týsdagur 10. november 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 215 - 10. november 2009
skuldi verið farið eftir
banku num, meðan Tjóð
veldi, Javnaðarflokkurin og
Sjálvs stýrisflokkurin stór
liga ivast, um kappingarráðið
kann gera nakað, tí fleiri
bankar koyra tungt í løtuni
og tí vinna teir helst ikki ov
nógvan pening.
Realkreditt
Seinasta
hugskotið
hjá
politisku flokkunum er at
gera ein almennan før oysk
an realkreditt, sum skal
kun na veita fígging á landi,
og ikki bara á sjógvi, sum
tað er í dag.
Hetta
hugskotið
siga
tríggir ymiskir flokkar seg
eiga.
Javnaðarflokkurin kallar
tað fyri eitt hugskot, sum
kom eftir landsfundin um
viku skiftið.
Tjóðveldi hevur spurt
Jóan nes Eidesgaard, fíggjar
málaráðharra, hví støðan er
sum hon er, og annars ákært
lands stýrið fyri at gera eitt
og siga eitt annað.
Tjóðveldi vil eisini hava
realkreditt á landi. Eisini
sigur Tjóð veldi, at hug
skotið hjá Javnaðar flokki
num er eitt kopi av einum
upp skoti hjá Tjóð veldi.
Sjálvsstýrisflokkurin
ar beiðir í løtuni við upp
skoti, at gera ein al men nan
føroyska realkreditt, og fer
sambært Kára á Rógvi at
bera hetta uppskot niðan í
Løgtingið í næstum.
– Uppskotið er at skipa
ein føroyskan real kreditt
stovn, sum skal syrgja fyri,
at sethúsaeigarar fáa ódýrari
fígging og gevur íleggjarum
eitt trygt pappír, tí váðin
verð ur so spejddur, sigur
Kári á Rógvi, sum umboðar
Sjálvsstýrisflokkin í hesum
máli.
Miðflokkurin hevur enn
ikki veruliga viðgjørt málið,
men formaðurin í flokkinum
angr ar, at Føroya Banki
varð seldur, og heldur
av gjørt, at eitt føroyskt til
boð skal vera til fígging,
sum hevur menniskjuna í
fokus. Tað vil siga lægri
ren tu.
Fólkaflokkurin og Sam
bands flokkurin meta hin
vegin, at tað ikki er eitt gott
hugskot
at
skipa
ein
al menn an føroyskan real
kreditt, tí flokkarnir meta at
tað eigur at vera av mark að,
hvussu nógvar bankar tað
almenna eigur. Um framt, at
serliga Fólka flokk ur in ikki
vil hava al ment stuðlað
virksemi.
Tí kunnu vit varisliga
stað festa, at tað í løtuni er
eitt slag av meiriluta á tingi,
sum fegin vil hava føroyskan
realkreditt á landi, og at
allir flokk ar meta rentuna
vera ov høga. Nýggi real
urin skal somu leiðis upp
fylla ynskið hjá meir i
lutanum um økta kapping
við fígging í Før oyum.
Javnaðarflokkurin
legði um vikuskifti,
sum fyrsti samgongu
flokk ur, hugskotið
fram at skipa før oysk
an almennan real
kreditt. Fleiri flokkar
halda uppá, at talan
er um valflesk til eitt
møgu ligt val, men
Javn að arflokkurin
nokt ar fyri hesum
Hugskot
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Hetta er eitt framhald av
val stríðnum, sum Javnað ar
flokk urin hevur koyrt í eina
tíð.
Tað sigur Jenis av Rana,
nú Javnaðarflokkurin, sum
einasti
samgonguflokkur,
er komin við hugskotinum
at skipa almennan føroyskan
real kreditt.
– Eg eri ikki lækni, men
var talan um ein patient, so
hevði eg hildið, at tað var
ein patientur, sum ikki livdi
væl, sigur Kári P. Højgaard
um sitandi samgongu og
legg ur afturat, at tað undrar
hann, at so nógvar rakettir
verða skotnar upp í luftina,
tí hann heldur, at onki upp
skot er gjøgnumarbeitt og
at allir flokkar og lands
stýris menn arbeiða í sjálv
drátti.
Høgni Hoydal í Tjóðveldi
held ur tað sama.
– Tað tykist sum javn að
ar flokkurin er í bili og
roynir at blinka til vinstru,
men altíð vendir til høgru.
Verð ur hetta hugskot ikki
veruleiki, so er tað bara
valflesk.
Men tað er ikki bara and
støðan, sum leggur upp til
at Javnaðarflokkurin førir
val stríð.
– Tað mást tú spyrja Javn
aðar flokkin um, men teir
hava broytt máta at uppføra
seg. Tó skal eg ikki siga, at
teir føra valstríð, sigur
Jørgen Niclasen, sum sigur
seg hava ein vón at sam
gongan heldur til nýggjárs.
