mikudagur 11. november 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 216 - 11. november 2009
– Sleppur nevndin
í sjúkrakassanum
avstað við øllum
ognunum hjá lim
unum í sjúkra
kassanum til eina
privata sjúkra trygg
ing fyri væl bjarg aðar
føroy ing ar, minnir
tað meg um rán á
alljósum degi, sigur
Aksel V. Johannesen,
landsstýrismaður í
heilsumálum
SjúkrakaSSin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Eg fari at strekkja meg
langt fyri at finna eina
semju. Men tað, sum nevnd
in fyri meginfelagið fyri
sjúkrakassan ætlar, minnir
meg mest um rán á alljósum
degi.
Aksel
V.
Johannesen,
landsstýrismaður í heilsu
málum, staðfestir, at nú
ætlanin er at avtaka sjúkra
kassarnar og stovna eina
almenna heilsutrygd, ætlar
hann sær at syrgja fyri, at
allar ognirnar hjá sjúkra
kassanum fara at koma
øllum teimum túsundtals
limunum í sjúkrakasanum
til góðar.
Sostatt er hann grund
leggjandi
ósamdur
við
nevndina fyri meginfelagið
hjá sjúkrakassanum, sum
ætlar at varðveita pengarnar
á sjúkrakassans hondum og
at brúka teir sum stovnsfæ í
eini privatari sjúkratrygging,
sum skal vera ein sjálvboðin
sjúkratrygging afturat teirri
almennu
Heilsutrygdini,
sum øll skulu betala til.
Og tað er eisini rættiliga
nógv at vera ósamd um, tí
bara í pengum eiga sjúkra
kass arnir 40 milliónir krón
ur.
Aksel V. Johannesen er
samdur við meginfelagið
hjá sjúkrakassunum í, at tað
er sjúkrakassin, sum eigur
pengarnar.
Men spurningurin er so:
Hvør er sjúkrakassin?
– Eftir mínum tykki eru
tað limirnir í sjúkra kass
anum, sum eiga pengarnar.
Tá ið nýggja Heilsutrygdin
verður skipað, verða allir
limirnir í sjúkrakassanum
fluttir yvir í tað almennu
Heilsutrygdina, eiga peng
arnir tískil at fylgja við,
sigur Aksel V. Johannesen.
Spurningurin er so, hvar
sjúkrakassin
skal
brúka
ognirnar til, tá ið ongir limir
eru,
– Hinvegin eri eg sann
førdur um, at tað eru allir
limirnir í sjúkrakasanum,
sum eiga ognirnar hjá fe
lagsskapinum
og
ikki
nevnd i n,
leggur
lands
stýrismaðurin afturat.
Rán á alljósum degi
Landsstýrismaðurin leggur
afturat, at tí kann tað ikki
vera rætt, at nevndin fyri
sjúkrakassarnar fara avstað
við pengunum til eina pri
vata sjúkratrygging.
– Tað fer tað bara at koma
einum fátali av gomlu lim
unum í sjúkrakassanum til
góðar og sostatt kemur
fjøld in av limunum at missa
pengarnar.
– Eg trúgvi nevniliga ikki
upp á, at tað verður tann
stóra fjøldin av føroyingum,
sum fer at tekna sær eina
privata sjúkratrygging aft
urat teirri almennu Heilsu
trygdini.
– Tað verða ikki vanligir
pensjónistar, verkafólk, ar
beiðsleys og onnur láglønt,
sum fáa ráð til at tekna eina
privata sjúkratrygging.
– Tí er stórur vandi fyri,
at hetta verður ein skipan,
sum einans verður fyri tey
vælbjargaðu.
Aksel V. Johannesen sig
ur, sostatt verður tað eitt
lítið fátal av limunum í
sjúkrakassanum, sum fara
at fáa nakra sum helst nyttur
burtur úr ognunum hjá
sjúkra kassanum, sum allir
føroyingar eiga og tað held
ur hann vera blóðskeivt.
Koma øllum til góðar
Tvørtur ímóti ætlar hann at
tryggja sær, at ognirnar hjá
sjúkrakassanum koma øll
um limunum til góðar.
Tað ætlar hann at gera
við at lata teir fylgja við
yvir í nýggju Heilsutrygdina.
Men hann ætlar sær at
tryggja, at teir ikki verða
brúktir til vanligan rakstur.
Tvørturímóti er ætlanin at
marka peningin til heilt
ávís endamál, sum koma
øllum til góðar.
– Í hesum sambandi haldi
eg, at besta loysnin er at
brúka ognirnar hjá sjúkra
kassanum til at stovna ein
heilsugrunn, sum kann út
búgva kommunulæknar og
serlæknar og sum kann
styrkja og framtíðartryggja
kommunulæknaskipanina.
