Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. november 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 216 - 11. november 2009 15 viðmerkingar At halda útlendingar burturi frá arbeiðs­ marknaðinum, er ikki vegurin at ganga. Tað minkar um framleiðsl­ una. Um inntøkuna. Um skattin. Og tað ger kreppuna verri Ingeborg Vinther skilir ikki hví eg eri so "óður" um, at vit nú aftur stongja arbeiðs­ marknaðin fyri arbeiðs­ megi uttanfyri norðurlond ­ soleiðis sum lógin sigur at vit skulu, tá arbeiðsloysið hevur verið omanfyri 3,5% í tríggjar mánaðir. "Um ásetingin var so vánalig", sigur hon, "so átti Sjúrður Skaale havt latið vera við at atkvøtt fyri lógini". Hon spyr eisini um Sjúrður er vanur at sam­ tykkja lógir, sum hann "ikki ordiliga meinar skulu verða fylgdar." Men so sigur hon eisini, at "tað skal sjálvandi vera loyvt at broyta meining". Útlendingaøkið er danskt, og umrødda lóg var samtykt sum eitt ríkislógartilmæli. T.e. ein áheitan á danskar myndugleikar um at seta hana í verk fyri Føroyar. Men eg atkvøddi ikki fyri hesum á løgtingi. Tí eg sat ikki har tá. Eg sat á fólkatingi. Og eg havi heldur ikki broytt meining. Tá málið var fyri á fólka­ tingi, segði eg effinett tað sama, sum eg sigi í dag. Ov lítil bót á holið Tað var 29. apríl 2008, at fólkatingi viðgjørdi hesa áheitanina úr Føroyum. Í talu míni greiddi eg fólkatinginum frá, hvussu ómetaliga trupult tað var hjá føroyskum fyritøkum at fáa útlendska arbeiðs­ megi. Hetta kendi eg nógv til, tí tað gekk ikki dagur uttan at føroysk virki vendu sær til skrivstovuna á Christiansborg um hjálp og vegleiðing. Somuleiðis greiddi eg frá, at rættar­ trygdin hjá umsøkjarunum mangan var sera ivasom. Tí helt eg lógina vera eitt framstig ­ men legði hetta afturat: "Men det foreliggende lovforslag er ikke en ende­ lig løsning. Helt overordnet er der ingen tvivl om, at vi ikke får tilfredsstillende rets­ sikkerhed og gennemsigtig­ hed på dette område, før både behandlingen af ansøg­ ningerne, de trufne beslutn­ inger, ansvaret for beslutn­ ingerne og konsekvenserne af dem ligger på ét og samme sted: på Færøerne. Med dette lovforslag bevæger vi os i den rigtige retning ­ men ikke langt nok. Værre bliver det des­ værre af, at når arbejdsløs­ heden på Færøerne har været over 3,5 pct. i 3 måneder, skal der ifølge forslaget igen sættes begrænsninger på arbejds­ kraftens mobilitet. At forudsætningerne kan ændres med kort varsel, kan ikke bare sætte ansøg­ erne og det færøske erhvervsliv i en vanskelig situation; det kan også gøre loven unødvendigt vanskelig at forvalte. Lov­ forslaget er grundlæggende en lappeløsning, men med bestemmelsen om de 3,5 pct. gør man lappen mindre end det hul, der skal lappes." Hetta er tann støða, Tjóð­ veldi hevur havt og hevur: Økið skal yvirtakast, og føroysk virki skulu hava lættari atgongd til arbeiðs­ megi í ES. Og tað er ikki bara Tjóð­ veldi, sum