mikudagur 11. november 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 216 - 11. november 2009
Annika Olsen fylgir
ikki einari greiðari
samtykt í tinginum,
og tí er upplagt, at vit
gera tað. Tað staðfestir
Hergeir Nielsen,
tingformaður, sum
saman við restini av
formansskapinum
í gjár gjørdi av at
seta arbeiðsbólk at
endurskoða vallógina
Valdømi
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Fyri tveimum árum síðan
varð vallógin við greiðum
meiriluta í tinginum broytt í
skundi, so Føroyar fingu
blivu til eitt valdømi, tá
Løgtingið verður valt.
Í vár samtykti tingið eitt
uppskot til samtyktar at fáa
Innlendismálaráðið at eftir
meta vallógina, men onki
hendi.
20.
oktobur
staðfesti
kanning í Sosialinum mill
um tingfólk, at meiriluti er
fyri at hálsa um til aðra skip
an við fleiri valdømum.
Dagin eftir segði Hergeir
Nielsen, tingformaður, at
hann fegin vildi vera við til
at leggja uppskot fram at
broyta vallógina.
Stutt eftir spurdi tingmað
ur Anniku Olsen, landsstýr
iskvinnu, hvussu gekk við
at eftirmeta vallógina. Hon
svaraði, at fíggjarliga orkan
í ráðnum hevur havt við
sæt, at tað ikki hevur borið
til at eftirmeta vallógina.
Í gjár avgjørdi formansskap
urin í tinginum, við Hergeiri
Nielsen á odda, at taka málið
í egnar hendur og gjørdi av at
seta
ein
arbeiðsbólk
at
endurskoða vallógina.
– Vit hava umrøtt vallóg
ina á fleiri fundum, og nú er
niðurstøðan komin at stinga
fingurin í jørðina og endur
skoða vallógina.
– Vit mugu konstatera, at
landsstýrismaðurin
ikki
fylgir einari greiðari sam
tykt. Og tá landsstýrismað
urin ikki fylgir samtyktini,
so er upplagt, at vit taka
málið upp, sigur Hergeir
Nielsen, tingformaður, sum
sjálvur ikki tók undir við at
gera Føroyar til fleiri val
dømi fyri tveimum árum
síðan.
Ongar pengar
Annika Olsen, landsstýris
kvinna í innlendismálum,
visti ikki av, at formansskap
urin nú tekur vallógina í
egnar hendur, tá Sosialurin
tosaði við hana í morgun.
– Hatta havi eg ikki hoyrt
um, men har liggur eitt upp
skot til samtyktar, og eg havi
svarað fyrispurningi um tað.
Men ynskja teir at seta ein
arbeiðsbólk, so má mann fyri
halda seg til tað, sigur Annika
Olsen, sum fleiri ferðir hevur
verið ákærd at súlta málið, tí
hon sjálv ynskir at halda fast
við eitt valdømi.
Síðan skundar hon sær at
leggja afturat, at hon ikki
hevur havt fíggjarliga orku
til at kanna málið, ikki kann
koyra alt fólkið í ráðnum til
hús, tí at serfrøðingar uttan
ífrá skulu kanna vallógina.
– Hetta munnu øll skilja,
sigur hon.
Og greiðir víðari frá, at
hon sjálvandi vil hava lóg
ina endurskoðaða, hóast
hon persónliga heldur, at
tað er nakað tíðliga at fara
at gera nakað við eina lóg,
sum bara hevur verið til í
tvey ár.
Men tá Annika Olsen ikki
hevur fíggjarliga orku at
seta arbeiðsbólk, hvussu
ger formansskapurin so?
– Vit eru ikki komnir so
langt enn, men formans
skapurin hevur so mikið av
játtan, at tað skuldi borið
til, metir Hergeir Nielsen.
Tað undrar Anniku Olsen,
at formansskapurin av sín
um eintingum kann seta ein
arbeiðsbólk.
– Tað er ikki ókeypis, og
vit hava vent hvørji einastu
krónu í ár. Og hava teir nóg
mikið av peningi at seta ein
serfrøðingabólk í hesum tíð
um, sigur Annika Olsen,
áðrenn hon brýtur seg sjálva
av. Og greiðir frá, at tingið
hevur gjørt eina samtykt
um at eftirmeta vallógina,
uttan at peningur fylgdi við,
og tí hevur tað ikki eydnast
at gera arbeiðið.
