Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 217 - 12. november 2009 Lótu prest leysan Tann 79 ára gamli írski presturin Michael Simott, sum varð burturfluttur í Filipsoyggjunum fyri einum mánaði síðani, er nú latin leysur. Katólski presturin sat á skrivstovu síni, tá vápnaðir úppreistrarmenn burturfluttu hann tann 11. oktober. Myndugleikarnir í Filipsoyggjunum halda, at tað var ein islamskur uppreistrarfelagsskapur, sum burturflutti prestin. Írski forsætisráðharrin, Brian Cowen, er fegin um, at landsmaður hansara er latin leysur. Hann avsannar giting­ ar um, at Írland hevur goldið burturflytarunum loysigjald fyri at fáa Michael Simott leysan, skrivar Reuters. Magasin vorðið bretskt Tað kenda handilshúsið Magasin í Keypmannahavn er nú farið á bretskar hendur. Tíðindastovan Bloomberg News visti í morgun at siga, at bretska handilsketan Debenhams hevur keypt Magasin, og at prísurin er 101 milliónir krónur. Stjórin í Magasin, Jón Bjørnsson, er fegin um søluna. Hann er serliga fegin um, at tað er ein handilsketa og ikki ein íleggjari, sum hevur keypt Magasin, tí tað merkir, at tann nýggi eigarin hevur skil fyri at reka handil, sigur hann. Sambært stjóranum fær eigaraskiftið onga ávirkan á virksemið í Magasin, og øll starvsfólkini verða verandi í starvi. Arbeiðs­ fundur um nýggju gymnasialu skipanina Tíðindaskriv Mentamálaráðið hevur á fundi í vikuni við allar skúlaleiðarar á miðnáms­ skúlunum viðgjørt endur­ skoðanina av gymnasialu miðnámsútbúgvingun­ um. Arbeitt verður við at gera eina nýggja løg­ tingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar, sum ásetir karmarnar um nýggju gymnasialu útbúgvingarnar. Ein partur av arbeiðin­ um við nýggjari gymnasi­ alari skipan er at gera nýggjar námsætlanir til allar lærugreinir bæði í fólkaskúlanum og á mið­ námsskúlunum. Saman við nýggjum próvtals­ stiga skulu hesar setast í verk komandi skúlaár. Aðrir spurningar vórðu eisini umrøddir, nýggja breytaskipanin, komandi bygnaðurin, skipan av skúladeplum og arbeiðið við at endurskoða yrkis­ útbúgvingarnar. ­ Nýggja gymnasiala skipanin og endurskoðan­ in av yrkisútbúgvingun­ um eru neyðug fyri at vit kunnu fylgja við menn­ ingini á útbúgvingarøkin­ um og eisini tryggja okk­ ara ungdómi atgongd til hægri lærustovnar, bæði her heima og uttanlands. Tað er alneyðugt, at arbeiðið verður gjørt til lítar, og kunning og sam­ skifti millum partarnar er av alstórum týdningi, segði landsstýriskvinnan á fundinum, og fegnaðist um góða samstarvið við skúlarnar, og takkaði skúlunum fyri ta stóru orku, teir leggja í arbeið­ ið. Poul Jóhan Djurhuus gjaranes@olivant.fo Á teimum føroysku møtun­ um í Suðurjútlandi hetta vikuskifti vitja Svenning av Lofti og Poul Færø úr Før­ oyum, sum koma at tala á øllum møtunum. Hans Jákup á Lava kemur at syngja og spæla. Svenning og Poul koma at ferðast í Danmark teir næstu dagarnar, og koma eisini at luttaka á møtunum á Malta. Teir ynskja at vitja føroyingar í Danmark, og er tað onkur, sum ynskir eina vitjan av teimum, er ein vælkomin at seta seg í samband við Poul Jóhan Djurhuus tlf. +298 22 83 14 Elsa og Poul Jóhan Djur­ huus koma aftur at avloysa á Malta í Hirtshals. Tey fara við Norrønu hóskvøldið 11. november og fara beinleiðis til Sønderborg, har regluliga føroyska møti verður leygar­ kvøldið. Tey vera á Malta til mars/apríl 2010. Levi og Greta Joensen, sum virka fast á Malta, eru komin til Føroyar og verða heima til í vár. Skráin fyri møtini: Í Es­ bjerg ­ Spangsbjerg Møllevej 16c Mølleparken fríggja­ kvøldið 13.nov. kl.19.30. Kontaktpersónar: Guðri og John Zachariassen, Esbjerg tlf: +45 20 66 89 31. Í Sønd­ erborg ­ Skolehjemmet, Sdr. Landevej 28 leygarkvøldið 14.nov. kl.19.00 (breyðbrót­ ing í somu hølum sunnu­ morgunin 15. nov. kl.10.00). Kontaktpersónur: Germ Hansen, Sønderborg tlf: 74 43 61 08 T­postur: g­b@ stofanet.dk. Í Vejle ­ Stald­ gaardsgade 4. (í hølunum hjá Frelsunarherinum) sunnudag­ in 15.nov. kl.17.00 (breyð­ bróting kl.16.00 í somu høl­ um). Kontaktpersónur: Svend Jensen, Vejle tlf: +45 30 27 14 95. Føroyingar í Suðurjútlandi Svenning av Lofti og Poul Færø Hesa vikuna hava átta mans frá svensku bjargingartænastuni verið á vitjan BJarGinG Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Bjargingarbáturin LÍV er ein av 27 líknandi svenskum bjargingarbátum. Hinir 26 hava støð kring við strend­ urnar í Svøríki. Og svenska bjargingarfel­ agið er stórt og umfatandi. Heilar 66 bjargingarstøðir eru fram við strondini og fel­ agið telur fleiri enn 2000 sjálvbodnar bjargingarmenn. Teir átta siga, at ein av orsøkunum at koma til Før­ oya at halda skeið var eisini, at kunna seg um viður­ skiftini í Føroyum, sum á nógvar mátar eru ólík teim­ um í Svøríki. Við sær hava teir eisini tveir vatnskootarar, sum inn­ ganga í skeiðini. Spurdir um, hvat hesir skootarar verða nýggir til siga svensku bjarg­ ingarmenninir, at teir fyrst og fremst verða nýttir á grun­ num vatni, har størru bátarnir eru í vanda fyri at taka botn. Hesir skootararnir eru heilar 1000 hestakreftir og ógvuliga manøvreriligir. Svensku bjargingarmenn­ inir komu til Føroya mána­ dagin, summir við Norrönu, aðrir við flogfari, og teir fara avstað aftur á sama hátt, summir við Norrönu í kvøld saman við skootarun­ um, og restin við flogfari í morginárini. Svenska bjargingartænastan á vitjan Svensku bjargingarmenninir saman við føroysku umboðunum, Edvard Kjeld og Jan á Argjum (í orangelitum draktum) Mynd: Jens Kristian Vang