Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 215 - 10. november 2009 Dumpaði 949 ferðir Hin 68 ára gamla suðurkoreanska kvinnan, Cha Sa-soon, hevur leingi havt ein dreym um at fáa koyrikort til bil. Hon selir grønmeti í býnum Wanjang, og eitt koyrikort hevði tí verið nógv praktiskari hjá henni at havt. Eins og um okkara leiðir, noyðist tú í Suðurkorea at taka teoriroynd og koyriroynd, um tú skal fáa koyrikort til bil. Fyrstu ferð, Cha Sa-soon var uppi í teori, var í apríl í 2005. Men tað hevur ikki gingið betri enn væl hjá suðurkoreansku kvinnuni. Hinvegin vildi hon ongantíð geva skarvin yvir. Herfyri slapp hon so ígjøgnum nálareyga og stóð teoriroyndina, sum altso var roynd nummar 950 hjá henni. - Cha Sa-soon er kend her, og vit beundra hennara áhaldni og mót, sigur ein av koyrilærarunum við Korea Times. Nú er so suðurkoreanska kvinnan til reiðar at fara upp í koyring. Løgmaður sett politiskan arbeiðs bólk at viðgera kommunala umskipan POLITIKKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Løgmaður hevur sett ein po lit iskan arbeiðsbólk við ger a álitið hjá komm- unalu um skipanar nevnd ini, »Komm- unur, eindir og upp gávur 2009«. Bólkurin skal m.a. áseta talið á kommunalum eind um, hvørji ábyrgdar- øki skulu leggjast út til komm un ur nar og nær næsta komm unal val verð ur. Málið er at leggja enda ligt uppskot til komm unala umskipan fyri Løg tingið í vár. Ætlanin er somuleiðis, at kommunala umskipanin skal til aðalorðaskifti í Løgtinginum í næstum. Í politiska arbeiðs bólk inum eru Annika Olsen, landsstýriskvinna í inn- lendis málum, Jóannes Eides gaard, landsstýris mað ur í fíggjarmálum, Helena Dam á Neystabø, lands- stýriskvinna í menta málum og Rósa Samuelsen, landsstýris kvinna í almannamálum. Landsstýrisbólkur viðgera kommunala umskipan Hósdagin klokkan 15: verða tær báðar bøkurnar Nólsoy søgubrot og fólk 1 og 2 lagdar fram í Posthúskjallaranum hjá Tórshavnar kommunu í Tórsgøtu. BÓKAFRAMLØGA Tíðindaskriv - Hetta er føðingardagsgáva frá Nólsoy til Tórshavnar kommunu, sum í ar fyllir 100, sigur Egon Hansen rit- høvundur, sum verður til staðar tá bøkurnar verða lagd ar fram. Egon hevur seinastu árini savnað tilfar til bók um Nóls oy og er komin fram á nógvar áhugaverdar upp- lýs ingar. Fyrsti maður, ið búsettist á Nólsoynni æt Nól. Av hon um fekk oyggin navnið Nólsoy. Søgnin sigur, at Gøtu skeggjar áttu Nóls- oynna og høvdu seyð gang- andi á henni. Søgnin sigur eisini, at ein skotsk kongsdóttir hevur búð í Nólsoy. Hon skuldi vera komin við barn við ein um aðalsmanni, sum páp in var illa í øgn við. Tey flýddu undan honum og bú sett ust í Korndali. Í gomlum døgum varð helvt in av ognarjørðini seld ors akað av lógarbroti móti kirkjulógunum, og tí seldu kirkjumyndugleikarnir ¼ av jørðini, 12 merkur, til aðal sættirnar Benkestok og Rosen krands við 275 áseyð- um og 6 kúm. ¼ av haganum verður tí nevndur Junkars- hagin. Navnframi bátasmiðurin Johan Danielsen í Garði skuldi smíða næstan 1000 bátar í sínum langa lívi. Sein asta bátin, hann hevði eina hond í var, tá hann, farin um tey 90, spann síggið. Tá ið viðurin til nýggja skúl an í 1836 skuldi førast úr Havn til Nólsoyar, hendi tann syrgiliga vanlukka, at bát urin, ið førdi viðin og hevði ein flaka afturúr, gekk burtur í Nólsoyarfirði. 