Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 215 - 10. november 2009 Tað verður ikki uttan svørðslag, at lands­ kassin sleppu at fara avstað við teimum 40 milliónunum, sum Sjúkrakassin eigur, hevur lands­ stýrismaðurin í heilsumálum púra greitt fingið at vita SjúkrakaSSin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú samgongan ætlar at skipa eina almenna Heilsu­ trygd ístaðin fyri teir gomlu sjúkrakssarnar, hevur ein stórur spurningur verið, hvat skal henda við øllum ogn­ unum hjá sjúkrakassunum. Sjúkrakassarnir eiga ein­ ar 40 milliónir krónur og Aksel V. Johannesen sigur, at kannað verður nú eftir, hvat skal henda við teimum pengunum. Men á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum um vikuskiftið fingu bæði Aksel V. Johannesen, lands­ stýrismaður í heilsumálum, og restin av flokkinum, púra greitt at vita, at sjúkra­ kassarnir eru ikki sinnaðir at lata landskassan fara avstað við allari puljuni hjá sjúkrakassanum. ­ Tað verður ikki uttan svørðslag, at landskassin sleppur at fara við peng­ unum, gjørdi Steinbjørn Magnussen, púra greitt á landsfundinum. Fara í rættin Hann er formaður í sjúkra­ kassanum á Eiði og nevnd­ arlimur í Meginfelagnum fyri sjúkrakassarnar. Og hann gjørdi eisini greitt, at verður tað neyðugt, eru sjúkrakassarnir til reiðar at draga landsstýrið í rættin. Aksel V. Johannesen hevur nevniliga nevnt møguleikan, at tær 40 milliónirnar hjá Sjúkra­ kassanum skulu fella til tað almennu Heilsutrygdina. Men hann vissar um, at peningurin skal ikki brúkast til rakstur, men setast í ein heilsugrunn, sum skal stuðla heilsufremjandi til­ tøkum, eitt nú gransking. Men hesum er sjúkra­ kassin als ikki samdur í og ætlar at stríðast ímóti. Steinbjørn Magnussen vís­ ir á, at tað er altso sjúkra­ kassin, sum eigur pengarnar. ­ Og leggur tað almenna hald á teir, er talan um einki minni enn ognartøku og tað fara vit ikki at góðtaka, tí tað kunnu vit ikki góðtaka, staðfestir Steinbjørn Magnussen. Sum tað sæst í hinari greinini her á síðuni, ar­ beiðir sjúkrakassin við at eini ætlan, har tær 40 milli­ ónirnar skulu brúkast til eina privata sjúkratrygging, sum skal koma afturat teirri almennu Heilsutrygdini, sum øll skulu vera í. Til reiðar at draga landsstýrið í rættin Hóast samgongan ætlar at skipa eina almenna Heilsutrygd, fara sjúkrakassarnir ikki at geva skarvin yvir. Tvørtur ímóti verður arbeitt við at brúka ognirnar hjá sjúkrakassanum til at gera eina privata sjúkratrygging SjúkrakaSSin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú samgongan ætlar at skipa eina almenna Heilsu­ trygd, hevur ætlanin verið, at teir gomlu sjúkrakassarnir skuldu fara í søguna. Men tað eru sjúkrakass­ arnir ikki samdir í, tí teir ætla sær ikki at geva skarvin yvir og leggja seg í grøvina. Tvørtur ímóti verður nú arbeitt við at umskipa gomlu sjúkrakassarni og gera teir til eina privata sjúkratrygging, sum skal vera afturat almennu Heilsutrygdini, sigur Stein­ bjørn Magnussen, sum er formaður í sjúkrakassanum á Eiði og nevndarlimur í meginfelagnum fyri sjúkrakassarnar. Vandin lúrir Samgongan ætlar, at í 2010 og í 2011 skulu øll betala 245 krónur um mánaðin í tað almennu heilsutrygdina. Men frá 2012 skal gjaldið takast inn yvir skattin. Men sjúkrakassarnir hava ikki rættiligt álit á eini slíkari skipan. ­ Vit stúra fyri, at verða sjúkrakassanum avtiknir og ein almenn Heilsutrygd sett ístaðin, er stórur vandi fyri, at tann hjálpin, sum sjúk­ lingar fara at fáa, fer at svinga í takt við fíggjarligu støðuna í landinum. ­ Vandi er fyri at tilskot verða lækkað