mikudagur 11. november 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 216 - 11. november 2009
Skjótur svanur
Við hjálp frá GPS-útgerð hava skotsk vísindafólk fylgt við
svanum, sum hava flogið úr Íslandi til Skotlands. BBC
sigur, at tann fyrsti svanurin, sum bleiv kannaður, brúkti 14
tímar til teir 800 kilometrarnar. Teir seinastu 25
kilometrarnar fleyg svanurin upp á 15 minuttir. 49 aðrir
svanar eru merktir við somu útgerð, og nú bíða
vísindafólkini bara eftir, at teir koma til Skotlands.
Endamálið við kanningunum er at fáa staðfest ferðaleiðina
hjá svanunum í sambandi við, at ætlanin er at seta
vindmyllur upp fram við skotsku strondini.
Arbeitt verður nú
við at lata Kollafjord
Pelagic uppaftur.
Bæði Jógvan Emil
Nielsen og Kristian
Petersen í Eik Banka
vátta, at samráðingar
eru við eitt stórt
hálendskt felag
um leigu av stóra
pelagiska virkinum í
Kollafirði
VinnulíV
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nógv bendir nú á, at Kolla-
fjord Pelagic fer at lata upp-
aftur við hálendskum peng-
um.
Hálendska felagið, sum
herfyri setti pengar í verk-
ætlanina við nýggja Næra-
bergi hjá JFK-Troli, er nú í
samráðingum
við
Eik
Banka um leigu av stóra
pelagiska
virkinum
í
Kollafirði.
Samráðingar
Bæði Jógvan Emil Nielsen
og Kristian Petersen í Eik
Banka, sum eigur virkið í
Kollafirði, vátta, at ein
avtala við hálendska felagið
er við at verða undir landi.
Teir siga, at soleiðis, sum
samráðingarnar hava ging-
ið, er væntandi, at ein enda-
liga avtala millum partarnar
er undir landi heilt skjótt.
Avtalan fer helst at byggja
á, at hálendska felagið fer
at leiga virkið í Kollafirði
og rakstrargøgnini í bygn-
inginum við forkeypsrætti.
Talan er um tvey feløg, ið
hava tilknýti til virksemið,
sum var í Kollafirði. Annað
er ognarfelagið Faroe Real
Estate, og hitt er Kollafjord
Pelagic, sum er rakstrar-
felagið.
Landa til matna
Kemur henda ætlan undir
land, sum Jógvan Emil Niel-
sen og Kristian Petersen í
Eik Banka vænta, bendir alt
á, at dagurin ikki er langt
burtur, tá ein partur av
pelagiska tilfeinginum, sum
føroyingar eiga, aftur kann
landast sum matvøra í Før-
oyum.
Spurningurin um pelag-
iska tilfeingið, sum Føroyar
eiga og veiða, hevur verið
nógv frammi seinastu dagar-
nar, og tí má henda nýggja
og ætlaða verkætlanin í Kolla-
firði, sigast at verða kær-
komin.
Kollafjord Pelagic letur helst uppaftur
Spurningurin um
pelagiska tilfeingið, sum
Føroyar eiga, hevur
verið nógv frammi í
seinastuni. Nú bendir
nógv á, at dagurin ikki er
so langt burtur, tá partar
av hesum tilfeingi aftur
kunnu landast til matna
í Føroyum
Samráðingar
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hóast
sáttmálin
millum
Føroya Fiskimannafelag og
Føroya Reiðarafelag gongur
út 1. desember í ár, hevur
bert ein stuttur fundur verið
millum feløgini.
Tað er Fiskimannafelagið,
sum hevur sagt sáttmálan við
reiðararnar upp. Onnur mann-
ingarfeløg hava ikki sagt upp
sínar sáttmálar við Reið-
arafelagið á hesum sinni.
Ein stuttur fundur var
millum Fiskimannafelagið
og
Reiðarafelagið
fyri
góðari viku síðan, men
síðan hava reiðararnir einki
hoyrt aftur frá Fiskimanna-
felagnum, og eingin nýggjur
fundur er avtalaður.
Formaðurin í Reiðarafel-
agnum, Viberg Sørensen,
sum í hesum døgum er á
aðalfundi hjá NEAFC í
London, sigur, at felagið
bíðar eftir fundarboðum frá
Fiskimannafelagnum.
- Vit hava ikki sagt sátt-
málan upp, og tí vænta vit,
at tað verður Fiskimannafel-
agið, sum tekur stig til
næsta fundin.
Viberg Sørensen sigur, at
enn hevur reiðarafelagið
ikki sæð nakað ítøkiligt um,
hvørji ynski Fiskimannafel-
agið hevur í einum nýggjum
sáttmála, men hann heldur,
at talan eru um onkrar regul-
eringar.
- Vit hava ikki sagt sátt-
málan upp, og tí hava vit
heldur ikki sett fram nøkur
krøv um serstakar broyting-
ar í einum nýggjum sátt-
mála, sigur Viberg Søren-
sen, formaður í Reiðarafel-
agnum.
Ein stuttur fundur um nýggjan sáttmála