– Hetta hevur onki við
mína persónligu hugsan at
gera. Sjálvandi skal lógin
eftirmetast, sigur Annika
Olsen.
Samdur
formansskapur
Í formansskapinum sita Her
geir Nielsen, Jógvan á Lakj
uni, Alfred Olsen og John
Johannesen. Teir
tríggir
fyrstu, hava alment boðað
frá, at teir ynskja fleiri val
dømi, men John Johannesen
hevur sagt, at hann bara vil
hava eitt valdømi.
– Vit eru samdir at kanna
málið, sigur Hergeir Niel
sen, sum tó ikki vil koma
nærri inn á, hvussu samdur
formansskapurin er, tí málið
er ikki komið so langt.
Fyrr hevur tingformaðurin
boðað frá, at hann vil vera
við at leggja uppskot niðan í
tingið um at broyta vallógina,
um
formansskapurin
er
samdur. Men tað er hann ikki
eins avgjørdur um longur.
– Vit fara at miða eftir at
koma út sum ein samdur
formansskapur, sigur Her
geir Nielsen, og leggur aft
urat, at skal nakað uppskot
gerast at broyta Løgtings
vallógina, so er ætlanin at
leggja tað fyri ting, so lógin
verða broytt í hesi ting
setuni.
Formansskapurin heldur ikki, at skipanin, har bygdarfólk kunnu velja fólk á plakatum í Havn, hevur eydnast til fulnar. Tí fara teir nú at seta arbeiðsbólk at endurskoða vallógina
Formansskapurin fer at
endurskoða vallógina
Formaður
ørkymlar
John Johannesen, sum
var einasti limur í for
mansskapinum, sum 20.
oktobur helt, at haldast
skal fast við eitt valdømi,
metir ikki málið vera
komið eins langt og ting
formaðurin.
– Nú má formaðurin
ansa eftir, at hann ikki fer
at forvirra. Eg eri samdur
í, at tað eru feilir í verandi
skipan og at skipanin skal
kannast, men eg haldi
ikki, at vit skulu broyta
vallógina í skundi sum
seinast, tí hvat hendir, um
vit broyta skipanina og
næsti formaðurin vil hava
eitt valdømi aftur?, spyr
John Johannesen.
Hann leggur afturat, at
tað, sum hann tók undir
við á fundinum í gjár, var,
at formansskapurin skuldi
tosa um málið á næsta
fundi, og tá skuldi ein
møguligur
arbeiðssetn
ingur vera gjørdur til ein
møguligan arbeiðsbólk.
Tað vil siga, at hann
ikki er heilt samdur við
orðunum í gerðabókini
hjá formansskapinum, at
»avgjørt varð at seta ein
arbeiðsbólk at endur
skoða vallógina«
Lítil havísur í Arktis
Vanliga plagar havið kring Norðpólin at liggja undir
tjúkkum ísi hesa tíðina á árinum, men nýggjar kanningar
vísa, at tað hevur ongantíð verið so lítið av tjúkkum havísi
við pólin sum í heyst. Tað skrivar Information. Tað er
amerikanski stovnurin US National Snow and Ice Data
Center, sum hevur kannað ísin við Norðpólin, og úrslitið er
tað sama, sum tann kanadiski pólgranskarin Dave Barber
kom til, tá hann herfyri var á kanningarferð norðan fyri
Kanada. Barber hevur kannað ísviðurskiftini í Arktis tey
seinastu 30 árini, og hann sigur seg ongantíð hava sæð so
lítið av tjúkkum ísi sum í heyst.
Mæla til minni rækjukvotu
Í Grønlandi halda fiskifrøðingarnir, at rækjustovnurin við
Vesturgrønland er so mikið illa fyri, at tað verður neyðugt at skerja
kvotuna næsta ár. Árini frá 2005 til 2008 gav rækjuveiðan undir
Vesturgrønlandi umleið 150.000 tons um árið. Í ár verður nøgdin
ætlandi um 135.000 tons, men fiskifrøðingarnir siga, at næsta ár eigur
veiðan ikki at fara upp um 110.000 tons. Fiskifrøðingarnir ásanna, at
stovnurin er komin í eina tryggari legu aftan á niðurgongd í nøkur ár,
men teir siga, at tey seinastu árini hevur lítið verið av tvey ára gamlari
rækju, og tað er ikki gott tekin, siga teir.