Kaj Leo er meiri bjart
skygdur.
– At føra valstríð vildi
verið kamikaze politikkur,
sigur samgonguleiðarin um
spurn ingin, um Javnaðar
flokk urin førir valstríð.
Hann leggur afturat, at
hann ikki hevur sæð tað
sum, at flokkurin er í val
stríð ið, tí teir siga, at teir
hava tað gott í samgonguni,
og hetta tekur løgmaður
fyri fult.
Javnaðarflokkurin
av
nokt ar blankt, at hann við
hes um førir valstríð, sum
Mið flokkur serliga leggur
upp til.
– Tað er ein viðmerking,
sum eg ikki havi nakra við
merk ing til. Kann Javn að
ar flokkurin ikki hava mein
ingar, so veit eg ikki hvat
skal bera til, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Hann leggur síðani aftur
at, at hetta onki hevur við
valstríð at gera.
Somuleiðis sigur hann, at
orsøkin til, at tað kanska
kann tykjast sum at Javn a ð
ar flokkurin
ger
meira
burtur úr, er tí hann hevur
sagt ov lítið áðrenn.
– Eg kann lasta meg
sjálv an við, at eg var í so
passiv ur, tá eg byrjaði sum
fíggja rmálaráðharri. Tað er
møg u ligt, at eg geri tað
rætta nú, og tað skeiva tá,
held ur Jóannes Eidesgaard.
Framhald
av valstríði
Eingin avgerð um Afghanistan
Enn hevur amerikanski forsetin, Barack Obama, ikki gjørt av, um
hann skal senda fleiri hermenn til Afghanistan. Ovastin fyri teimum
amerikonsku herdeildunum har, generalurin Stanley McChrystal,
hevur biðið forsetan senda sær 40.000 hermenn afturat, so hann kann
herða bardagan við Taliban og alQaeda. Sambært amerikonskum
fjølmiðlum er forsetin sinnaður at senda fleiri hermenn avstað, men
talið er ikki ásett enn. Summir fjølmiðlar vænta, at Obama fer at
senda umleið 30.000 hermenn afturat til Afghanistan.
Týskur útflutningsvøkstur
Í seinastuni hava hagtøl víst, at vend er komin í tann týska
búskapin, og í gjár komu tøl, sum benda á, at framgongdin
er uppaftur størri, enn serfrøðingarnir hava hildið. Hesaferð
vístu tølini, at týski útflutningurin í september var heili 3,8
prosent størri enn í august, og tað var nógv meiri enn mett,
skrivar DPA. Serfrøðingarnir siga tann stóra vøksturin vera
hugvekjandi, tá hugsað verður um, at evran er styrkt
munandi mótvegis dollaranum, so ein evra nú togar í hálvan
annan dollara. Týskir búskaparfrøðingar vænta, at vøksturin
í landsins búskapi fer at standa við árið út.
Janus Petersen, formaður í
felagnum føroyskir pen
inga stovnar, heldur ikki, at
bankarnir eru ólaga lig ir og
hann heldur heldur ikki, at
rentan er ov høg. Hann
metir hinvegin, at politik
ar ar flyta fokus frá egnum
av bjóðingum við at kriti
sera bankarnar.
Hetta segði hann við
Kring varp Føroya í gjár.
– Eg haldi tað vera
undar liga, at vit nú fáa
kritikk, tí samlað er ikki
avlop í sektorinum í ár,
segði Janus Petersen við
Kring varpið í gjár.
Hann greiddi somuleiðis
frá, at rentur og banka
pakkar kosta sítt, umframt,
at útreiðslurnar til tap eru
øktar munandi.
Tí heldur hann ikki, at
politikarar kunnu ákæra
bank ar nar fyri at vinna ov
nógvan pening.
– Mann skal ikki fýlast
á, at onkur vinnur pening.
Tað er ein nógv størri
trupul leiki, at tað almenna
hev ur so stórt hall, heldur
Janus Petersen.
Kritikkinum, at rentan er
ov høg vil hann ikki hoyra
nakað um.
– Politikarar hava ikki
lagt til merkis, at føroyskir
bankar hava fingið til vega
sera bílíg lán til sethús.
– Vit hava nú lán, sum
hava niður í næstan trý
pro sent rentu, og hetta er
óhoyrt í føroyskari søgu,
greiddi Janus Petersen frá í
tíð indunum
hjá
Kring
varpi num í gjár.
Um
kappingarráðið
segði Janus Petersen, at tað
skal vera vælkomið, tí
peninga stovnarnir
eru
longu
undir
nógvum
ymisk um eftirlitinum. Men
um tað er nakað at fara
eftir, vildi Janus Petersen
ikki siga nakað um. Hann
vísti nevniliga til kapp
ingar ráðið.
Politikarar flyta fokus
Formaðurin í felagnum
føroyskir peningastovnar
heldur ikki, at kritikkurin
av peningastovnunum
hevur nakra orsøk