5 menn sjólótust á bát- inum. Tíðliga ein morgun læt eitt stórt fransaskip akkerið falla út fyri Nólsoyarvík. Ráns menninir settu bátarnar á skip inum út og róðu í land. Flestir teirra fóru í hag an at ræna neyt og seyð. Teir høvdu fingið fatur á øll um neytunum í bygdini og rikið tey oman í fjøruna, har tey vórðu avlívað og førd um borð. Bert ein kúgv var eftiri í oynni. Egon Hansen er føddur í Nólsoy 10. juli 1947. Hann tók læraraprógv í 1971 og varð settur í starv sum lær- ari við Føroya Spesialskúla. Í Århus 1976 tók hann prógv sum tali- og hoyri- lærari og varð í 1979 settur sum tali- hoyriráðgevi í Ser námsráðgevingini. Hann hevur skrivað søguliga ritið um Nólsoyar kirkju, Kirkjan á Tanganum. Egon Hansen hevur við hesi bók lagt ein stein aftrat tí søguvarða, aðr ir skrivandi nólsoyingar, ið undan eru farnir, hava lað að, okkum til veg vís ing- ar. Skrá fyri bókaframløgu: Heðin Mortensen, borgar- stjóri, bjóðar vælkomin Egon Hansen, rithøv und- ur, handar borgarstjóranum fyrstu eintøkini av Nólsoy søgubrot og fólk 1 og 2 Felagssangur: Nólsoyar- sangurin/Nólsoyarvalsurin. Kim Hansen hevur fylgi- spælið Egon Hansen, rithøv- undur, leggur bøkurnar Nóls oy søgubrot og fólk 1 og 2 fram Undir framløguni er ókeypis kaffi, te, djús og smá køkur at fáa. Eftir fram- løguna ber til at ogna sær bøkurnar, við heilsan frá høvundanum. Kim Hansen spælir tónleik eftir fram- løguna. Tiltakið er alment! Bókaframløga: Ein gáva til Tórs­ havnar Kommunu Hósdagin gevur forlagið Torgard út tríggjar føroyskar bøkur í danskari týðing. BÓKMENTIR Tíðindaskriv Bøkurnar eru hesar: Krimisøgan »Korsmesse« eftir Jógvan Isaksen. Hetta er triðja bókin í krimirøðini hjá Jógvani um Hannis Martinsson, og snýr seg um grindadráp og djóra- verndaraktivistar. Høvundurin hevur sjálv- ur umsett bókina til danskt. Høgni Egholm Magnussen hevur gjørt permuna. Bók- in er 272 síður og kostar 299 krónur. Krimisøgurnar hjá Jógv- ani er týddar til fleiri mál, bæði danskt, íslendskt og týskt. »Korsmesse« er triðja bókin um Hannis Martinsson á donskum. Áð ur eru útgivnar »Blid er den færøske sommernat« (1991) og »Grå oktober« (1995) og fingu tær framur góð ummæli tá. Eisini tann fyrsta barna- krimisøgan hjá Jógvani er givin út á donskum: »Brand stifteren« (1998). »At danse med virkelig- heden« er danska heitið á skaldsøguni »Tema við slankum« eftir Sól- rún Michelsen. Sólrún fekk í fjør Bókmenta- virðis løn M.A. Jacobsens fyri hesa bókina, sum er fyrsta bók hennara, ið er týdd til annað mál. Kirsten Brix hevur týtt til danskt, og Høgni Egholm Magn- ussen hevur gjørt permuna. Bókin er 125 síður og kost ar 199 krónur. Triðja føroyska bókin, ið Torgard gevur út nú í heyst er myndabókin »Poul, en cool giraf« eftir Bárð Oskarsson. Hugin Eide hevur umsett bókina, ið kost ar 149 krónur. Til donsku útgávuna eru allar myndirnar skannaðar av nýggjum, og danska út gávan er nakað væl lit- rík ari enn føroyska upp- runa útgávan. Eisini hevur bókin fingið annað permu- snið, eins og hon er eitt sindur minni til støddar. »Poul, en cool giraf« er triðja bókin hjá Bárði, sum Torgard gevur út. Tær báð- ar fyrru, »En hund, en kat og en mus« og »Kødbenet«, fingu góð ummæli í donsku bløðunum og á net inum. Um ta fyrru skriv aði ummælarin Dam- ian Arguimbau á Weekend- avisen rætt og slætt: »... genial ... filosofisk og provo kerende ... en klass- iker ...«. Tríggjar føroyskar bøkur á donskum Bjørnin ásetir ferðina Tey, sum búgva í bygdini Churchill í kanadiska landspartinum Manitoba, eru von við at síggja ísbjarnir ganga í bygdini. Sambært AP eru ísbjarnir so vanligar har, at Churchill stundum verður umrødd sum heimsins ísbjarnarhøvuðsstaður. Hetta sæst eisini aftur í ferðsluni, skrivar AP, tí tað er ikki loyvt at koyra so skjótt í Churchill sum í bygdum øki aðrastaðni í Kanada. Churchill er við Hudson- ánna, og viðurskiftini millum bygdarfólkið og bjarnirnar eru so góð, at samanbrestir eru sera sjáldsamir. Menn gera eisini alt fyri at sleppa undan at skjóta bjarnirnar, sjálvt um tær gerast ágangandi. Frá mikudegnum 11. nov ember verða tað starvs- fólk hjá sløkkiliðnum á Flog vøll inum, sum hava ábyrgd ina av park erings ansingini kring Vága Floghavn. Talan er um tíðaravmarkaðu parkering- ina. Umboð frá politinum og parkerings ansingini í Tórshavnar kommunu koma at leggja starvs- fólkunum lag á. Tíðar avmarkaða parkeringin er galdandi alt samdøgrið. mg Parkeringsansarar kring Vága Floghavn