heldur hetta. Tað er stórur meiriluti fyri tí á tingi. Tað er, mær vit­ andi, bara ein flokkur, sum krevur markið uppá 3,5%. Rakar ikki føroyingar Ingeborg pástendur, at tað bara er ófaklærd arbeiðs­ megi, sum kemur inn: "Tað er eingin og hevur eingin eftirspurningur verið eftir nøkrum øðrum slagi av arbeiðsmegi uttanífrá", sigur hon. Hetta er ikki beint. Og tað er í øllum førum nakað, sum kann broytast. Forkvinnan í FA pástend­ ur eisini, at "fyri hvønn útlending, sum verður tikin inn í landið at arbeiða, so verður ein føroyingur sendur til hús". Hetta er heldur ikki beint. At fáa ein útlending hendanvegin er sera krevj­ andi fyri ein arbeiðsgevara. Hann hevur, so ella so, ábyrgdina av útlendingin­ um 24 tímar um dagin. Er ein føroyingur, sum kann selja somu arbeiðsmegi uttan nakað annað roks, er upplagt, at føroyingurin verður tikin framum. Tí fara arbeiðsgevarar bara uttanlands eftir arbeiðs­ megi, sum ikki fæst í Føroyum. Hví skuldu teir annars gjørt tað? Forða arbeiðsloysi Ingeborg eftirlýsir eisini eini ætlan fyri, "hvussu vit forða fyri, at fleiri gerast arbeiðsleys". Her eru vit púra samd. Hetta er avgjørt ein upp­ gáva hjá politiska valdin­ um í hesum døgum. Og tað er mín vón, at fíggjarlógin verður brúkt til at loysa hesa uppgávu. Men at halda útlendingar burturi, er ikki vegurin at ganga. Tað minkar um framleiðsluna. Minkar um inntøkuna. Minkar um avgjøldini. Minkar um skattin. Og ger kreppuna verri. "Koyr proppin í fløskuna", skrivar Ingeborg. Eg haldi vit skulu taka proppin úr fløskuni ­ og siga skál fyri útlendskari arbeiðsmegi! Skál fyri útlendskari abeiðsmegi! Sjúrður Skaale Eg vil hervið leggja hetta uppskotið fyri býráði til støðutakan í samband við møguligar skerjingar á frítíðarskúlaøkinum. Leiðslurnar í frítíðarskúl­ um í Tórshavnar kommunu eru gjørd varug við, at skerj­ ingar fara fram á økinum. Fyri at tryggja okkum, at skerjingar verða framdar soleiðis, at vit framhald­ andi kunnu gera okkara námsfrøðiliga arbeiði á einum ábyrgdarfullum støði, kann hetta bert gerast soleiðis: Okkara uppskot er: Skerjingar í alt fyri hvørt barnið 0,5 tíma yvir 2 ár, tað vil siga at skerjingar verða 0,25 tímar pr. ár. Hetta inniber, at 40 starvs­ fólkatímar fella burtur yvir 2 ár, um frítíðarskúlin er normeraður til 80 børn. Um tit skerja soleiðis, sum vit mæla til, verður sparingin á frítíarskúla­ økinum pr. barn kr. 2.970. Sparingin íalt fyri 523 frítíðarskúlabørn kr. 1.553.310. Sparingar fyri 2010 kr. 776.655. Foreldragjald pr. barn í 10 mánaðir kr. 847. Grundgevingin fyri at skerjingar ikki mugu verða meir enn omanfyristandandi: • Námsfrøðingar rýma úr størvunum. • Bert ófaklærd starvsfólk. (ung) • Námsætlanin fellur burtur. • Børn við serligum tørvi, verða ikki hjálpt (ikki sædd) • Ábyrgdarleyst, at bert eitt starvsfólk leiðir 24 børnum frá skúla til frítíðarskúla, í ferðsluni. • Eingin tíð til fyrireiking. • Tvørfakliga