og egingjøld hækkað, tá ið tíðirnar versna, sigur Steinbjørn Magnussen. ­ Tað eru tær royndirnar vit hava, tá ið ymiskt verður lagt undir tað almenna og endar í stóra potti á fíggjar­ lógini. Hann vísir á, at hinvegin hevur skúkrakassin altíð megna at liggja í eini fastari legu, sama, hvussu tíðirnar hava verið. Privat sjúkratrygging Men sum tað sæst í hinari greinini, fara sjúkrakass­ arnir ikki at góðtaka, at tað almenna leggur hald á ogn­ irnar hjá sjúkrakassanum. Hinvegin arbeiðir sjúkra­ kassin nú við at umskipa seg til eina privata sjúkra­ trygging sum tað skal vera sjálvboðið hjá fólkið at melda seg inn í afturat teirri almennu Heilsutrygdini, sum tað verður eitt krav, at øll skulu gjalda til. Ætlanin er so at brúka tær 40 milliónirnar, sum sjúkrakassin eigur, sum stovnsfæ í eini slíkari privatari trygging. Hetta er ein skipan, sum ætlanin nú er at gera í Før­ oyum við fyrimynd í donsku ”Sygesikring Danmark”, ­ Í Danmark varð staðfest, at tann almenna heilsu­ trygdin strekti ikki til og tí varð ”Sygesikring Dan­ mark” stovnað til at taka um endan og tey hava ein hóp av limum, sum sjálv­ bodnir tekna seg sum lim. Nú sjúkrakassin í Føroyum arbeiðir við at stovna eina nýggja trygging, hava tey havt nógv samband við donsku sjúkratryggingina og haðani verður mett, at 40 milliónir hevði verið ein góð­ ur botnur til at stovna eina føroyska trygging á, sigur Steinbjørn Magnussen. Føroyingar garderast við privatari sjúkratrygging Føroysku sjúkrakassarnir góðtaka ikki, at tað almenna legur hald á ognirnar hjá sjúkrakassanum, Tvørtur ímóti arbeiða sjúkrakassarnir við at tovna eina privata sjúkratrygging, tí tey hava ikki álit á, at tann almenna Heilsutrygdin verður nóg góð, sigur Steinbjørn Magnussen, formaður í sjúkrakassanum á Eiði og nevndarlimur í meginfelagnum fyri sjúkra­ kassarnar Hvussu verður við ognunum hjá sjúkakassunum, er ein løgfrøðiligur spurningur, sum verður viðgjørdur í løtuni. Um ognirnar hjá sjúkakassunum fella til Heilsutrygd, so fer landsstýrismaðurin at tryggja, at pengarnir ikki verða brúktir til vanligan rakstur. Umhugsað verður at gera ein heilsug- runn, sum skal veita stuðul til átøk, ið hava til endamáls at menna heilsuna hjá føroyingum, m.a. heilsugransking. Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í tíðindaskrivi um ognirnar hjá sjúkrakassanum eftir at almenna heilsutrygdin er stovnað FAKTA Nú er tað Influensa A Danska heilsustýrið ásannar nú, at ein Influensa A­epidemi er á gáttini, og tí hevur stýrið sagt við læknarnar, at tað er ikki neyðugt at kanna fólk, sum hava Influensa A­sjúkueyðkenni. Else Smith hjá heilsustýrinum sigur við DR, at tá tilburðirnir av Influensa A so nógvir sum nú, má haldast, at tey flestu, sum fáa krím, fáa Influensa A. Else Smith sigur, at krímsjúkan hevur gjørt serliga nógv um seg í Keypmannahavn og har um vegir, men at læknarnir hava eisini staðfest nógvar tilburðir í Mið­ og Norðurjyllandi. Statens Serum Institut fer at almanna­ kunngera tey seinastu Influensa A­tølini í morgin. Skot í Gula Havinum Herskip úr Norðurkorea og Suðurkorea skutu eftir hvør øðrum í morgun, og hetta er tann fyrsti saman­ bresturin av hesum slagnum í sjey ár. Suðurkoreanskar stjórnarkeldur siga, at eitt suðurkoreanskt herskip skeyt eftir einum norðurkoreonskum herskipi, tí tað kom inn um mark, og at hitt skipið svaraði aftur. Sambært keldunum fekk tað norðurkoreanska skipið stóran skaða. Norðurkorea avsanar, at skipið fór um markið og krevur eina umbering úr Suðurkorea. Tað krevur Suðurkorea eisini, skrivar tíðindastovan KCNA.