– Grunnurin kann eisini
stuðla heilsugransking og
annað, sum kemur øllum til
góðar og ikki bara einum
fátali.
– Onkur kundi kanska
hildið, at einfaldasta loysnin
var at útgoldið pengarnar
hjá sjúkrakassanum til lim
irnar.
– Men tað ber ikki til, tí
tað stendur beinleiðis í við
tøkunum fyri sjúkrakassan,
at peningurin skal ikki
gjald ast limunum, tá ið
sjúkr a kassin verður avtik
in.
Av heimsins bestu
Annars staðfestir lands
stýrismaðurin í Heilsu mál
um, at tann almenna heilsu
trygdin verður ein av heim
sins bestu sjúkra trygg ing
um.
– Tí verður er at kalla
onki grundarlag fyri eini
privatari,
sjálvbodnari
trygg ing afturat, sigur.
Hinvegin staðfestir hann
eisini, at samráðingar eru
nú ímllum heilsumálaráðið
og Sjúkrakassan um ognir
nar hjá sjúkrakassanum.
– Fyri meg hevur tað
stóran týdning, at vit loysa
hendan trupulleikan í sátt
og semju.
– Tvíheldur sjúkrakassin
um at skipa eina privata
sjúkratrygging, eri eg so
statt opin fyri at laa sjúkra
kassan varðveita eitt lítlan
brotpart av ognunum sum
stovnsfæ í eini privatari
sjúkratrygging.
– Men so má eg tryggja
mær, at politiskur meiriluti
er í Løgtinginum fyri tí.
– Skuldi tað hinvegin ikki
eydnast at finna eina semju
má málið sjálvandi leggjast
fyri dómstólarnar til av
gerðar, men tað eigur av
gjørt at vera tann allar sein
asta loysnin, sigur Aksel V.
Johannesen.
Dýrt at liva í Danmark
Danir gjalda alt ov nógv, tá teir fara fram við kassatólinum í
einum stórhandli, og tá talan er um matvørur, hækka prísirnir í
Danmark skjótari enn í nøkrum øðrum ESlandi. Tað skrivar
24Timer og vísir til tøl hjá EShagtalsskipanini. Sagt verður,
at í Svøríki og Týsklandi kostar grønmeti at kalla tað sama í
dag sum fyri fýra árum síðani, men at í Danmark er prísurin
hækkaður 16 prosent hesi árini. Summir politikarar siga seg
hava varnast munin, og ein teirra, Rene Christensen, fram
søgu maður hjá Danska Fólkaflokkinum, vil hava kappingar
eftirlitið at kanna, um teir donsku stórhandlarnir avtala
prísirnar á summum vørum.
Revsingin herd
Eftir uppskoti frá Jack Straw, løgmálaráðharra hevur
bretska Parlamentið broytt ásetingina um, hvørja revsing
fólk kunnu fáa fyri dráp, sum er framt við knívi. Higartil
hevur minsta revsingin fyri knívsstungudráp verið 15 ára
fongsul, men nú hevur Parlamentið broytt tað til 25 ár
handan rimarnar, skrivar Reuters. Broytingin kemur í
kjalarvørrinum av einum dómi, har tríggir menn fingu 19
ára fongsul fyri at hava myrt tann 16 ára gamla Ben
Kinsella við knívi. Foreldrini hjá Ben Kinsella hava
funnist hvassliga at dóminum.
Ætla at ræna
pening hjá
fleiri túsund
føroyingum
Sum vit greiddu frá í blaðnum í gjár, staðfestir
Steinbjørn Mikkelsen, nevndarlimur í megin
felagnum fyri sjúkra kassan, at tað verður ikki
uttan svørðslag, at sjúkrakassin letur lands
stýris mannin í heilsumálum fara avstað við
ognunum hjá sjúkrakassanum.
Sjúkrakassin ætlar hinvegin at varðveita
ognirnar og at brúka tær sum stovnsfæ í eini
privatari sjúkratrygging, sum fólk sjálvboðin
kunnu tekna seg í afturat teirri almennu
Heilsutrygdini.
Steinbjørn Mikkelsen staðfestir, at tað eru
sjúkrakassarnir, sum eiga ognirnar og leggur
tað almenna hald á tær, er tað ognartøka og tað
er ólógligt. Tí eru sjúkrakassarnir til reiðar at
draga landsstýrismannin í rættin, verður tað
neyðugt.
Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum góðtekur ikki, at ein nevnd leggur hald á
40 milliónir, sum allir føroyingar eiga, tí hann vil, at pengarnir skulu koma øllum føroyingum til
góðar