arbeiðið sum er við skúlan/heimið fellur burtur. • Vit fáa ikki verið smidlig, í samband við at skúlin broytir skúlagongd. • Eingin tíð til foreldra­ vitalur/fundir og samstarv við skúla. • Eingin tíð til starvsfólka­ fundir/starvsfólkamenning/ skeiðvirksemi. • Millummáli dettur burtur og brúkaragjald verður álagt foreldrunum. • Ætlanir um at frítíðar­ skúlanir skulu hava opið, tá ið skúlin er stongdur, fellur burtur. Klubbvirksemi Leiðslurnar í frítíðarskúl­ um í Tórshavnar kommunu hava hetta uppskot um, hvussu hølini hjá frítíðar­ skúlum kunnu nýtast til klubbvirksemi. Fyri børn frá 3 til 7 fl. Opið frá kl. 17.00 ­ kl. 21.00. Vit skipa tað soleiðis at tað verða 4 økir í kommununi: Hoyvík: Hoyvíkarskúli – Løgmannabreyt – Kalbak. Mið­/Eysturbýur: Bad­ mintonhøllin – Miðstovnur­ in – K.F.U.M. – Smílibýlið. Vesturbýur/Argir: Løkjatún – Hornabø – Drotning Ingrid. Útjaðarin: Kollafjørður – Velbastaður – Nólsoy. ­ Hvørt øki skipar seg sjálvt, hvør hevur opið og nær. Tó bert ein stovnur í senn. Normering: • Starvsfólkatímar fyri hvørt barnið 1,5 tímar um vikuna • Leiðslutímar fyri hvørt barnið 0,2 um vikuna. • Hetta vil kosta Tórs­ havnar kommunu, pr. barn 15.878. kr. um árið. • Foreldragjaldið er 25%, sum gevur 536 kr. um mánaðin í 10 mánaðir. • Hølini eru tøk, uttan meirkostnað. Grundgevingar fyri, hví vit skulu hava klubbvirk­ semi í Tórshavnar:? Fyri at tryggja okkum at børn og ung í Tórshavnar kommunu fáa ment seg í einum námsfrøðiligum framhyggjandi positivum umhvørvi. Fyribyrgjandi arbeiði fyri børn og ung, í aldri­ num frá 9 til 14 ár. Vit kunnu stuðla børn­ unum við skúlatingum/ leksium. Børn við serligum tørvi ­ og børn sum hava trong kor heima, fáa eitt náms­ frøðiligt tilboð. Skerjingar í frítíðarskúlum í Tórshavnar kommunu býráðslimur levi Mørk Alcoa Fjarðaál, eitt tað størsta arbeiðsplássið í Íslandi Kraflaverkið, har orkan kemur niðri úr jørðini Luttakararnir væl ilætnir alla trygdarbúna, Aftanfyri f.v. Fríðjón Jacobsen, Bárður Johannesson, Kjartan Jørgensen, Hálvdan Heinesen, Sigmund Jacobsen, Niklas Johannesen, Atli Henriksen, Bogi R. Reinert, Rógvi Berg, Leo Joensen, Johannes Sørensen og Rúni Elttør, lærari. Frammanfyri: Høgni Limberg Svabo, Hanus Vang, lærari, Jógvan Pauli Kristiansen, Rani í Trøðini, Óla Hans Dahl, Eyðfinn Ludvig, Leif Mikkelsen og Helgi Mortensen, lærari Sosialurin hitti næmingarnar í flokkinum L3- M aftaná ferðina. Teir lótu sera væl at tí, teir høvdu fingið burtur úr túrinum. Her eru teir f.v. Høgni Limberg Svabo, Miðvágur, Jógvan Pauli Kristiansen, Sandavágur, Jóhannes Sørensen, Tórshavn, Rógvi Berg, Porkeri, Leo Joensen, Oyri, Rúni í Trøðini, Vágur, Óli Hans Dahl, Oyri og Kjartan Jørgensen, Miðvágur Av misgávum vantaðu myndatekstirnir til greinina hjá Óla Jacobsen um Tekniska Skúla í Tórshavn, sum var í blaðnum í gjár. Tí prenta vit myndir og tekstir umaftur í dag Tekniski Skúlin í Tórshavn 75 ár