint. Afturlating av deild
um, afturlating av einum
laboratoriið sum rakar 60
fólk um vikuna og sum bert
sparir 40.000 krónur fyri
ein heilan ársfjórðing, skerj
ing av lestrarstuðli bæði
herheima og uttanlands.
Slík inntriv geva lítið,
men hava stóra negativa
ávirkan, segði Kári P. Høj
gaard m.a. í síni formans
røðu á landsfundi Sjálvs
stýrisfloksins.
inntøkunum – og her hava
allir flokkar eina medá
byrgd, sum hann tók til.
Skattalækkingar
fyri
hundraðtals miljónir krónur
gjørdu sítt til, at yvirupp
hitaðu
samfelagshjólini
mólu enn skjótari. Bankarnir
oystu pening út í samfelagið
og uppfunnu eitt nú nýggju
hugtøkini skáalán og at taka
lán uppá frívirði í húsunum.
Tankin aftanfyri var “nýt
lívið og brúka pening, meðan
tú hevur møguleikan. Tú
skal bert gjalda 60% av
rentuútreiðslunum,
landið
40% og dýrtíðin hjálpir tær
við avdrøgunum”.
Hann vísti á, at uppruna
ligi rentustuðulin hevði til
endamáls at hjálpa borgar
um við lagaligum lánstreyt
um, so hesir skuldu hava
møguleikan at seta føtur
undir egið borð. Tá nógv
fólk góvust við at gjalda
avdráttir,
vaks
lánsupp
hæddin við risafetum.
Í 2006 vóru útreiðslurnar
til rentustuðul á fíggjarlógini
stívliga 85 miljónir krónur,
men nærum tvífaldaðust í
2008 upp í 167,4 miljónir
krónur. Metta upphæddin
fyri 2010 er 160 miljónir
krónur, men tá skulu nøkur
inntriv fremjast, um hetta
skal eydnast, legði hann
aftrat.
Kári P. Højgaard segði, at
allur
peningurin
við
einskiljingini av Føroya
Banka og Atlantsflogi er
farin í stórapott ella í
veruleikanum rakstur.
Hetta hendi, tó at avtala
var millum politisku flokkar
nar, at hesin peningur skuldi
setast í búskapargrunn, segði
floksformaðurin.
Kári P. Højgaard segði, at allir flokkar á tingi hava medábyrgd av fíggjarligu støðuni. - Heldur
hetta fram, og kemur fíggjarpolitikkurin ikki aftur á beint nú, kann tað gerast tungt at fáa
almenna hallið burtur, segði floksformaðurin og vísti til metingarnar hjá búskaparráðnum